mikudagur 11. juli 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Fráflytingin úr Føroyum hevur verið
støðug yvir fleiri ár, og hevur síðani
2004 ligið um 1600 fólk. Í roynd
og veru er fráflytingin ikki stóri
trupuleikin, men vantandi tilflytingin.
Ísrael hevur sett nógvan pening
í framtaksgrunnar, ið hava verið
við til at sett eina ørgrynnu av
uppfinningum og avleiddum
arbeiðsplássum í gongd.
Sambært Jóannes Jacobsen,
er lykilin til fólkavøkstur
hægri útbúgving, eisini
til teirra, ið missa arbeiði
í verandi vinnum.
Janus á Ryggi
Tey flestu eru samd um, at
stór tøk skulu takast fyri at
venda skeivu gongdini. Men
hvar skal samfelagið leggja
dentin? Skulu vit hava fleiri
útbúgvingar, soleiðis at fólk
ikki rýma av landinum? Er
yvirhøvur nokk av størvum
til tey, ið útbúgva seg? Og
eru mentanartilboðini nóg
áhugaverd í mun til tilboðini
í stórbýunum á meginland
inum? Ella er talan um eina
gongd, vit í veruleikanum
hava lítla og onga ávirkan á?
Pessmistiskar røddir siga, at
Føroyar helst ongantíð fara
at standa seg í kappingini
um gløggu heilarnar, ið leita
sær úr Føroyum í lestrar
ørindum.
Men niðanfyri fáa vit
nøkur
boð
frá
Jóannes
Jacobsen, granskara á Copen
hagen Business School, og
Kára Petersen, búskaparfrøð
ingi í Landsbankanum, ið
kunnu birta undir víðari kjak
um fólkavøkstur. Teir báðir
hava
sýnt
demografisku
viðurskiftunum í Føroyum
stóran áhuga.
Størv skapa tilflyting
Ein týðandi spurningur, ið
ikki hevur fingið stórvegis
rúmd í almenna kjakinum
um
fólkaminkingina,
er
spurningurin um arbeiðs
skapan. Eitt stabilt livibreyð
er fyrsta fortreyt fyri, at
útisetar velja at koma aftur.
Hesin
samanhangur
er
greiður: minkar arbeiðsloysi,
økist tilflytingin til Føroya.
Sambært einari greining,
sum Kári Petersen hevur
gjørt, hevur hetta verið
gongdin í nógv ár. Í roynd og
veru er fráflytingin ikki stóri
trupuleikin, men vantandi
tilflytingin, vísir hann á.
Fráflytingin
úr
Føroyum
hevur verið støðug yvir fleiri
ár, og hevur síðani 2004 ligið
um 1600 fólk, og tað er serliga
yngra ættarliðið ið leitar sær
út í heim í lestrarørindum.
Men samstundis er tilflyt
ingin nógv meiri óstøðug enn
tølini fyri fráflyting, og er
nógv tengd at arbeiðsmøgu
leikunum. Loysnin er tí bæði
einføld og torfør samstundis:
Nógv fleiri størv skulu til.
Men hvussu skapa vit fleiri
størv? Bæði Kári Petersen og
Jóannes Jacobsen eru samdir
um, at broytingin byrjar við
eini vinnupolitiskari umskip
an av fiskivinnuni.
Fiskivinnan skal
effektiviserast
Í roynd og veru fer ein nátúr
lig menning fram í løtuni, har
alsamt fleiri størv til høgt
útbúgvin vaksa fram í tæn
astuvinnuni; ein menning
ið kundi drigið fleiri væl út
búgvin heimaftur. Men ser
viðferðin fiskivinnan fær
frá politisku skipanini, við
serligum skattalættum og
verju ímóti kapping, tarnar
ferðini
á
hesi
menning.
Nýggjar vinnur hava torført
við veruliga at fáa fótafestið.
Eitt frælst, men væl regulera
vinnulív,
vísir
Jóannes
Jacobsen á.
Avtøka av serskipanum
og verulig kapping á økinum,
høvdu elvt til, at vit fingu
færri skip, men samstundis
størri yvirskot í fiskivinnuni.
Yvirskotið kundi síðani verið
brúkt til at gjørt íløgur í
nýggjar vinnur, við nýggjum
arbeiðsplássum heldur Kári
Petersen. Hann heldur ikki,
at hetta vildi elvt til ar
beiðsloysi í fiskivinnuni, tí
talan er um eina rættuliga
mobila arbeiðsmegi, ið hevur
starvsmøguleikar kring allan
heim. Ein fyrimynd er Thor í
Hósvík. Teir hava gjørt stórar
íløgur, og hava ment seg
langt útum landoddarnar.
Úrslitið er, at føroyingar, ið
arbeiða fyri Thor, hava fingið
ein arbeiðsmarknað um allan
heim. Men spurningurin er,
um effektivisering av fiski
vinnuni, í sjálvum sær, elvir
til fleiri størv her á landi?
Ein vandi kundi verið, at
nýggju íløgurnar fara til
effektivari maskinur og ikki
størv. Kári Petersen heldur tí,
at tað almenna skal vera ein
aktivur viðspælari, og eggja
til íverksetan.
Uppfinna okkum
til fólkavøkstur
Sambært Kára Petersen, kundi
ein leistur verið, at peningur
av
seldum
veiðiloyvum
fór í framtaksgrunnar, ið
hava sum skyldu, at seta
pening í uppfinningar og
íverksetan, og greitt hava
stóran vinning sum enda
mál. Hetta vildi uppá sikt
stimbra arbeiðsskapan og
tilflyting.
Ein
fyrimynd
á hesum økinum, er sam
bært honum, Ísrael. Landið
hevur sett nógvan pening
í framtaksgrunnar, ið hava
verið við til at sett eina
ørgrynnu av uppfinning
um og avleiddum arbeiðs
plássum í gongd. Í Føroyum
er sannlíkt, at fleiri upp
lagdar uppfinningar eru at
finna innan fiskivinnuna,
sum loysnir uppá ítøkiligar
trupulleikar, ið tey sum ar
beiða innan vinnuna kunnu
fáa eyga á.
Men framtaksgrunnarnir
skulu virka á marknaðar
grundarlagi og ikki vera
politiskt stýrdir – Vit hava
VØKSTUR Fleiri størv, ein øðrvísi vinnupolitikkur
og eitt sterkt miðstaðarøkið eru nøkur boð uppá,
hvat skal til, fyri at føroyska samfelagið ikki skal
avtoftast. Tveir búskaparfrøðingar geva her síni
boð uppá, hvat kann gerast búskaparpolitiskt
Soleiðis skapa vit
Í dag er samfelagið, fýrakantað
sagt – innrættað til konservativar
fiskimenn á bygd
Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur