mikudagur 11. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyar missa umleið 150 fólk av hvørjum
árgangi til útlandið. Hvør mistur árgangur
kundi økt føroysku bruttotjóðarúrtøku
við 450 til 900 milliónum, um tey komu
heimaftur við síni útbúgving.
Ein stórur meiriluti – 86
prosent – av føroyingum
í Danmark siga seg hava
eitt sterkt ella sera sterkt
tilknýti til Føroya.
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Góð 60 prosent av teimum, sum flyta til Dan
mark, fara í lestrarørindum. 15 prosent flyta við
makanum, og beint omanfyri 10 prosent, tí tey
vildu okkurt skuldi henda. Hetta vísur kanning
hjá Norðuratlantsbólkinum á Fólkatingi.
Eyðun Klakstein
Tølini fyri, hvat føroyska
samfelagið missur av frá
flytingini av ungfólki, eru
skakandi.
Ein
meting
vísur,
at
hvør árgangur av lesandi
føroyingum, sum flyta av
landinum, men ikki koma
heimaftur, hava kostað al
mennu Føroyum 80 milliónir
krónur í íløgum, sum sam
felagið ikki fær aftur.
Samanborið við líknandi
útrokningar í øðrum lond
um, missa Føroyar brutto
tjóðarúrtøku
(BTÚ)
fyri
millum 450 og 900 milliónir
krónur av teimum fólkunum
í hvørjum árgangi, sum ikki
kom heimaftur við síni út
búgving.
Tað
vísur
samfelags
granskarin Gestur Hovgaard
á. Hann hevur mett um,
hvør búskaparligi missurin
er hjá samfelagnum, nú Før
oyar missa umleið 150 fólk
í hvørjum árgangi til út
landið.
Vælferðarfellan
Dagsins ungdómur gongur
vanliga 12-13 ár í skúla og fer
síðan antin í læru ella undir
víðari lestur. Alt hetta er
goldið av tí almenna, tí mett
verður, at tað er ein íløgu,
sum loysir seg fyri sam
felagið.
Eitt nú hevur danska
vísmannaráðið roknað seg
fram til, at hvør persónur
við hægri útbúgving økir um
bruttotjóðarúrtøkuna
við
millum 3-6 milliónum í sínum
produktiva virkna lívi, væl at
merkja eftir skatt og eftir at
útbúgvingin er afturgoldin.
– Skal alment goldna
íløgan loysa seg, so má tó ein
heilt innlýsandi fyritreyt vera
lokin. Hon er, at tann, sum
fær hesa útbúgving goldna
av samfelagnum, eisini livir
sítt produktiva lív í sama
landi, sum rindar fyri hana, tí
annars fær samfelagið sjálv
andi ikki pengarnar aftur. Og
nú eru vit inni á kjarnanum í
trupulleikanum, sigur Gestur
Hovgaard, sum er lektari
í samfelagsvísindi á Fróð
skaparsetrinum.
Dýrur missur
– Eftir tí, vit vita, flyta einir
300 ungdómar við miðnáms
skúlaprógvi av landinum
árliga við tí ætlan at taka
onkra hægri útbúgving aðra
staðni. Mett verður, at gott
helvtin av hesum fólkum
ikki venda aftur til Føroya
eftir loknan lestur. Í hesum
tølum liggja vit lutfalsliga
langt oman fyri okkara
grannalond, og talið tykist
enntá at vaksa.
Leystliga roknað kostar
raksturin fyri ein fólka
skúlanæming í 2011-krónum
uml. 40.000 um árið. Hetta
verða um leið 400.000 í 10 ár.
Ein studentakúlanæmingur
kostar um leið 150.000 krónur
í 3 ár.
– Teir um leið 150 fráflyt
ararnir árliga, sum ikki koma
aftur eftir loknan hægri
lestur uttanlands, hava til
samans kostað skúlaverk
inum
einar
80
milliónir
krónur. Hetta eru sostatt
pengar, sum samfelagið ár
liga ger íløgu í, men sum tað
ikki fær aftur, sigur Gestur
Hovgaard.
Hann vísur eisini á, at
samfelagið
missur
ovur
hondsstórar
inntøkur
av
teimum mistu fólkunum.
– Skulu vit leggja nevndu
útrokningar hjá danska vís
mannaráðnum til grund, so
kundi hvør mistur árgangur
upp á 150 føroyingar, um
framt at goldið sína útbúgv
ing aftur og rindað skatt,
eisini økt okkara brutto
tjóðarúrtøku við 450 til 900
milliónum.
– Roknistykkið omanfyri
er einfalt, men tað setur
perspektiv uppá, at lata vit
standa til, er tað við áhald
andi stórum tapi av bæði
vælferð og kappingarføri
sum avleiðing, sigur Gestur
Hovgaard.
eydun@sosialurin.fo
Fráflytingin kostar dýrt
Avleiðingar Samfelagið ger stórar íløgur í útbúgving av ungfólki, sum eftir miðnámsskúla flyta av landinum
og ikki koma heimaftur. Ein meting vísur, at hvør mistur árgangur hevur kostað samfelagnum 80 milliónir
krónur í íløgum, og at samfelagið missur millum 450 og 900 milliónir krónur í BTÚ av hvørjum árgangi
Kostar avleiðing
– Lata vit standa til, er tað við áhaldandi stórum tapi av bæði vælferð og kappingarføri sum avleiðing, sigur Gestur Hovgaard
Gestur Hovgaard