Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Bæði vørur og tænastur eru nógv dýrari í Føroyum enn í Danmark. Danmark er fyrr staðfest sum dýrasta land í Evropa, men tað evropametið eigur Føroyar. Í Grønlandi og øðrum smásamfeløgum verð­ur stórur dentur lagdur á eitt sterkt kapp­ingar­eftirlit, sum er ein stórur samfelagsligur vinn­ingur at halda prísunum niðri. Tað hava vit ikki í Føroyum, sigur Heri á Rógvi í kanning av kostnaðarstøði í Føroyum Í Grønlandi og øðrum smásamfeløgum verður stórur dentur lagdur á eitt sterkt kappingareftirlit, sum er ein stórur samfelagsligur vinningur at halda prísunum niðri. Tað hava vit ikki í Føroyum, sigur Heri á Rógvi í kanning av kostnaðarstøði í Føroyum Uni Holm Johannesen Eina ferð vóru ov fá ans­ingar­ pláss. Nú eru tey ov nógv. Barnatalið í størstu komm­ununum, Tórshavn og Klak­svík, minkar stútt og støð­ugt. Tað hevur nú ser­ligar avleiðingar á ans­ ingar­økjunum, har færri og færri børn eru. Seinasta árið hava dagstovnar latið aftur í høvuðsstaðnum, og í Klaksvík er ein arbeiðsbólkur settur at kanna, hvussu økið skal samskipast í framtíðini. – Orsøkin er heilt einfalt, at árgangirnir eru minni, og trýstið á ansingarøkið er somuleiðis minkað mun­andi, sigur Sigrun Vágs­tún, sum samskipar barna­ansingar­ øk­ið í Klaksvík. Árliga føðitalið er nú minkað niður á 575, sum er gott og væl 400 minni, enn tá tað var størst í 1966. Samlaða føðitalið er nú so lítið, sum tað var fyri 100 árum síðan, tá eini 18.000 fólk búðu í Føroyum. Minka støðugt Tórshavnar kommuna hevur trupulleikar við fólkatalinum. 243 børn vóru fødd í Havn í 2011. Tað vóru 19 færri enn í 2010, sum eisini var lágt í mun til ein vanligan árgang, sum hevur verið um tey 300. Í mars 2011 var fyri fyrstu ferð í fleiri mannaminni, at tað í høvuðsstaðarkommununi vóru fleiri deyð enn fødd. Katrin Petersen er leiðari á barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Hon var ikki at hitta, tá Sosialurin ringdi til hennara í gjár, men hon hevur fyrr gjørt vart við støðuna. - Nú er hvørki bíðilisti til vøggustovu, barnagarð ella dagrøkt, so familjur, sum flyta til Havnar, fáa síni børn í ansing beinanvegin, segði Katrin Petersen við Sosialin í september í fjør. Ein orsøk er, at barna­ familjur fara av landinum, og aðrar barnafamiljur eru ikki komnar heim eftir krepp­ una í 1990-árunum. Tað eru kortini dømi um familjur, sum flyta úr Havnini, har tað er bíligari at fáa hús. Lága burðartalið hevur havt við sær, at heili 70 ans­ingarpláss og nøkur ar­beiðspláss vóru skorin burtur í Tórshavnar komm­ unu í fjør. Tað sama er galdandi í Klaks­vík, har burðartalið mink­aði við 23 børnum frá 2010 til 2011. Tørvurin er mink­aður við gott og væl 10 prosentum seinastu árini. Evropa­ met í prísum Vørur og tænastur eru dýrar í Føroyum – so mikið dýrar, at Føroyar eru dýrasta landið í Evropa at liva í. Tað vísti kanning, sum Heri á Rógvi, bú­ skaparfrøðingur, lat gera í 2010. Úrslitið av kanningini var, at keypi­orkan hjá før­oy­ i­ngum var sum heild 14 prosent lægri enn keypiorkan í Danmark. Tað hevur fyrr verið staðfest, at Danmark er dýrasta land í Ev- ropa at virka í, men tað evropametið eiga Før­oyar. Høvuðsorsøkin, at tað er munandi dýrari í Føroyum er, at tað er lítil og eingin kapping á avgerandi økjum. Nógv viðurskifti í Før- oyum eru merkt av, at vit hava ein, tveir ella heilt fáar veitarar á økinum. Hetta er eisini fyri viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri brúkaran. – Tað ber við sær, at kappingin verður ov lítil og tað førir so aftur til hægri prísir enn neyðugt. Tað er ein sannroynd, at monopol og duopol føra til eins­ háttað útboð av vør­ um og tænastum og einsháttaðar prísir. Marknaðarstøðan í Føroyum elvir til, at prísirnir verða hægri enn teir høvdu ver­ið undir vanligum kapp­ ingarumstøðum, og tað er stak óheppið, at kappingin er so av­ markað, segði Heri á Rógvi, búskapar-frøð- ingur, tá. uni Barnatalið minkar í stórum BØRN FØDD Tórshavn Klaksvík 2005: 290 74 2006: 274 58 2007: 272 74 2008: 289 64 2009: 263 57 2010: 262 66 2011: 243 43 Barnatal Burðartalið í Føroyum er nú so lágt, at tað merkist á ansingarstovunum í Havn og í Klaksvík, har trýstið er minkað munandi Færri og færri børn verða fødd í tveimum teimum størstu kommununum í landinum, Tórshavn og Klaksvík. Tað merkist serliga væl á ansingarøkinum børn