Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Sagt um fólkafráflyting Lagt til rættis: Uni Holm Johannesen »Eg, og øll hini, sum hava ábyrgdina av øllum útjaðarøkjunum í heiminum, hava ikki dugað nóg væl. Ella hava stóru býirnir dugað ov væl at lokka fólk til sín.« Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tann 6. juni 2012 »Orsakað av vánaligum politikki og ongari politiskari stýring, er samfelagið í dag á slíkari vandakós, sum tað ongantíð hevur verið áður – í øllum førum ikki síðan miðskeiðis í 1600-talinum. Høgur oljuprísur og fíggjarkreppa í heiminum eru við til at økja um trupulleikarnar, men veruligu trupulleikarnir í Føroyum í dag eru sjálvskaptir og hava lítið og einki við kringumstøðurnar at gera. Politiskt noktar man at síggja veruleikan í eyguni og tosar í staðin um allar møguligar smáar trupulleikar, sum einki hava við veruligu stóru myndina at gera.« Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, tann 26. september 2011 »Metlágt burðaravlop og áhaldandi stór fráflyting av ungdómi átti at fingið landsins stýri at vakna, men tvørturímóti skumpar politikkurin undir fráflyting og fólkaminking. Vit mugu sum skjótast fáa fakfólk saman at koma landsstýri og løgtingi til hjálpar við góðum ráðum, um hvussu ólukkuliga gongdin kann vendast.« Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður og sosiologur, tann 11. mai 2012 »Í hesi løtu tapa vit kappingina við útheimin um okkara fremsta tilfeingi, sum er fólkið í Føroyum. Men eg síggi ikki, at nakað veruligt verður gjørt við fráflytingina. Føroyar eru ein fjarskotin útjaðari í Norðuratlantshavi, og útjaðarar fara altíð at missa fólk. Men vit missa væl yvir 100 føroyingar um árið, og tað er ein national vanlukka. Eg fati ikki, at allur politikkurin í hesum landinum ikki verður lagdur til rættis eftir hesum eina málinum – at steðga fráflytingini. Tann ónda ringrásin má brótast við massivum politiskum tiltøkum.« Heini í Skorini, MA í samfelagsfrøði og religión, tann 30. desember 2011 »Fólk rýma ikki frá einum stað, har tey hava møguleikar og har tey trívast. Fólk trívast har tey sleppa at liva í friði og sleppa at útfolda seg. Politiski myndugleikin í Føroyum skal tryggja fólki rásarúm bæði fysiskt og andsligt. Ungir føroyingar skulu ikki noyðast av landinum at taka útbúgving – útbúgvingarmøguleikar skulu vera her. Og útlendingar skulu vera vælkomnir at leita sær til Føroya at liva og virka.« Jóanes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur, tann 1. juli 2011 »Harra løgmaður, hygg eftir Reykjavík, hygg eftir Akureyri, hygg eftir Tromsø og Aalborg. Hvat ger man har? Jú, man investerar massivt í altjóða universitet og gransking, og úrslitið er ikki bert stórur fólkavøkstur, men stórur búskaparvøkstur. Hvat gera tit her? Okkara Fróðskaparsetur liggur spjatt runt í Havn – og skjótt eisini kring alt landið – ið smáum og vánaligum hølum. Her er eingin savningarmegi, her er eingin sjónligheit, her er eingin samleiki.« Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tann 5. januar 2012 1990’unum vóru millum 600 og 900 børn fødd um árið í Føroyum – og burðaravlopið var millum 354 og 401. Í fjør var burðaravlopið 212 børn. Størsta burðaravlop í Føroyum í nýggjari tíð var í 1990. Tá vóru 943 børn fødd, og 359 fólk doyðu. Tað gav eitt avlop á 584. Tað verða alt færri børn fødd í Føroyum. Í 1992 vóru 805 børn fødd í Føroyum. Í 2002 vóru tey 709. Og í fjør vóru tey 576.