Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Av útsetum í Danmark, sum umhugsa at flyta aftur til Føroya, ynskja 71% at búgva í Tórshavn, 9% ynskja at búgva í øðrum býi og 13% á bygd. Høvuðsorsøkin til, at føroyingar enn eru í Danmark, er, at teir hava stovnað familju. Væl fleiri konufólk hava stovnað familju í Danmark, samanborið við mannfólk. Rógvi Nybo Sosiologurin og fyrr­ver­ andi landsstýris-, og løg­ tingsmaður fyri Javnaðar­ flokkin, Hans Pauli Strøm, er greiður í málinum, tá vit leggja tølini fram fyri hon­ um. – Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, sum tekur grundarlagið undan fram­ tíðar fólkavøkstri, ávarar hann. Hans Pauli Strøm hev­ ur í fleiri umførum skrivað greinar um henda trupul­ leikan, og hann vísur á at vit standa við einum trupulleika sum kemur frá fleiri síðum, og at hesin hevur eitt fast mynstur. – Vit síggja eitt rættiliga fast mynstur í gongdini, sum hevur verið tey síðstu 8 – 9 árini. Øðrumegin síggja vit at burðaravlopið minkar á hvørjum ári og nú er søguliga lágt. Samstundis síggja vit eina stóra og heldur vaksandi fráflyting, sum er somikið stór, at burðaravlopið ikki longur vigar upp ímóti. Her er tað serliga stóra og kon­ sentreraða fráflytingin av ungum kvinnum, sum er mein fyri okkara samfelag, sigur Hans Pauli Strøm. Farligur tendensur Hyggja vit nærri at tølunum yvir eitt longri tíðarskeið, er tað greitt, at hetta er fyrstu ferð í rættiliga nógv ár, at vit hava fleiri fylgjandi ár við stórari nettofráflyting. – Samanbera vit við 50- og 60-árini, so fluttu eisini nógv fólk av landinum tá av ymsum orsøkum, eitt nú arbeiðsloysi. Men tá høvdu vit eitt somikið stórt burðaravlop, at sjálvt um frá­flytingin tá var um 240 fólk um árið í miðal, so leyp kortini av, sigur Hans Pauli Strøm. Men nú er burðaravlopið so lágt, at tað vigar ikki longur upp í móti fráflytingini. Og sambært sociologinum er hetta ein farligur tendensur. – Tað sum er mest órógv­ andi, er at tendensurin heldur versnar enn batnar. Tað er tað, sum er so vandamikið. Hetta er lívsfarligt, staðfestir Hans Pauli Strøm. Ein óndur sirkul Tá vit síggja, at fráflytingin er øgiliga konsentrerað um aldursbólkarnar 20 til 24 ár, standa vit við einum ovur­ stórum trupulleika, sum er vandamikil fyri framtíðina. – Hevði fráflytingin verið meira spjadd yvir fleiri aldursbólkar, so hevði tað verið eitt minni problem. Men tað er øgiliga konsentrerað um tey, sum skulu leggja grundarlagið undir framtíðar samfelagnum, og serliga kvinn­urnar í barnførum aldri. Tá tær flyta av landinum, og ikki koma aftur, skapar hetta ein óndan sirkul, sigur Hans Pauli Strøm. Hetta hevur við sær, at grundarlagið undir at sam­ felagið kann endurnýggja seg verður minni og minni. Trupulleikin er tó ikki, at tað kvinnurnar í Føroyum fáa ov fá børn – barnatalið fyri hvørja kvinnu er eitt tað størsta í Evropa – men hinvegin at tað eru for fáar kvinnur eftir í Føroyum at seta nýtt við. – Hetta koyrir í einari negativari spiral, inntil vit fáa brotið tað. Nógv størri trupulleiki enn hall á fíggjarlógini Seta vit henda trupulleikan í perspektiv í mun til aðrar avbjóðingar, vit standa við í løtuni, metir Hans Pauli Strøm, at hetta er ein nógv størri trupulleiki, enn vit – og sanniliga eisini politiska skipanin – vanliga geva okkum far um. – Hetta er ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú hallið á fíggjarlógini. Tað kanst tú fjerna upp á nøkur fá ár við at gera nøkur fá politisk tiltøk. So lættliga sleppa vit tó ikki við hesum trupulleikanum, ávarar Hans Pauli Strøm. rogvi@sosialurin.fo Serfrøðingurin: Hetta eru ræðandi tøl Fráflyting Heldur gongdin við øktari fráflyting og mink­ andi burðaravlopi fram, er búskapar­liga grundarlagið undir vælferðarsamfelagnum svinnandi. – Vit síggja eitt rættiliga fast mynstur í gongdini, og tølini eru ræðandi, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur Tað sum er mest órógvandi, er at tendensurin heldur versnar enn batnar Hetta er ein nógv størri trupulleiki enn eitt nú hallið á fíggjarlógini ónd ringrás – Vit eru komin inn í eina ónda ringrás, sum tekur grundarlagið undan fram­tíðar fólkavøkstri, sigur Hans Pauli Strøm Umframt familju er arbeiði ein høvuðsorsøk til, at føroyingar eru búsitandi í Danmark. Harafturat er umleið fimti hvør enn í Danmark, tí tey eru í útbúgving.