Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nær so nógv aftur, sum tað fara á hvørjum ári. Gongdin seinastu trý ár­ ini váttar eisini hetta. Saml­ aða nettoflytingin vísur, at sein­astu trý árini á rað eru oman­fyri 300 fleiri fólk flutt av landinum, enn tað komu fólk til landið. Ikki so lítið sigandi er tað, at hetta er fyrstu ferð síðani stóru kreppuna í 90’unum, at vit hava trý fylgjandi ár við stór­ ari fólkafráflyting. Eiga færri børn Samstundis sum fólk flyta av landinum í stórum, verða alsamt færri børn fødd í Føroyum. So langt aftur, sum hagtølini hjá Hag­stovu Føroya vísa, hevur burðar­ talið ongantíð verið so lágt sum nú. Hvørki í absoluttum tølum ella í børnum fødd í mun til fólkatalið. Høga barnatalið hjá før­ oyingum hevur annars í langa tíð vigað upp ímóti fólka­fráflyting, og tískil hava vit ikki áður sum nú merkt so nógv til fráflyting. Í kreppuárunum í 50’unum og 60’unum fluttu eisini nógv fólk av landinum, men tá var fram­vegis fólkavøkstur, av tí at burðaravlopið var so størt. Nú er tað bert ein triðing av tí, tað var í tí tíðarskeiðinum. Tískil var tað ikki ein trupul­ leiki á sama hátt tá, sum nú. Døpur útlit Hyggja vit eftir hvønn veg pílarnir yvir gongdina venda, eru útlitini fyri fram­tíðina døpur. Stóra fráflytingin er strukturell. Sam­ felagsbroytingar hava við sær, at hvør kvinna í miðal eigur færri børn enn áður. Samstundis flyta al­samt fleiri av hesum kvinn­um av landinum og koma ikki aftur. Hagtølini tala greiða talu: Samfelagið er við at stagnera, og vit eru komin inn í eina ónda ring­rás við færri føddum, færri til­flytarum og harvið færri ungum at seta nýtt við. Grundar­lagið undir framtíðar vælferðar­sam­fel­ ag­num máast við vaksandi ferð undan fótum okkara. rogvi@sosialurin.fo Tað eru nógv flest fólk í aldrinum 20-24, sum flyta av landinum – og kvinnurnar eru fleiri í tali enn menninir í hesum aldri. Í fjør var nettoflytingin í hesum aldursbólki -207 fólk. í 2011 fluttu 1662 fólk av landinum, meðan 1286 fluttu til Føroya. Hetta gav eina nettoflyting á - 376 fólk, sum er tað størsta afturgongd síðani 2005. fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð Seinasta uppgerðin yvir fólkatalið í Føroyum er frá mars mánaði í ár. Tá búðu 48.273 fólk í Føroyum. 0 5 10 15 20 25 Fødd pr. 1 000 0 100 200 300 400 500 600 700 800 900 1000 Fødd -114 -250 -200 -150 -100 -50 0 50 Nettoflyting: Menn og Aldursbólkar Nettoflyting Menn 2009 Nettoflyting Menn 2010 Nettoflyting Menn 2011 Kelda: Hagstova Føroya 0 100 200 300 400 500 600 700 Burðaravlop 1970 - 2011 Kelda: Hagstova Føroya Kelda: Hagstova Føroya Kelda: Hagstova Føroya Burðaravlop Burðaravlopið er munurin á føddum og deyðum