mikudagur 11. juli 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Burðaravlopið minkar støðugt.
Í fjør vórðu 576 børn fødd í
Føroym og 364 doyði. Hetta gav
eitt burðaravlop upp á bert 212
fólk, og tað er søguliga lágt.
Árini síðani 2003 hava Føroyar
havt negativa nettoflyting.
Bert í 2007 var eitt plus. Annars
hevur nettoflytingin frá 2004
til 2011 verið -1.827 fólk.
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Fráflytingin helt fram
í fyrsta ársfjórðingi
í ár. Nettoflytingin
frá januar til mars
var - 43 fólk.
Alt fleiri fólk flyta av landinum, og alt færri koma heimaftur,
burðaravlopið minkar í stórum, og hetta hevur við sær, at fólkatalið
í Føroyum er minkað trý ár á rað. Á næstu síðunum greina vit
tølini, vit lýsa gongdina, avleiðingarnar og útlitini, og vit koma
eisini við boðum um, hvussu fráflytingin kann steðgast.
Allir pílar peika
skeivan veg
Fráflyting Tað er greið tala. Øll hagtøl vísa, at Føroyar stútt og
støðugt gerast fátækari í fólki. Færri børn verða fødd. Tey ungu, sum
skulu seta nýtt við, rýma av landinum í stórum. Bert seinastu trý árini eru
omanfyri 1000 fólk fleiri flutt av landinum enn til landið. Grundarlagið
undir framtíðar vælferðarsamfelagnum máast undan okkum í stórum
Rógvi Nybo
Tølini tala fyri seg. Burðar
avlopið er bert helvtin av tí,
tað var fyri 20 árum síðani.
Seinastu trý árini eru oman
fyri 300 fleiri menn og 500
fleiri kvinnur í aldrinum 20
til 24 ár fluttar av landinum,
enn tað komu til landið.
Samstundis flyta færri aftur
til landið, og tí eru næstan
1000 fólk fleiri flutt av land
inum, enn tað eru flutt til
landið síðani Kaj Leo Holm
Johannesen tók við sum løg
maður í september 2008.
Stutt sagt peika allir
pílar skeiva vegin í løtuni.
Heldur gongdin fram, verða
uppsagnir,
barnagarðs-,
vøggustovu og skúlaafturlat
ingar gerandiskostur langt
inn í framtíðina. Búskapar
vøsktri kunnu vit tá skjóta
ein langan píl eftir.
Fráflytingin økist
Á hvørjum ári fer enn eitt
stórt ættarlið av ungum fólk
um av landinum. Hetta er
ein nátúrlig avleiðing av, at
alsamt fleiri leita út í heim at
lesa. Hetta sæst eisini aftur í
tølunum. Nógv tann størsti
bólkurin, har nettoflytingin
er negativ, er tey ungu mill
um 20 og 24 ár.
Tølini tala fyri seg. Í fjør
fluttu 207 fleiri ungar í hes
um bólki av landinum, enn
tað komu til landið. Millum
mannfólkini í sama aldurs
bólki er talið eitt vet minni.
Har fluttu 114 fleiri av land
inum, enn tað komu til
landið.
Stóri trupulleikin er tó
ikki, at tey ungu fara út í
heim at lesa. Trupulleikin
er serliga sjónligur við at
nettoflytingin ikki er positiv
millum teir eldru aldurs
bólkarnar. Sostatt koma ikki
Nettoflyting
Nettoflyting er
munurin á fluttum
til og av landinum
451
543
390
209
-166
-422
-89
-186
56
-327
-317
-376
-400
-600
-400
-200
0
200
400
600
Nettoflyting 2000 - 2012
-207
-250
-200
-150
-100
-50
0
50
Nettoflyting: Kvinnur og Aldursbólkar
Nettoflyting Kvinnur 2009
Nettoflyting Kvinnur 2010
Nettoflyting Kvinnur 2011
Kelda: Hagstova Føroya
Kelda: Hagstova Føroya