mikudagur 11. juli 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lagt til rættis: Árni Joensen
Breivik skal lesa
stjórnmálafrøði
Norski
hópdrápsmað-
urin Anders Behring
Breivik ætlar sær ikki
at sita hendur í favn
tey árini, hann skal sita
í Ila-fongslinum. Ein av
verjum hansara, Tord
Jordet, sigur við blaðið
VG, at Breivik hevur
sagt verjunum, at hann
ætlar sær at lesa stjórn
málafrøði og at skriva
bøkur, meðan hann er í
fongsli.
Annars hevur Breivik
havt úr at gera við av
lesa og at svara brøvum,
sum hann hevur fingið,
síðani hann varð settur
fastur. Tord Jordet sig
ur, at sjálvur heldur
Breivik, at hann hevur
fingið millum 500 og 600
brøv. Hann hevur fingið
brøv úr meiri enn 25
londum, men tey flestu
eru komin úr Noregi. Av
teimum útlendsku brøv
unum hevur hann fingið
tey flestu úr Týsklandi,
Svøríki,
Bretlandi
og
Russlandi.
Tann 24. august fellur
dómur í málinum ímóti
Anders Behring Breivik.
Keypa nógv á
internetinum
Í fjør keyptu danir fyri
níggju milliardir krón
ur á internetinum frá
handlum
uttan
fyri
danska
markið,
og
serkøn hjá Dansk Er
hverv vænta, at um átta
ár fara danir at keypa
fyri 22 milliardir krónur
um árið frá útlendskum
internethandlum.
Annette Falberg hjá
Danske Internethandl
ere sigur, at danir keypa
serliga klæðir, bøkur,
elektroniskar vørur og
telduspøl. Og eftir henn
ara tykki er tað ikki av
tilvild, at fólk keypa so
nógv frá útlendskum in
ternethandlum.
– 41 prosent siga, at
tey spara pengar við at
keypa frá útlendskum
internethandlum,
og
29 prosent siga, at tey
noyðast at fara til útl
endskar internethandlar
fyri at fáa tær vørurnar,
sum tey vilja hava, sigur
Annette Falberg.
Hon sigur, at í dag
eru tað serliga tey ungu,
sum brúka internetið at
keypa við, men at onnur
fara at gera tað sama í
komandi árum.
Samherji umskipast
Íslendska vinnufyritøk
an Samherji, sum eisini
er partur av tí føroyska
vinnulívinum, skal nú
umskipast. Stjórnin hev
ur samtykt at skilja tað
íslendska virksemið frá
tí útlendska, samstundis
sum Lutafelagið Sam
herji skal yvirtaka alla
ogn og alla skuld hjá tí
gamla felagnum, Sam
herji hf.
Í einari grannskoð
arafrágreiðing, sum er
gjørd í sambandi við
umskipanina, stendur, at
tað er torført at meta um
virði á kvotum og ognum,
eftir sum viðurskiftini
í fiskivinnuni eru so
ótrygg, men at umskip
anin ikki eigur at hava
nakra ávirkan á trygd
ina
hjá
lánveitarum
felagsins.
Í
síni
nýggjársrøðu
fyri
einum hálvum ári síðani
nevndi Kuupik Kleist, lands
stýrisformaður, at Grønland
kanska fór at taka seg burtur
úr IWC. Ane Hansen, lands
stýriskvinna, sum umsitur
hesi viðurskifti, sigur við
KNR, at hon tosar javnan
við
sínar
starvsbrøður
í
NAMMCO-felagsskapinum
um hugskotið at stovna ein
annan felagsskap, sum skal
taka sær av áhugamálum hjá
teimum londum, sum veruliga
hava við hvalaveiði at gera.
Á IWC-fundinum í Panama
herfyri skjeyt Danmark upp
at loyva grønlendingum at
økja stórhvalakvotuna úr 211
í 221, men uppskotið vann
ikki frama. Og tað kann fáa
avleiðingar.
– Tað, sum hendir í IWC,
fær okkum ikki at sleppa
tankanum um at fara burtur
úr
felagsskapinum,
sigur
Ane Hansen við grønlendska
kringvarpið.
Tí fer hon at taka stig til,
at fiskimálaráðharrarnir í
NAMMCO-londunum hitt
ast í september at tosa um
leiklutin hjá IWC í sambandi
við stórhval, og tá kemur
tankin um ein annan hvala-
veiðifelagsskap uttan iva á
borðið.
Umhugsa annan felagsskap fyri IWC
Grønland umhugsar framvegis at taka seg burtur úr Altjóða
Hvalaveiðinevndini IWC og at taka stig til at stovna ein annan
felagsskap til at røkja áhugamál hjá hvalaveiðilondum
Íslendska bankakreppan
fyrimynd hjá bretum
Í Bretlandi krevja fleiri og fleiri, at ein óheft nevnd verður
sett at kanna framferðina hjá landsins bankum, og kanska
fer nevndin at brúka kanningina, sum bleiv gjørd aftan á
íslendsku bankakreppuna í 2008, sum fyrimynd
Tað er tað viðurkenda blaðið
The Financial Times, sum rør
uppundir, at bretar kanska
fara at venda eygunum ímóti
Íslandi í hesum høpi.
Aftan á bankaskrædlið
í Íslandi á heysti í 2008
setti Altingið eina serliga
nevnd at kanna virksemið
hjá landsins bankum, og 15
mánaðir seinni kom nevndin
við síni frágreiðing. Nevndin
fanst hvassliga at fleiri leið
andi bankamonnum, men
politikararnir sluppu heldur
ikki undan atfinningum.
The
Financial
Times
skrivar, at frágreiðingin hjá
altingsnevndini fekk góða
móttøku millum fólk, og blað
ið nevnir i hesum viðfangi,
at øll frágreiðingin, sum er í
níggju bindum, varð lisin upp
í Borgarleikhúsinum í Reykja
vík, tá hon var komin út.
Blaðið heldur, at krøvini
hjá teimum bretsku ting
monnunum um at kanna
virksemið hjá teimum bretsku
bankunum
líkjast
nógv
teimum krøvum, sum tann
íslendska kanningarnevndin
fekk. Tí heldur The Financial
Times, at í hesum førinum
kann Ísland vera fyrimynd
hjá Bretlandi.
Tað eru serliga tingmenn
hjá Labour, sum vilja hava
bankakervið
kanna
eftir
gøluna við Barclays-bankan
um, men leiðandi konserva
tivir politikarar hava eisini
funnist hvassliga at banka
kervinum.
Grønlendingar eru um nat missa tolið við IWC
Mynd: Polfoto
Gølan um Barclays-bankan hevur fingið bretskar politikarar at krevja, at alt bankakervið verður kannað
Mynd: Polfoto