Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2012 · Nr. 79 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 í meldrinum Rólant saman við fleiri øðrum hjartabørnum, og hann varð skjótt umringaður av forvitnum børnum. Onkur vildi hava at vita, um Rólant ikki hevði verið bangin, men tað hevði hann ikki verið Rólant sigur, at tað er loyniligt, hvaðani hjartað kemur. – Tað einasta, tey vilja siga mær, er, at talan er um eitt ungt, sterkt hjarta, sigur hann. – Men ógvuliga takksamur eri eg, leggur hann afturat. Upp á høgar tindar Eftir at hava verið í Danmark í sjey mánaðir í sambandi við skurð­viðgerðina, gekk leiðin heim aftur við Norrønu, og tað var av tilvild ein countrytúrur, so har varð hann róptur fram at heilsa upp á kend fólk, sum country­kongin, Hall Joensen, sang­aran Kristinu Bærendsen og skemt­aran, Hilmar Jan Hansen. Heimkomin var stór mottøka at bjóða honum vælkomnum heim aftur, og har vóru vinfólk hjá mær, systkin, ommur og mostrar og vin­fólk hjá foreldrunum. Rólant R. Biskopstø sigur, at tað gekk ómetaliga skjótt framá, og kroppurin hevur tikið væl í móti nýggja hjartanum. – Eg havi gingið nógv í fjøllunum og havi verið uppi á fleiri fjalla­tindum og longu níggju mán­aðir eftir, at eg fekk nýggja hjartað, vóru vit –sama dag- uppi á Háfjalli, sum er 647 metrar, uppi á Hálgafelli, sum er 503 metrar og uppi á Klakki, sum er 414 metrar. – Tað stóð ikki á, sigur Rólant. Bíligur prísur fyri lívið Men hóast Rólant hevur tað sum fiskurin, slepst ikki undan, at lív­ ið hevur nakrar avmarkingar. – Eg taki nógvan heilivág at skerja immunverjuna fyri at minka um vandan fyri, at kropp­ urin leypur á hjartað og stoytir tað frá sær. Tað er ein javnvág, sum skal haldast ógvuliga neyv, tí taki eg ov nógvan heilivág, verður immunverjan so veik, at eg verði sjúkur av øllum handa slagi, men taki eg ov lítið, verður hon ov sterk og kann stoyta hjartað frá sær. Men tað gongur alt upp á stás. Heilivágurin skal takast upp á klokkuslett klokkan 12 á miðdegi og á midnátt, 10 tablettir um dagin og sjey á midnátt. – Eg skal taka heilivág alt lívið, men væntandi er, at nýtslan kann minkast nakað, sum frálíður. – At immunverjan er veik, ger, at eg eri í 50% størri vanda fyri at fáa krabbamein í húðini enn vanligt er, og tískil skal eg brúka sólkrem við faktor 50%. Rólant sleppur heldur ikki at eta nakað sum helst rátt, tí tað økir um vandan fyri bakterium. – Eg sleppi ikki at eta skerpi­ kjøt, turran fisk, turra grind ella ein reyðan búff. Alt skal vera væl stokt ella væl kókað. Stjørnufrukt og grapefrukt kann hann heldur ikki eta, tí tað mótvirkar heilivágin. Rólant skal helst ikki hava sløg inn á bringuna, so læknarnir hava sagt við hann, at hann kann gloyma alt um at verða neva­ leik­ari ella wrestlari, tá ið hann verður vaksin. – Tað er til at liva við, tí tað hevði eg nú ikki ætlað mær kort­ ini, sigur hann við einum skeiv­ um smíli. – Læknarnir hava eisini trútt­ að niður í hann, at hann má ikki fara at roykja. Hann viðgongur, at hann hev­ ur roykt, men tað er hann so hild­ in uppat við. Hann heldur, at alt hetta er ein ógvuliga bíligur prísur at rinda fyri lívið. – Annars kann eg liva eitt púra vanligt lív, so eg klagi ikki. Hvílur í sær sjálvum Hinvegin hevur Róland fingið grønt ljós frá læknum til at fáa sær eina kenning. – Eg havi drukkið eitt sindur fyrr. Eg var sum nógvir aðrir ung­ dómar, gekk í býin og á festivalar og fekk mær kenning. Men tað geri eg ikki longur, tí eg eri blivin trúgvandi, so eg havi fingið ein annan hugburð til rúsdrekka. – Beint áðrenn eg fór niður á Ríkissjúkrahúsið læt eg meg doypa í Betesta. – Men serliga eftir at eg kom heim aftur eftir skurðviðgerðina, gekk eg í býin við vinmonnum, og tað var spennandi at royna ymiskt, so eg fylgdi við og í tí sambandi drakk eg onkuntíð. Men trúgvandi vinfólk og systkin fingið hann á aðrar tankar. – Tá ið eg lat meg doypa, gjørdi eg samstundis av at leggja alt í Harrans hendur og at seta mítt álit á hann. Tað gav mær ein frið, sum gjørdi, at eg var ongantíð bangin fyri tí, sum skuldi henda. – Onkuntíð var eg eitt sindur nervøsur, men ongantíð bangin. Hann sigur, at tað hjálpti sær ómetaliga væl at vita, at nógv fólk vóru í forbøn fyri sær. – Tað varð biðið fyri mær heilt úr Klaksvík til India, og tað merkti eg ómetaliga væl, tí tað fall ein slíkur friður á meg, sigur Rólant. – Tað hjálpti eisini væl, at øll vóru alla tíðina opin og greiddi mær væl frá tí, sum henda skuldi. – Sjálvandi kom tað sum ein hvøkkur, tá ið fekk at vita, at mín einasti møguleiki var at fáa eitt nýtt hjarta. Tað var hart at fáa at vita, men talan var ikki um nakran beinleiðis skelk, tí eg hvíldi rættiliga væl í mær sjálvum, og eg var væl fyrireikaður upp á tað. Og eg ivaðist ikki eitt sekund í at taka av tilboðnum. Hann hevur heldur ongantíð verið í nakrari sálarligari kreppu, sum so mong onnur koma í, sum koma í eini slíkari sermerka støðu, at tey skulu hava eitt nýtt hjarta. Hann sigur, at hóast hann var doyptur í Betesda, gongur hann eisini í Kelduna, og hann hevur eisini staðið gubbi. – Eg gangi ikki so høgt upp í, hvar eg eri á møti, leggur hann afturat. Nú er tað mítt hjarta – Rólant sigur, at nú gleðist hann um tað nýggja lívið, hann hevur fingið. – Eg fylli 2. mars, so tá halda vit føðingardag, Men 5. november er eisini ein heilt serligur dagur, tí tá fekk eg lívið einaferð afturat, so tann dagin halda vit eisini. Hugsar tú nakrantíð um at tú hevur eitt fremmant hjarta í tær? – Kanska eg gjørdi tað í fyrst­ uni. Hetta er ikki hjartað, sum mamma mín bar í móðurlívi. Men nú er tað bara mítt hjarta. Tað er ógvuliga stórt at hugsa um, at eitt menniskja hevur latið lív og faktiskt er deytt fyri meg. – Eitt menniskja hevur latið lív, og tey avvarðandi hava játtað, at hjartað kundi brúkast til at geva lív, og tað var so eg, sum fekk tað. Og Rólant hevur eisini gjørt av, hvat hann skal brúka lívið til. Hann hevur altíð havt áhuga fyri sjónleiki. Stóð á palli fyri trim­um árum síðani. Tað var í ein­um barnaleiki, og hevur hann síð­ani verið við í fleiri leikum um happ­ing og annað. – Nú fari eg í 10. Flokk, og kanska fari eg á miðnámsskúla eis­ini. Men í øllum førum er tað greitt, at Rólant ætlar sær at læra til sjónleikara. – Øll fara altíð til Danmarkar, men eg kundi hugsa mær at roynt okkurt nýtt og farið til Íslands, Finlands, Noregs ella Svøríkis at lært til sjónleikara. Rólant á fløgu Skjótt verður Rólant eisini aktuell­ur á fløgu. Lisa Frederiksberg varð so hug­tikin av mínari søgu, at hon helt, at onkur átti at skriva ein sang um meg. Eg havi eitt syst­ kina­barn, sum eitur Annbritt Lamhauge, og sum dugir væl at skriva sangir. Hon er í ferð við ein sang um meg á enskum, sum Lisa Frederiksberg fer at syngja. Tað liggur eisini í kortunum, at Steintór Rasmussen og eg skulu skriva ein sang um meg á før­ oyskum. Hetta er nokk so stutt­ ligt, og tað eri eg nokk so spentur upp á, sigur Rólant Reginsson Biskopstø. aki@sosialurin.fo – Tá ið eg var ringast fyri, gekk eg ikki trappurnar upp á loft, sigur hann. Níggju mánaðir eftir, at hann hevði fingið nýggja hjarta, var hann sama dag uppi á trimum høgum fjallatindum