fríggjadagur 13. juli 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Oddagrein
??
Síða 8
???
Kjak á síðu 13
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinasta
veljarakanningin
hjá
Gallup Føroyar sendi Sjálvsstýris
flokkin úr Løgtinginum. Í løtuni
hevur Sjálvsstýrisflokkurin eitt
tingumboð, og hetta var ikki fyrsta
ferðin, at veljarakanning tók um
boðið frá flokkinum. Formaðurin
í Sjálvsstýrisflokkinum greiðir í
longri samrøðu í blaðnum í dag frá,
hvussu hann upplivir støðuna, og
hvussu hann heldur útlitini eru.
Sjálvsstýrisflokkurin er aldar
gamal flokkur – meira enn hundrað
ára gamal – men síðani 1936 hava
løgtingsvalini oftast snúð seg um at
røkka upp um tinggáttina. Við hvørt
hevur tað gingið væl og virðiliga,
aðrar tíðir hevur tað staðið á. Flokk
urin hevur ligið millum eitt og trý
tingumboð, og eitt skifti undir
seinna heimsbardaga var flokkurin
ikki umboðaður í løgtinginum, men
hann kom afturíaftur.
Á seinasta løgtingsvali var úrtøk
an 4,2 prosent av atkvøðunum, og
tað rakk til eitt tingumboð – Kára
P. Højgaard, sum síðani gjørdist
landsstýrismaður og gav pláss fyri
Jógvani Skorheim í Løgtinginum.
Veljarakanningarnar hjá Gallup
Føroyar síðani valið benda á upp
aftur minni undirøku, og í tveimum
av trimum kanningum er flokkurin
settur uttanfyri tinggáttina. Hon er
1/33 ella 3,03 prosent. Seinasta kann-
ingin gav flokkinum 2,9 prosent.
Profilurin í politisku hugsjónun-
um eru vorðnar alt kámari. Eisini í
Sjálvsstýrisflokkinum, sum í mong
ár hevur verið hildin uppi av, at tey
stóru økini í landinum hava kapp
ast um at vinna flokkinum umboð
á ting. Fyrru árini stóðu Havnin og
Klaksvík sterk, men hesi seinnu
árini hevur flokkurin eisini havt
fitt av veljarum í Eysturoy. Í løtuni
er tað tann konservativi parturin
av Sjálvsstýrisflokkinum við Kára
P. Højgaard og Jógvani Skorheim,
sum hevur valdið, meðan tann
meira progressivi parturin av flokk
inum í Suðurstreymoy við Kristi
annu Winther Poulsen á odda tapti
seinasta val.
Um flokkinum skal verða lív
lagað, so er tað avgerandi, at tey í
Suðurstreymoy ikki geva skarvin
yvir, men taka kappingina upp við
Eysturoy og Norðoyggjar um at
vinna umboðið ella eitt av umboð
unum fyri flokkin. Sjálvsstýris
genið tykist tó verða so sterkt,
at fólk, sum hava verið partur av
Sjálvstýrisflokkinum, halda seg
hoyra heima har og tískil ikki
tykjast ætla sær at skifta til annan
flokk. Tað kunnu tey í Eysturoy og
Norðoyggjum fegnast um, tí lata
tey í Suðurstreymoy sjálvsstýris
skútuna sigla sín egna sjógv, so er
vandin stórur fyri, at hon siglir á
land og verður vrak.
Sjálvsstýrisflokkurin
hevur brúk fyri kapping
millum økini
Sjálvsstýrið ríður um gáttina
Dynamit við
nýggjum sangi
vikuskiftisblaðið
213 sleppa
á Setrið
Poppbólkurin Dynamit
í Klaksvík er nú aftur
aktuellur við nýggjum
sangi. Herfyri sendu
teir sangin “Eg eri
klovnur” í umfar,
og nú í vikuni var
aftur nýtt at frætta
frá teimum. Hesaferð
er tað sangur, sum Jens
Aksel Heldarskarð hevur
skrivað. Sangurin eitur “Hví
gongur
Tom
altíð
skid”.
Mikkjal Hvannastein hevur
framleitt sangin, og Erik
Biskopstø hevur tikið upp
og ljóðblandað. Sangurin
verður ivaleyst at hoyra á
útvarpsrásunum
komandi
tíðina.
Løgin
niðurstøða
Henrik Old
Kjak á síðu 14
Avtak
floks
stuðulin
Teitur Vágadal
Kjak á síðu 15
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Nógv avbygdafólk á
sjúkrahús í Klaksvík
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Umleið 35 prosent av innløgd
um sjúklingunum á Klaks
víkar Sjúkrahúsi kom aðra
staði frá enn úr Norðoyggjum.
Tað skrivar Norðlýsið, sum
hevur spurt seg fyri um hetta
á sjúkrahúsinum.
Sjúklingatalið
á
Klaks
víkar
Sjúkrahúsið
veksur,
og lutfallið er broytt, síðani
Norðoyatunnilin kom í 2006.
37 prosent av teimum, sum
koma á skaðastovuna, eru ikki
úr Norðoyggjum, á røntgen
stovuni eru tey 40 prosent og
á rannsóknarstovuni helvtin.
Næstu dagarnar fáa til
samans 213 umsøkjarar til
útbúgvingarnar
á
Fróð
skaparsetrinum boð um, at
tey eru upptikin.Tilsamans
komu 350 umsóknir komu
inn til útbúgvingarnar á
Setrinum. Og av hesum eru
sum sagt 213, sum fáa lest
rarpláss í boði eftir summ
arfrítíðina.
Býtið millum útbúgving
arnar gjørdist soleiðis:
30 føroyskt BA
2 føroyskt hjánám
34 KT-verkfrøði
15 lívfrøði
35 lærara
35 námsfrøði
25 samfelagsvísindi
22 sjúkrarøktarfrøði
15 søga
Vegna ov veikt studenta
grundarlag verður onki nám
í náttúruvísindum við denti
á jarðfrøði ella havfrøði
í 2012. Tríggir av umsøkj
arunum til náttúruvísindi,
sum uppfylla fortreytirnar
fyri at verða tikin upp til
lívfrøði, eru tó boðin at taka
ta útbúgvingina.
Talið av umsóknum til
lestur á Setrinum varð mun
andi størri í ár enn í fjør, tá
talið var 273.