Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TF Holding, sum m.a. eigur Tryggingarfelagið Føroyar, TF Íløgur, Betri pensjón og 70% av Eik Banka, hevur tørv á starvsfólki at røkja nakrar av teim spennandi uppgávunum, sum knýta seg at fíggjarøkinum. Talan er um eitt fjølbroytt starv hvørs uppgávur m.a. fevna um at skipa og greiða úr hondum innanhýsis og uttanhýsis rapportering umframt at vera ein aktivur viðspælari í samband við røkt av ognum samtaksins í breiðari merking. Vit kundu hugsað okkum at tú Hevur útbúgving í minsta lagi á bachelorstøði sum t.d. HD, HA ella líknandi útbúgv- ing. Royndir innan banka/íløgu ella grannskoðaravirksemi eru fyrimunir. Og harumframt hesar fakligu og persónligu eginleikarnar: • Hollan førleika innan KT rapporteringsamboð • Góð samstarvs- og samskiftisevni • Analytisk evni • Broytingarsinni • Kann arbeiða sjálvstøðugt • Góðan málførleika í skrift og talu • Góð/ur at halda freistir Vit kunnu bjóða tær Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku, sum er í støðugari menning. Eitt starv í eini fyritøku við greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað. Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, fjølbroyttum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari førleikamenning, har viðkomandi sjálv/sjálvur verður við til at byggja starvið upp og mynda tað frameftir. Talan er um nýtt starv, so tillagingar kunnu møguliga ávirka uppgávuinnihaldið. Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum YTF og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika. Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Jákup Lamhauge, stjóra í TF Íløgum við telduposti til jl@trygging.fo ella á fartelefon 215582. Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. august 2012 kl. 12.00. Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til: TF Holding P/F Starvsfólkadeildin Postsmoga 329 FO-110 Tórshavn Umsóknin kann eisini sendast við telduposti til: starvsfolkadeild@trygging.fo trygging.fo Nýtt spennandi starv á Fíggjardeildini í TF Holding Starvslýsing