fríggjadagur 13. juli 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Veðurfrøðingurin Trausti Jónsson sigur við
Morgunblaðið, at tað er líkt til, at árið í ár fer
at seta met í sóltímum í útsynningspart-
inum av Íslandi og har norðuri.
Tey so kallaðu Skagerakmøtini í Hirtshals verða aftur
í summar. Tað eru 30 ár síðani Levi Joensen úr Klaks
vík og aðrir í 1982 høvdu tað fyrsta møtið á Nóta
verkstaðnum Cosmos Trawl í Østhavnen í Hirtshals.
Randi Jacobsen
Teldan hjá sakføraranum,
sum Búnaðarstovan fekk at
lýsa festið í Fámará til sølu,
gekk heit, beint upp undir,
at boðini skuldu vera inni 25.
juni klokkan 12.
Men áðrenn tað, tóktist
áhugin ikki vera so stórur.
Fyrst var bara eitt boð, og
tað var frá Johan Dalsgaard
og konuni Rakul. Boðið var
1.000 krónur.
– Tann 1. juni 2012 fekk
eg enn eitt boð upp á festið.
Hetta boðið var upp á kr.
100.000,- og var frá Arna T.
Brattaberg við fleiri, sum
vístu á, at tey vóru eftirkom
arar av Arna Brattaberg og
Onnu, sum áður høvdu búð
í Fámará, og at festið tískil
hevði
stóran
kensluligan
týdning fyri tey. Váttan um
fígging kom eftirylgjandi, og
boðað varð haraftrat frá, at
tað var fyrrverandi festarin
í Fámará, Árni Brattaberg,
sum ætlanin var skuldi koma
at standa fyri festinum. Onki
beinleiðis prógv fyri, um Árni
Brattaberg leyk treytirnar
fyri at festa, var viðlagt boð
num, skrivaði, Jens Andrias
Vinther, advokatur hjá Bún
aðarstovuni í brævi til Fiski
málaráðið 5. juli.
Meira vert
Av tí at einki hægri boð kom
inn, og Búnaðarstovan metti,
at festið kundi seljast fyri
hálva mió. krónur, varð festið
lýst leyst av nýggjum. Freist
in varð sett til 25. juni.
Tá komu fleiri fyrispurn
ingar inn, og advokaturin
mælti øllum til at bjóða
tað mesta, tey kláraðu, áðr
enn freistin var úti. Hann
segði teimum eisini, at um
kappbjóðing
skuldi
vera,
mátti hon vera liðug á mid
degi 25. juni.
Klokkan 10.08 tann morg
unin kom boðið frá Johan
Dalsgaard. Boðið var saman
sett av 125.000 krónum í reið
um peningi og kr. 390.275, sum
mótrokning fyri arbeiðið,
hann hevur gjørt í Fámará.
Hálvan annan tíma seinni
svaraði advokaturin, at hann
hevði tikið ímóti boðnum,
men at hann ikki kundi siga,
um boðið fór at verða góð
tikið, tá ið alt boðið ikki var
í reiðum peningi.
Longri upp
Árni Brattaberg, sum hevði
boðið 100.000 krónur, fekk at
vita, hvat Johan Dalsgaard
hevði boðið, og Árni Bratta
berg segði, at hann fór at
bjóða 520.000 krónur.
Klokkan 11.45 kom boðið
frá uppisitaranum í Fámará
seinastu 12 árini, Jens Hera
Joensen.
Hann
bjóðaði
400.000 krónur og hevur
eisini eitt mótkrav upp á
1.312.500 krónur. Hann var tó
sinnaður at sleppa mótkrav
inum, um hann fekk festið,
men vildi ikki fara longur
upp í reiðum peningi.
Klokkan 11.49 kom boðið
upp á 520.000 krónur frá Árna
Brattaberg, sum viðhefti fígg
ing frá BankNordik upp til
600.000 krónur. Hann sendi
seinni boð um, at fór onkur
uppum, var hann til reiðar at
bjóða meira.
Eitt lægri boð kom løtu eftir.
Klokkan bleiv 12.00, og
eingin fekk tí høvi at bjóða
meira.
Innstillaði Arna
Brattaberg
Advokaturin innstillaði Árna
Brattaberg til festið, tí advo
katurin helt seg ikki vera
tann rætta at taka dagar
ímillum,
um
mótrokning
kundi telja við.
Jóhan Dalsgaard kærdi
innstillingina til Fiskimála
ráðið, men sambært advo
katinum hevði hann bara
triðhægsta boð samanlagt
og fjórðhægsta boð í reiðum
peningi.
Vandi fyri at missa
Hóast advokaturin mælti
frá, valdi Fiskimálaráðið at
steðga søluni av festinum.
Ein grundgeving fyri tí var, at
vandi var fyri, at boðgevarar
fóru at leypa frá, og minni tí
kundi koma inn fyri festið.
Stjórin í Búnaðargrunn
inum helt tað av somu orsøk
vera skeivt at útseta søluna.
Hann skrivaði í brævi til
Fíggjarmálaráðið.
– Eisini skal gerast vart
við, at sølan av einum festi
brævi og tann peningur,
sum kemur inn fyri tað, ikki
eigur at tvinnast saman við
einum møguligum endur
gjaldskravi.
Nevnast kann, at bæði
Johan Dalsgaard, Árni Bratta
berg og uppsitarin Jens Heri
Joensen lúka treytirnar við
víkjandi útbúgving.
Síðan er tað hent, at Johan
Dalsgaard hevur fingið sær
danskan advokat, sum fegin
vil hava útsett málið, tí hann
vil hava alt tilfari umsett
til danskt, og tí hann er í
summarfrí.
Búnaðargrunnurin
skal
eisini góðkenna festaran, og
tað snýr seg um, hvørt hann
stendur í skuld til grunnin.
Johan lægsta boð í peningi
FAMARÁ Ein stórur partur av tilboðnum hjá Johan Dalsgaard upp á festið í Fámará
var fíggjað við mótrokning, men ikki er greitt, um tað verður góðtikið
MÓTROKNING
Ein partur av boðnum hjá Johan Dalsgaard
upp á festið í Famará er ein mótrokning, men
ivasamt er, um tað kann góðkennast