fríggjadagur 13. juli 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Tað vóru ikki nógv, sum væntaðu, at tiltikni seksti ára rockbólkunum,
Rolling Stones, einaferð í tíðini fór at hátíðarhalda 50 ára dagin.
Men tað gjørdu teir í gjár. Tað hevur ljóðað, at Rolling Stones
ætlar sær á konsertferð næsta ár at hátíðarhalda dagin.
Ólógligt at selja tubbak
í Føroyum um nøkur ár
Áki Bertholdsen
– Um nøkur ár eigur tað at
verða bannað at selja tubbak
í Føroyum.
Tað heldur Jákup N. Ol
sen, formaður í Krabba
meinsfelagnum.
Sostatt tekur hann undir
við Pál Weihe, formanni í
Fólkaheilsuráðnum,
sum
segði í Sosialinum herfyri,
at vit eiga at hava eina null
hugsjón, hvat royking við
víkur.
Hetta er eitt rák, sum eis
ini vindur upp á seg uttan
lands tí fleiri lond hava nú
beinleiðis sett árstal á, nær
alt landið skal verða royk
frítt.
Hetta er eisini eitt rák, sum
teir myndugleikar í Føroyum,
sum hava við fyribyrging at
gera, taka undir við.
– Vit taka undir við øllum
átøkum, sum kunnu fyri
byrgja royking, so einfalt
er tað, sigur formaðurin í
Krabbameinsfelagnum.
Hann sigur, at sostatt
tekur felagið eisini undir við,
at vit beinleiðis seta eitt árs
tal á, nær allar Føroyar skulu
vera roykfríar.
– Tað gera vit heilt avgjørt,
sigur formaðurin í Krabba
meinsfelagnum.
Eitt felags mál
Fólkaheilsuráðið leggur stór
an dent á at fyribyrgja royk
ing og í tí sambandi hevur
ráðið sett sær sum má, at
ongin, sum er føddur eftir
2000, skal fara at roykja.
– Hetta er heilt avgjørt
eitt gott mál at seta sær og
tað taka vit fult undir við,
sigur Jákup N. Olsen.
Hann sigur, at sjálvandi
gerst tað ikki eftir einum ári,
at ein heil tjóð verður royk
frí.
– Tað, sum skal til, er, at
allir myndugleikar, sum vara
av málinum, semjast um, at
hetta er málið og at tubbak
verður bannað um nøkur ár.
– Tað einasta rætta er, at
fyribyrgjandi myndugleikar
og politiski myndugleikin
taka lógvatak saman og stað
festa, at hetta er málið.
– Og so má arbeiðast fram
ímóti tí við miðvísari og
áhaldandi upplýsing.
Jákup N. Olsen ásannar, at
tankin um eina roykfría tjóð,
kann vera ringur at venja seg
við.
– Men skjótari tankin
verður fostraður, skjótari er
at venja seg við hann, leggur
hann afturat.
Ein vil hava tubbak
Formaðurin í Krabbameins
felagnum heldur, at verður
rætt og miðvíst farið fram,
Fer
eitt
tubbaksforboð
ikki at elva til smugling í stór
um stíli og einum blómandi
svørtum marknaði fyri siga
rettum, sum nøkur stúra fyri.
– Eg haldi, at kynstrið er
at upplýsa og at fáa fólk at
skilja, hvussu heilsuskaðiligt
tað er at roykja.
Fáast fólk at skilja tað,
verður tubbakk ikki ein vøra,
sum tað ikki fæst fatur á. Tað
verður ein vøra, eingin vil
hava fatur á.
Jákup N. Olsen ivast í um
tað krevst so nógvur pen
ingur til at fáa fólk at ásanna
heilsuvandan.
– Um so er, at hvør mynd
ugleiki, sum varar av økinum,
ger sítt við tí játtan, sum er
til taks, ivist eg ikki í, at til
samans hevði tað rokkið
rættiliga langt.
– Tá ið vit tosa um fyri
byrging, er royking altíð tað
fyrsta, sum kemur okkum til
hugs, tí tað er skaðiligt.
Eingin grundgeving
Nógv tvíhalda um, at fara
fólk at gevast at roykja, verð
ur tað eitt stórt, svart hol í
landskassanum, tí roykjarar
rinda so nógv í avgjaldi til
almennu kassarnar.
– Tað er eitt sjónarmið,
vit hoyra ofta. Men eg haldi,
at tað hevði verið uppá sítt
pláss at onkur fór at kanna,
um tað veruliga er so, ella um
hetta bara er ein seiglívað
myta.
– Tað kann vera, at roykj
arar leggja nógv avgjald í
landskassan. Men heilsu
verkið hevur so sanniliga
eisini ovurstórar útreiðslur
av at viðgerða roykjarar. Har
afturat missir samfelagið stór
virði, tí roykjarar eru sjúkir
eru sjúkrameldaðir, doyggja
ov tíðliga og framleiða sostatt
minni til samfelagið.
– Men harafturat kemur
so lívsdygdin, sum mangan er
vánalig hjá roykjarum, tí teir
eru so sjúkir – og so ikki um
at tala tann trega tað voldir
familjum hjá roykjarum, at
teir eru sjúkir og doyggja ov
ungir.
– Tað er ikki ein tann ein
asta góð grundgeving fyri at
varðveita roykingina, heldur
Jákup N. Olsen.
ROYKING Tað skal verða banna at selja sigarettir í
Føroyum, heldur formaðurin í Krabbameinsfelagnum
– Hetta fegnast vit og vit
taka eisini fult undir við
tí.
Jákup N. Olsen, for
maður í Krabbameins
felagnum,
tekur
fult
undir við ætlanini hjá
landsstýrismanninum
í heilsumálum um at
banna ungum undir 18 ár
at brúka solarium.
Karsten Hansen segði
herfyri við Sosialin, at í
heyst fer hann at leggja
uppskot fyri Løgtingið um
at banna ungum undir 18
ár at brúka solarium.
– Vit taka avgjørt und
ir við, at ung undir 18 ár
skulu ikki sleppa at brúka
solarium, tí tað økir mun-
andi um vandan fyri at fáa
húðkrabba, sigur Jákup N.
Olsen.
Hann minnir í hesum
sambandi á, at onkur
lond umhugsa enntá at
seta fullkomið bann fyri
solarium.
Her hugsar hann um
Írland, sum hann veit um
í hesum sambandi.
Formaðurin í Krabba
meinsfelagnum vónar, at
løgtingslimir taka betri
ímóti uppskotinum enn
teir gjørdu seinast, tað var
fyri, tí tá varð tað felt.
Ein grundgeving var, at
eitt slíkt forboð er torført
at halda, tí nógvar sól
støðir eru mannaðar og
at tað fer at taka grund
arlagið undan vinnuni,
skulu tey, sum bjóða solar
ium hava vakt at ansa
eftir, at eitt forboð verður
hildið.
Men hetta dugir Jákum
N. Hansen als ikki at
skilja.
– Hetta er so einfalt
sum tað, at tann, ið fer
undir eina vinnu, má eis
ini halda lógirnar og tað
eigur eisini at vera gald-
andi í hesi vinnuni.
Og her heldur hann, at
atlitini til lívið og heils
una hjá fólki, eigur at viga
tyngri enn atlitini til nøk
ur fá vinnurekandi.
Hinvegin harmast Ják
up N. Olsen um, at eisini
almennir myndugleikar
bjóða fólki Solarium.
– Eg haldi, at komm-
unur og aðrir almennir
stovnar og feløg, eitt
nú svimjihallir, eiga at
ganga undan sum góðar
fyrimyndir og eiga tess
vegna ikki at bjóða sínum
viðskiftafólkum
solari
um.
–
Tað
er
próvfast,
at sjálvt lítið brúk av
solarium økir munandi
um vandan fyri at fáa
húðkrabba, eins og tað
eisini økir um vandan at
sóla sær ov nógv, og longri
er tann søgan ikki, sigur
formaðurin
í
Krabba
meinsfelagnum.
Vónandi fer
Løgtingið
nú at banna
solarium
– Tað er ongin góð grundgeving fyri at varðveita
royking og tískil eigur tað at verða bannað, heldur
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum
Skjótari tankin verð
ur fostraður, skjótari er
at venja seg við hann