fríggjadagur 13. juli 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Løgfrøðingur til
Innlendismálaráðið
Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði,
ráðgeving og málsviðgerð í landsfyrisitingini, so er hetta starvið
í Innlendismálaráðnum kanska nakað fyri teg
www.imr.fo
Um okkum: Innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýrismanninum í inn-
lendis málum og er skipað í fýra fakøki: lógamál, kommunumál, náttúrumál
og samferðslumál.
Ráðsuppgávurnar fevna um ráðgeving av landsstýrismanni og leiðslu, at
umboða ráðið í tvørgangandi arbeiðsbólkum og at lýsa og avgreiða mál,
ið hoyra ráðnum til.
Í ráðnum starvast 14 starvsfólk.
Arbeiðsuppgávur: Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar
verða málsviðgerð, ráðgeving og lógar- og kunngerðarsmíð innan tey fakøki,
sum tú hevur fakligu ábyrgdina av.
Um teg: Tú skalt hava løgfrøðiligt embætisprógv. Lesandi, ið vænta at verða
liðug í næstum, eru eisini vælkomin at søkja. Tær dámar væl at arbeiða
sjálvstøðugt, og tú sýnir ábyrgd og skilvísi. Tú ert ágrýtin og tær dámar væl
avbjóðingar. Tú dugir væl føroyskt í skrift og talu, umframt at samskifta og
arbeiða saman við øðrum.
Vit bjóða:
· Eitt áhugavert , sjálvstøðugt og avbjóðandi starv
· Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
· Løn sambært sáttmálanum hjá Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya
Í fyrsta lagi er talan um eitt farloyvisstarv inntil 1. oktober 2013. Men verður tú
sett/settur í starvið, heldur tú fram í starvinum um starvsfólkið, ið er í farloyvi,
ikki kemur aftur í starv.
Meira at vita: Tú kanst fáa meira at vita um Innlendismálaráðið á www.imr.fo.
Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Hilmar Høgenni, deildarstjóra,
tlf. 55 80 90 ella at senda teldubræv til hilmarh@imr.fo
Umsóknir: Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Innlendismálaráðið,
Postrúm 159, Tinganes, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
hósdagin tann 9. august 2012.
SKRIVSTOVUHØLI
YTST Á
ARGJABOÐA
BYGNINGURIN HEVUR:
• 4 hæddir
• Góð parkeringsviðurskifti
• Framúr útsýni
• Allar tøkniligar innleggingar
Hølini eru nýumvæld og hava framúrskarandi útsýni
yvir fjørðin. Til ber at leiga allan bygningin
ella hvørja hædd sær.
Meira fæst at vita við at ringja til
Rasmus Magnussen á telefon 211 200.