Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskavirking flytur seg úr landi og umborð á skip Tað eru grundleggjandi broytingar, sum fara fram í føroyskari fiskiskipavinnu í løtuni. Meðan fiskiveiða undir Føroyum vanliga er løgd upp á land sum ísfiskur til virkingar á fiskavirkjum, eru nú fýra skip, sum fiska, partvís virka og frysta fiskin umborð. Sosialurin hevur skift orð við Tórhall Randrup, skipara á Sjagakletti, sum saman við makkara sínum umborð á Gullbergi, John Martini Poulsen, var á Vestmanna av øðrum túri í gjár Vilmund Jacobsen Nýggju skipini, Sjagaklettur og Gullberg, hava nú gjørt tveir túrar. Tað, sum er ser­ stakt við hesum skipum, er, at tey eru frystiskip – og ikki ísfiskaskip, sum vanligt hevur verið við skipum av hesi støddini í føroyskum sjógvi. Báðar túrarnar hava skip­ ini lagt veiðina upp í Vest­ manna, har frysti fiskurin fer beinleiðis í bingjur og síð­an av landinum. Hesar báðar fyrstu túr­ar­ nar hjá Sjagakletti og Gull- bergi hava skip og manning verið á makrelveiði. Skipini, sum í fyrsta lagi eru keypt til at veiða og frysta upsa undir Føroyum, eiga eisini 850 tons í part av eini felagskvotu av makreli, sum tillutað er hesum skipa­ bólki. Nøgdir við prís – Hin fyrra túrin høvdu 260 tons, og nú vit vóru inni aftur í gjár, høvdu vit góð 300 tons. Hetta eru brúkiligir túrar, og vit vænta, at miðalprísurin fer at liggja um 9 krónur fyri kilo. Tað er góður prísur, sum gevur skipi og manning rímiligt burturúr. Tórhallur Randrup, sum er skipari á Sjagakletti, sigur, at meginparturin av veiðini hesar báðar fyrstu túrarnar hevur verið heilfrystur makrel­ur, men nakað hevur eisini verið av avhøvdaðum og maga­drignum fiski. Maskin­urnar til avhøvding og maga­draging eru settar um­borð, síðan skipini komu heim til Føroya. Hann sigur, at á fyrra túr­ inum var íblandingin av sild eini 6-7%, og hendan túrin hevur íblandingin verið upp­ aftur minni. – Tað hevur eydnast okk­um at riggað trolið so­ leið­is til, at minst møgulig íblanding av sild er uppi í veiðini, og vit vænta og vóna ikki, at íblanding fer at gerast ein trupulleiki teir næstu túrarnar heldur. Sambært reglunum kunnu skip sum Sjagaklettur og Gullberg hava í mesta lagi 10% av sild uppi í veiðini. Skiparin sigur, at við slíkari rigging av trolinum er veiðan fyri hvønn tóvtíma minni, enn hon annars kundi havt verið, men tað held­ur hann ikki er nakar trupul­ leiki. – Vit skulu ikki hava so stórar nøgdir í hvørjum háli, tí frystiorkan umborð á hvørjum skipi er 25 tons um samdøgnið - ella 50 tons tilsamans - og tað er skjótt at fiska eina slíka nøgd av makeli, tá væl liggur fyri, sigur hann. Russar umborð Sjagaklettur og Gullberg hava frystilastir sum taka í minsta lagi 500 tons tilsamans, og tí hava skipini ikki verið full­ fermd á hesum báðum fyrstu túrunum. – Túrarnir hava ikki verið langir. Aftrat manningini, sum telur 13 mans við hvørj­ um skipi, hava vit eisini havt fýra russar við hvørjum skipi. Hetta eru maskin-og verk­smiðjufólk, sum hava siglt við skipunum leingi, áðr­enn tey vórðu keypt heim til Føroya, sigur hann. Klokkan 13 í gjár byrjaðu teir at landa Sjagaklett og Gull­berg í Vestmanna, og tá loyst verður aftur til nýggj­ an túr í morgin, verða bara før­oyingar umborð á trol­ar­ unum. Gongur væl – Umborð verður makrelurin frystur, vigaður og pakkaður í sekkir við bandi um, og síðan fara sekkirnir beinleiðis í bingjuna, tá landað verður. Tað fer helst at taka umleið eitt samdøgur at landa skip­ ini, sigur Tórhallur Randrup. Skiparin leggur aftrat, at tá hálini sær ikki eru so stór, hevur tað heldur ikki verið nakar trupulleiki at tikið fiskin inn og annars fingið hann í góðari góðsku til høldar umborð. - Vit partrola og skiftast um at hála, og soleiðis skiftist manningin eisini um at taka ímóti fiskinum, sum kemur inn á dekkið og haðani niður á verksmiðjuna. Tórhallur heldur, at mann­ ingin, sum er við Sjagakletti og Gullbergi, trívist væl um­ borð, tó at veiða og fram­ leiðsla er nýggj fyri flestu teirra. – Jú, eg haldi, at andin umborð er góður og positivur, og at menn eru glaðir fyri møguleikan. Tá makrelkvotan er uppfiskað, helst einaferð í august, fara vit á upsaveiði, og vit eru spentir upp á tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Eg trúgvi upp á hetta við frysting umborð, og gjørdi eg ikki tað, hevði eg ikki verið her, sigur dugnaligi skiparin. Skapandi virksemi Meðan Tórhallur Randrup er skipari á Sjagakletti, er John Martin Poulsen skipari á Gullbergi. Báðir eru teir hvalbingar, sum ferð eftir ferð hava víst, at teir duga síni ting. Manningarnar umborð á hvalbiartrolarunum hava altíð roynst væl, heilt úr lastini um maskinrúmið og upp á brúnna. – Enn eru vit ikki komnir har til, at vit hava gjørt eina skiftisskipan, har nakrir mans í senn kunnu verða í landi, meðan avloysarar eru á teirra plássum umborð. Hetta er alt so nýtt enn, og sum tíðin gongur, fara vit at finna út av, hvør ein hósk­ andi skipan er, leggur Tór- hallur aftrat. Um skipini bæði vóru vanligir ísfiskatrolarar, høvdu einir 6-7 mans verið umborð á hvørjum skipi í senn, men nú Sjagaklettur og Gullberg partvís virka og burtur av frysta fiskin umborð, er saml­aða manningartalið, sum er umborð í senn, 26. – Eg haldi, at skipini hava riggað væl hesar báð­ ar fyrstu túrarnar, og niðri á verksmiðjuni hava maskin­ ur­nar eisini riggað væl. Vit høvdu alla tíðina roknað við, at ein ávís tilvenjing skuldi til, nú flestu menn eru óroyndir í hagreiðing av veiðini, soleiðis sum gjørt verður umborð, men sum tíðin gongur, vænti eg, at hetta verður fínasta slag, sig­ ur skiparin. At føroyingar nú hava fingið frystiskip, sum fara at fiska undir Føroyum – og ikki landa veiðina sum ráfisk til virkingar í landi – merkir sjálvandi, at ein partur av framleiðsluni, sum annars hevði verið uppi á landi, verð­ ur ”flutt” umborð á skipini. Tveir aftrat Aftrat Sjagakletti og Gull­ bergi, eru nú eisini Vesturleiki og Brestir, sum eru umbygdir til frysting umborð, á sínum fyrsta túri á makrelveiði. – Teir fara at royna á sama hátt sum vit, og teir leggja eisini fyri við makrel­ inum, nú hesin parturin av flotanum hevur fingið part av felagskvotu, sum vón­ andi verður eitt gott íkast til raksturin, bæði hjá skipi og manning, sigur Tór­hallur Randrup, skipari á Sjaga­ kletti. Í dag, fríggjadag, fyllir ameri­ kanski sjónleikarin Harrison Ford 70 ár. Hann er ikki minst kendur sum Indiana Jones. tiðindi Leygardagin eru liðin 145 ár, síðani Alfred Nobel fyrstu ferð royndarsprongdi dynamitt. Tað var í Redhill í Surrey í Onglandi. Frystiskipini, Sjagaklettur og Gullberg, vóru í gjár á Vestmanna av øðrum túrinum, síðan skipini fóru í vinnu. Hendan túrin høvdu teir góð 300 tons av. Hin fyrra túrin var veiðan 260 tons av makreli Mynd: Vilmund Jacobsen