Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Svenska krúnprinsessan Victoria verður leygar­ dagin 35 ára gomul. Góða Gunnvá Nú er skjótt eitt hálvt ár farið, síðan tú fór frá okkum. Myndin av tær er enn á telduborðinum, so eg heilsi uppá teg upp til fleiri fer um dagin, men munurin er bara, at nú fái eg ikki svar uppá tað, eg skrivi til tín og tú tekur ikki longur telefonina. Tað er so nógv, eg vil deila við teg og so nógvir tankar, eg vil hava svar uppá. Alt, sum eg ikki fái deilt við teg, goymi eg í minninum. Allar tær løtur, tú fekk meg at flenna, tær taki eg fram, tá ið eg minnist teg og títt lívliga jaliga sinni. Av lyndi var tú alt, sum eg kann hugsað mær eina vinkonu. Tú hevur glett meg so ríkiliga og tað er tað, sum eg enn einaferð vil fortelja tær. Allar okkara stuttligu upplivingar og frásagnir frá barna-, ungdóms- og vaksna­ mannaárum, fari eg at goyma sum serstøk minni um teg. Tann 31. januar í ár segði eg fyrst farvæl við teg á Kirkeland Kapel í Krist­ ians­sund. Mána­morgunin vik­una áðrenn sovnaði tú frið­ar­liga á Sjúkra­hús­in­um í Krist­ianssund, eftir at hervi­ lig sjúka hevði fingið fasta­ tøkur á tær og ikki bar til við nakrari viðgerð. Løtan á kapellinum var góð – talan hjá presti lýsti teg væl og talan frá tínum starvs­feløgum var eisini góð. Tey høvdu gjørt eina so vakra yrking um teg, ið lýsti teg, sum tú var og er – flýgur í vindinum, meðan tú heldur eyga við okkum. Tú kendi nógv fólk og var væl dámd allastaðni har tú kom. Tú hevði lætt við at tosa við fólk, ið tú ikki kendi og fyri okkum, sum kendu teg var tú ein týðandi stuðul. Skírishósdag segði eg aft­ur farvæl við teg, tá tú kom heim og bleiv kórsett í Hósvíkar Kirkju. Ein hugna­ lig løta, hvar tankarnir flugu víða; vit sluppu at siga tær endaliga farvæl. Allir góðir tankar fylgja tær og eg ynski familju tíni blíðan býr. Góða Gunnvá – takk fyri alt tú hevur verið fyri meg. Hvíl í friði! Annika Til minnis um Gunnvá Mortensen (Nybo) f. 6 maj 1965 d. 23 januar 2012 Árnmar Fríði Mellemgaard 67 Í dag, fríggjadagin hin 13. juli, er ársdagur hjá faðir okkara, Árnmar Fríða Mellemgaard. At gerast 67 ár í dag má kennast sum ein heldur øðr­ vísi ársdagur fyri ein mann sum babba, og tó. 67 ár er aldurin, har flest fólk steðga yrki - og í summum førum lívs­yrki sínum og seta seg væl til rættis at taka sær av løttum tað ið eftir er av fram­ tíð teirra. At steðga lívsyrki sínum kunnu vit sum børn at Árnmar ikki ímynda okk­ um, at hann yvir­høvur hevði umhugsað. Hann er, sum flest fólkum kunnugt, ein sera reystur og arbeiðs­hug­ að­ur maður, ið aldrin setist hendur í favn. So seint sum fyrr í hesi viku ringdi ein versonur hansara, ið hevur egna fyritøku í Havn, og biður Árnmar koma at arbeiða hjá sær í nakrar dagar, nú hann er heimkomin frá Sam. Gamli sigur aldrin nei til eina hjálpandi hond. Tað ger hann ikki, tí honum dámar sera væl at vera ímillum familju og kenningar, og mest av øllum tí hann er reystur og íðin. Altíð kann mann líta á Árnmar, tí hann er av ”tí gamla slagnum” sum vit ofta plaga at siga um hann. Hann er íhaldssamur við stóra Í, líka so nógv sum hann er svín­ingur við stóra S, og hugsast kann at hesir stóru bók­stavir ganga væl hond í hond. Í ungum árum vaks Árn­ mar upp undir liðuni á Fridu Frederiksen, Niðri í Heimis­ tovu, hjá gamla Jógvan sum vit kalla hann. Í 1955, tá Árn­ mar hevur verið um 10 árs aldurin, flutti Frida niðan í klingrugarð - eisini kalla uppi í túni. Hetta, tí Jógvan giftist við Irenu, og tá bleiv í so trongligt hjá øllum at húsast niðri í heimistovu. Mamma Árnmar, Ingrid Mellemgaard, gjørdis álvarsliga sjúk av tuberklum, tá Árnmar hevur verið hálvt annað ára gamal, og mátti hon tískil til Havnar á Sanatoriið at liggja í 3 ár og bleiv eisini send niður til danmarkar í eitt tíðarskeið við tí vón um at gerast frísk aftur. Teir vóru 5 beiggjar tá, og pápi Árnmar, Henry, róði Føðingar 24. juni fingu Elinborg S. Petersen og Bogi E. Petersen, Saltnes, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 2. juli fingu Ása og Marjus Hansen, Skálafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4040 gr. 4. juli fingu Ruth Hvítklett og Símun Mikkelsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon vigaði 3730 gr og var 54 cm long. 4. juli fingu Jórun Danielsen og Jacob Eli Poulsen, Hoyvík, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2130 gr. 7. juli fingu Barbara Eysturdal Huusgaard og Jóhan Tummasson Lervig,, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3700 gr. 19. juni fingu Heidi Joensen og Dánjal Kjærbo, Klaksvík, eina dóttur. Hon vigaði 4030 gr og var 53 cm long. Noomi Jacobsen Norðragøta ættað av Heygum í Klaksvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 11. juli, 81 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leygardagin 14. juli kl. 17. Jarðarferðin verður úr Filadelfia í Gøtu sunnudagin 15. juli kl. 14. Vegna tey avvarðandi Schwartz og synirnir Tey, ið vilja minnast Noomi, kunnu lata sambýlinum Gøtubrá eina gávu. ANdLáT