Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Í dag, fríggjadagin 13. juli, verður fyrrverandi danski for­sætisráðharrin Ank­er Jørgensen 90 ár. Danska Socialdemokratiet há­tíðar­ held­ur dagin við almennari mót­tøku í Keypmannahavn fyri gamla formanninum, sum nú býr á ellisheimi. Anker Jørgensen gjørdist forsætismálaráðharri fyrst í oktober 1972. Tað var stór­ur skelkur í Danmark og aðra staðni við. Eftir fólka­at­ kvøðuna um EEC lima­skap boðaði Jens Otto Krag púra óvæntað frá av ting­sins røð­ arapalli, at hann legði frá sær, og at Anker Jørg­en­sen var nýggjur for­sætis­mála­ ráðharri. Nýggi forsætismála­ráð­ harrin var ikki ókendur, tí hann var formaður í danska arbeiðsmannafelagnum, sum seinni varð SID, og frá 1964 var hann fólkatingsmaður. Men tað var púra óvæntað, at Anker skuldi verða for­ sætismálaráðharri. Eingin hevði roknað við tí, hvørki í Socialdemokratiet ella í øðr­ um flokkum. Í sjeyti árunum var Anker mest sentrali persónurin í turbolenta danska sam­ fe­lag­num. Hann var for­ sæt­is­málaráðharri fram til desember 1973 og aftur frá januar 1975 og fram til á heysti í 1982, tá ið hann ásann­aði, at parlamentariska grund­arlagið undir stjórnini var burtur. Hann legði frá sær uttan at útskriva val, og Poul Schlüter varð for­ sætismálaráðharri fyri fýra flokka stjórnini millum teir konservativu, vinstra, kristi­ liga fólkaflokkin og centrum­ demokratarnar. Skeiðið við Ankeri í fremstu røð var eyðkent av stórum rembingum og broyt­ ingum. Oljukreppurnar í 1973 og 1979 vóru orsøk til, at vøksturin í búskapinum, sum hevði verið síðani krígsárini, steðgaði. Arbeiðsloysið vaks samstundis sum prís­vøkst­ ur­in var stórur, almenna skuld­in vaks, og tað gjørdi uttanlandsskuldin eis­ini. Harvið kom væl­ferðarsam­ felagið undir rættuligt trýst. Javnaðarflokkurin misti stóra undirtøku, tá ið nýggju flokkarnir – Fram­burðs­flokk­ urin hjá Glistrup og Centrum­ demo­kratarnir hjá Erhard Jacob­sen saman við fleiri øðrum nýggjum flokkum – so at siga skeiklaðu gomlu javnvágina í Fólkatinginum. Í 1979 og 1981 vann Anker trivaligar sigrar, men so var tað, at hann noyddist at leggja kongin. Summi siga, at hann megnaði ikki at syrgja fyri politikkinum, sum tað var neyðugt at føra, og onnur siga, at kvotan hjá sosialdemokratunum í tí umfarinum var liðug, og dan­ir vildu hava nýggj­ar kust­ar. Millum javn­aðar­ menn varð roknað við, at borg­arliga stjórnin bara var ein samdøgursfluga, og at Anker fór skjótt at sleppa framat aftur. So­leið­is gekk tað ikki, og í 1987 legði Anker Jørgensen frá sær sum for­ maður í Social­demo­kratiet. Anker varðveitti alla tíðina sambandið við baklandið, sum hann var runnin av. Ingrid og hann búðu øll árini í íbúðini á Borgbjergvej í Sydhavnen, og tað er til­ tikið, at meðan hann var mitt í meldrinum í spentum politiskum samráðingum, so bar til at møta honum eina løtu til gongu á strondini ella í einum bussi á veg til ella frá arbeiði. Danski forsætismála­ ráð­harrin er ráðharri fyri Før­oyar, og Anker hevur vitjað her fleiri ferðir. Hann arbeiddi nógv saman við Johan Nielsen og Jacob Lind­enskov, sum umboðaðu før­oyska javnaðarflokkin í fólkatinginum. Tað var með­an hann var forsætis­ mála-ráðharri, at farið var undir samráðingarnar um at yvirtaka undirgrundina, men tað var ikki fyrrenn eftir at borgarliga stjórnin hevði sitið í fleiri ár, at ein loysn var funnin. Anker hevur eisini havt samband við Sosialin. Eitt nú var hann í 2002 við í 75 ára stovningarveitsluni. Í dag hátíðarhalda Anker og danski javnaðarflokkurin 90 ára føðingardagin hjá síðsta arbeiðsmanninum, sum megnaði at vinna seg fram til at vera for­mað­ur í flokkinum og forsætis­mála­ ráðharri. Síðani hava fýra akademikarar – Svend Auken, Poul Nyrup Rasmussen, Mog­ens Lykketoft og Helle Thorning-Schmidt – verið for­menn í flokkinum. Tað man vera sera lítið sannlíkt, at ein arbeiðsmaður aftur verður formaður í danska javnaðarflokkinum, sum als ikki hevur ta undirtøku nú, sum hann hevði, tá ið Anker var formaður. Anker Jørgensen 90 ár Tøkk Eina stóra tøkk vil eg senda til tykkum øll, úr suður og norð, úr eyst og vest, á sjógvi og landi, ið á ymiskan hátt, mintust meg á mínum 95 ára føðingardegi tann 20. februar 2012. Ein serlig tøkk til tykkum øll, ið hjálptu mær so væl, og gjørdu at alt gekk so væl. Enn einaferð stóra takk til tykkum øll, ið gjørdu mær dagin so ógloymandi. Heilsan Anna Sofía (Fía) Sørensen, Hvannasund Mánadagin kl. 15.00 hevur Budam ókeypis konsert í Norðurlandahúsinum í Havn. út undir føroyum í hesum tíðarskeiðnum. Tá mamma Árnmar kom heimaftur til Føroyar eftir at hava verið vekk úr Svínoynni í eini 5 ár, var Árnmar blivin so mikið gamal, um 6-7 árs aldurin, og var blivin so væl við Fridu og hennara húski, at hann bleiv búgvandi í húsunum hjá Fridu. Sum ungur, eini 16 ár, fór Árnmar til Havnar at ganga í real, har hann læs í 3 ár. Samstundis sum hann flutti til Havnar fyri at ganga í real, fór hann inn til foreldrini at búgva, sum tá vóru flutt til “Langatún” at búgva vegna betri lækna­ hjálp. Tað tók honum ikki leingi at finna sítt pláss í sam­felagnum og fór sum ung­ur drongur til skips og hev­ur verið víða um heimin síðani. Árnmar er giftur við Jonnu Mellemgaard, fødd Jo­hannesen. Tey eiga okk­ um fimm, Sunneva er elsta dótturin, síðan koma Frida, Ingrid, Árnmar (y) og Alex. Har afturat hava tey ikki minni enn 10 ommu og abba­ børn sum tey nýta so at siga alla sína tíð saman við. Árnmar hevur øll síni faðirsár verið ein fyri­myndar- ligur faðir, ið ein kann hugsa sær. Tað eru sera mangar upplivingar og tískil eisini mong minnir, vit hava havt saman við faðir okkara. Tær heilt stóru upplivingarnar leita serliga til Svínoyar, har vit sum børn hava slitið mangar barnaskógvar. Vit minnast tá babba plagdi at hava okkum við eftir seyði yvir um fjøll, tá summarið vísti sína bestu síðu, og vit vóru við til at hoyggja hjá Jóannes bónda og gamla Jógvan. Eisini løturnar á seiðabergi og í fjøruni eru ógloymandi, tá kvøldini so fagurt heilsaðu uppá. Nú, nógv ár seinni, tá ið vit øll eru vaksin til, ja so er faðir okkara tann sami sum tá. Í dag er tað ikki okk­um hann heldur í hond, tá ið túrar verða gingnir. Nei, hann heldur áfram við abbabørnum sínum sum hann er so ómetaliga høgt elsk­aður av. Nú, sum tá, fer hann túrar við teimum og ríkar dagin saman við teim­ um. Tað er javnan at tank­ arnir leita aftur til tíðina, har vit sjálvi vóru smá. Somu­ leiðis plagdi hann at klemma og mussa okkum hvønn dag, halda okkum fast í hondini tá ið á stóð, og var vernd­ argarður okkara, kendu vit okkum ótrygg á leiðini. Góði babba, vit fimm ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum í dag, og má Harrin signa framtíð tína. Vit elska teg ómetaliga høgt og gleðast um at kunna vera saman við tær á hesum degi. Sunneva, Frida, Ingrid, Árnmar og Alex Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, vermóðir, omma og langomma Paulina N. av Skarði andaðist og varð jarðað. Tøkk Tjarnargarður fyri umsorgan, tøkk Heri Joensen fyri vøkur orð. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk øll tit, ið hjálptu til, og tøkk øll tit mongu, ið fylgdu Paulinu til gravar. Fyri tey avvarðandi Símun og Súsan Annika, Heini og Høgni Sanna og Torben Aleksandra og Wenche Tøkk