fríggjadagur 13. juli 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Løgin niðurstøða
Tøk græt eisini við
turrum tárum
Nú talan var um at gera
eina roynd at fiska makrel
í Irmingarhavinum, eftir at
fleiri føroysk skip í næst
síðstu viku hava sæð makrel
har, hevur Fiskimálaráðið
valt at draga tíðina út. Ístað
in fyri at lata onkran gera
royndina, so fer man í Fiski
málaráðnum at leita eftir
paragraffum, sum kunnu
rættvísgera eitt Nei, so ongar
royndir kunnu gerast.
Landstýrismaðurin segði í
Útvarpinum, at tað var onki
endamál í at gera royndina.
Eitt argument var, at man
kundi ikki upparbeiða sær
nøkur søgulig rættindi í al
tjóða sjógvi. So vita okur
tað. Tó nokti eg at trúgva,
at føroysk samráðingarfólk
hava fráskrivað okkum all
ar framtíðarmøguleikar í al-
tjóða sjógvi. Um so er, so er
støðan álvarslig.
Tað at altjóða sjógvur her
á leið er reguleraður gjøgnum
NEAFC er ongin forðing fyri
at fiska í altjóða sjógvi. Tað
verður fleiri ferðir sagt í
NEAFC sáttmálanum, at tað
er flaggstaturin sum gevur
fiskiloyvið í altjóða økinum.
Umberingin um at neyðugt
er at gera nýggja kunngerð
fyri hesa royndarveiðu, er
heilt burturvið. Ì okkara egnu
lóg um fiskivinnuna stend
ur ógvuliga greitt í grein 20.
" Havstovan hevur loyvi at
fremja vísindaligar fiskirann
sóknir, við egnum ella leig
aðum fiskiførum, uttan mun
til reglurnar í hesi lóg. Stk.2.
Royndarfiskiskapur krevur
serstakt loyvi frá landsstýris
manninum. Landsstýrismað
urin kann áseta treytir fyri
royndarfiskiskapi."
Um
fiskimálaráðið
er
komið til tað niðurstøðu, at
allar nýggjar royndir í altjóða
sjógvi eru meiningsleysar,
so stendur illa til, og so skal
sterkur lútur brúkast í Fiski
málaráðnum.
Og hin elskaði Baldur varð
av somu orsøk verandi í Hel
heimi. Rósa og Edla hava
eisini ofta grátið við turrum
tárum í sambandi við van
lagnu brekaðu barnanna, ið
av fíggjarávum - hevur verið
sagt - mugu bíða í fleiri ár fyri
at fáa hart tiltrongda hjálp,
sum landsins myndugleikar
annars greitt hava lovað
at veita teimum í ST-undir-
skrivaðum sáttmála.
Umberingarnar hava ver
ið so nógvar, at eg ofta eri
komin til at tonkja yvir, tá
danir - í líknandi støðum -
plaga at siga, at vegurin, til
tað Ónda stað, er steinsettur
við umberingum. Tí tað følist
ikki
øðrvísi:
umberingar,
umberingar og aftur um
beringar. Teirra turru tár
hava einki havt við nevndu
børn, ella annars tey mongu
sjúku, ið ikki hava kunnað
farið av landinum í viðgerð
síðstu mánaðarnar av árin
um, vegna umberingar um
peningatrot,
men
einans
verið væltilrættalagdur sjón
leikur sum liður í atkvøðu
fiskaríið. Fúl skom.
Hetta kemur týðiliga til
sjóndar, nú mvg-kunning fyri
liggur. Ríkiligt av mvg-peningi
hevur verið og er til, men er
ikki tikin inn í landskassan,
men givin og eftirgivin í 100
mill-klassanum til mong, ið
frammanundan hava í ríki
ligt mát. Álíkvæl eru 100 mill.
av landskassans mvg-peningi
enn eftiri í privatregi. So
enn er møguleiki fyri at
sláa til og krevja nevnda
pening í landskassan, har
hann
av
røttum
hoyrir
heima, skal nøkur virðing
og/ella trúvirði verða í tykk
ara politiska virksemi, tí sum
sambandsfloksins
sosial
profilar eru tit lítið og onki
verdar, sum er. Einans tomt
tos, ongin handling, ið vísir
vegir og skapar virðiligar
loysnir fyri tey mongu, ið so
hart hava brúk fyri tí. Kjans
urin er har, men er nakar vilji
til staðar?
Sjálvandi vita vit, at tað
krevur ekstra eftiransni, tá
mann velur at ganga í takt við
óreiðiligum og djúpt asosial
um fólkum, tí tá kann mann
lætt vera um ein háls við
sera stórum umkostning
um fyri tey, ið hava havt og
møguliga enn hava tiltrúgv
til lyftini, ið givin vórðu, fyri
valið. Men vit kunnu bert
liva í vónini um, at veruleik
in opnar eygu og oyru tykk
ara og ger, at tit taka annað
skinn um bak, sjálvt um vit
- sum uttanfyristandandi -
onki hava at hava hesa vón í.
Stórt spell. Tí tann tíð
in er annars ikki so fjar, tá
hin sosialliberali sambands
flokkurin eisini hevði eygu
og oyru opin og vend móti
teimum, ið høvdu brúk fyri
einari hjálpandi hond og -
væl at merkja - eisini góvu
teim treingjandi hana. Men
nú følist og upplivist alt
meira og meira sum um, at
tann tíðin er farin med alla,
tí nú ganga flestu sambands
politikararnir eins og teir
høgraradikalu meira við
hondunum í lummunum hjá
øðrum, enn hjá sær sjálvum.
Eitt høgraradikalt politiskt
design, sum er til at gráta yvir,
tó ikki við turrum tárum, tí til
tað er hetta alt ov tragiskt til
ikki at verða tikið í fullum
álvara.
E.s.: Kann tað annars undir
nøkrum umstøðum góðtakast,
at landskassin í loyndum
verður nýttur sum sjálvtøku
búð av privatum vinnurek
andi? Kunnu vit ikki í minsta
lagi fáa nøvn og strikaðar
upphæddir hjá hvørjum ein
støkum almannakunngjørd
- bæði tá talan er um tær 65
mill. kr., ið longu eru strikaðar,
men eisini viðv. teimum 33
mill. kr., ið ætlanin er at
strika um ikki so langa tíð. Tí
landskassin er hóast alt enn
fólksins - ikki fólkafloksins -
ogn, og mong , ið hava rætt
til hjálp og stuðul, verða - sum
er - víst burtur við ongum, tí
har er onki at koma eftir.
Tey privatu hava - eins og
formaður fólkafloksins og
verandi fíggjarmálaráðharri
- slokt trogið. Eitt fólksins
innlit og ein óheft almen
kanning viðvíkjandi, hvat
ið hevur gingið fyri seg, og
hvat ið ætlanin er skal ganga
fyri seg, hevði uttan iva - nú
skjótt 100 mill. kr. eru lensaðir
út úr landskassanum og í í
privatar lummar - kunnað
steðgað ørskapinum og fingið
mill. í staðin at rullað inn í
landskassan, so sum ætlanin
alla tíðina hevur verið, og sum
lógin hevur lagt og leggur upp
til. Og soleiðis kundu m.a. sjúk
sloppið av landinum í viðgerð
alt árið, og ST-sáttmálin um
brekað børn verið yvirhildin.
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Henrik
old
løgtingsmaður
Dagfinnur
danbjørg
Signing ella
banning,
hvat velja vit
Um tú ert Harranum, Gudi
tínum lýðin, tá munnu allar
hesar signingar vera tær
fyri sum standa í 5. Mós.
kap. 28, men lýðir tú ikki
rødd Harrans, Guds tíns og
hansara boð og fyriskipanir,
tá skulla hesar banningar
vera tær fyri, sum eisini
standa í sama kapittli.
Hetta er galdandi fyri
okkara land og fólk.
Vit síggja tað allan vegin
upp ígjøgnum øldirnar, at
so leingi sum fólkið og tey
ráðandi hildu seg til Harran
og hansara fyriskipanir, so
vælsignaði
Gud
landið,
men tá avgudar og gudloysi
slapp inn, so gekk eisini illa
hjá landi og fólki.
Harrin hevur upp ígjøg
num øldirnar vælsignað
okkara land, tí vit settu
okkara álit á hann.
Guds orð var grundar
steinurin, kletturin, sum
bygdur varð á.
Tá vit nú um dagarnar
lesa um, at borgarstjórin
í Tórshavnar kommunu
skal seta eina stevnu hjá
teimum
samkyndu
og
eisini nýtir peningin hjá
skattaborgarum at stuðla
tiltakinum
við
50.000,-
krónum, og borgarstjórin í
Reykjavík skal eisini halda
talu í hesum sambandi, tá
má eg siga:” Gud náði okk
um”.
Skal okkara tjóðarhátíð
nú byrja við skrúðgongu
av teimum samkyndu við
stuðul og viðmæli frá borg
arstjórum.
Er okkara land nú komið
so langt út í gudloysi?
Tað stendur í Rom. 1 frá
24-32, hvat Gud sigur um
hetta, tað stendur, at Gud
gav teir upp í skammloysis
girndir, og teir skiftu sann
leika Guds um við lygn, og
vit vita, at Gud skapti mann
og kvinnu til at liva saman
og uppfylla jørðina.
Síðani stendur, at teir
sum slíkt gera, eru sekir
til deyða og eisini tey, sum
geva teimum viðhald, so
klárt tosar Guds orð um
hetta.
So skattaborgarar í Tórs
havnar kommunu, vaknið
og síggið, hvat ið er við at
henda í tykkara komm
unu.
Hetta er eisini okkara
tjóðarhátíð, so hetta við
kemur øllum okkara landi
og fólki.
Tað, sum maður sáar,
skal hann eisini heysta.
Latið okkum tí, Føroya
fólk, standa saman og við
urkenna okkum Guds orð,
soleiðis at Gud ikki tekur
signingina frá okkum og
flytir ljósastakan.
Hetta er skrivað við virð
ing og kærleika fyri okkara
landi og fólki.
Oddvør Marita Jacobsen
Send viðmerkingina til
post@sosialurin.fo