fríggjadagur 13. juli 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Ber yvirhøvur til at fáa
eina ókeypis pylsu?
Og er nú nakað ókeypis?
Er ein ókeypis Dimma eitt
týskvøld veruliga ókeypis?
Nei, ha? Hon er partur av
ein stórari kostnaðarmiklari
heild, sum er fíggjað av okk
ara innkeypspengum í teim
um fyritøkum, sum tryggja
Dimmu raksturin gjøgnum
lýsingar.
Og so gjalda vit jú hald
aragjald eisini.
So tað er sum soleiðis
heldur ongin ókeypis avís.
Men tað tryggjar, at Dimma
koyrir, at fólk eru til arbeiðis
á Dimmu, at fólk fáa løn, so
tey sjálv kunnu keypa sær
pylsur.
Tað vil siga, tá kommunan
ikki
serverar
pylsurnar
“ókeypis”.
Tær ókeypis pylsurnar
eru sjálvandi heldur ikki
ókeypis. Sum so. Vit hava
keypt tær. Fyri skattapengar.
Í prosessini hava vit hjálpt til
at halda lív í onkrum handli.
Onkur hevur koyrt tær oman
á keiina og onkur annar
kókar og steikir og serverar.
Og so eru øll glað og har
við blivu tær ókeypis pyls
urnar ein hugnaligur partur
av trivnaðinum í býnum.
Og tann stóra familjan við
teimum mongu børnunum,
sum komu “ókeypis” við
Bussleiðini, fekk eisini pylsur
og køkur, uttan at skula
gjalda upp úr lummanum
har og tá.
Men nøkur heilt fá vilja
ikki hava pylsur. Eiheldur ein
kaffimunn frá kommununi.
Nøkur
vilja
heldur
ikki
hava
“ókeypis”
bussleið.
Summi vilja heldur ikki hava
“ókeypis” fríøki. Ella rættari:
Tey vilja ikki, at hini skulu
fáa tað ókeypis.
Hesi vilja ikki hugna sær
saman við øllum hinum,
heldur
ikki
ein
deiligan
summardag, tá býurin kókar
av glaðum fólki.
Hesi súru halda, at javnvág
millum debet og kredit hjá
kommununi er tað einasta
sum veruliga hevur týdning
- nógv størri týdning enn
trivnaður, sum eftir teirra
tykki kemur í fjórðu ella
fimtu røð. Ella als ikki.
Hesi halda, at alt hevði
verið so nógv betur, um
kommunan lækkaði skattin
við einum prosenti og avtók
øll trivnaðarátøkini.
Ístaðin fyri at gleðast
um, at býir kring allan
heim nú ætla at kopiera
okkara bussleið, tí hon um
hvørvisliga og sosialt er
skilagóð – so vil mann heldur
grenja um, at hon nú kortini
skal gjaldast.
Og so fær mann tað at
ljóða sum, at okkurt fordekt
er í hesum. Valið nærkast
og ikki er at ivast í, at fleiri
“ókeypis” tiltøk fara at verða
skipað. Og jú for Sørin,
ókeypis ólavsøkan verður
aftur í ár!
Og tey súru gloyma, at
trivnaður var ein partur av
seinast samtyktu fíggjarlóg.
At kommunan hevur sett
pening av til ávís tiltøk – til
dømis ólavsøku og jólahald!
Harundir eisini pylsur!
Eitt einmælt býráð sam
tykti at keypa Westward Ho
og at reka sluppina. Hetta
mentanarátak er tí eisini
eitt “ókeypis” átak fyri alt
fólkið, eins og pylsurnar á
Bursatanga.
Sama býráð hevur sett
pening av til útreiðslur í
sambandi við hátíðarhald,
flagging og mentanartiltøk,
eitt nú ólavsøku, jólatrø,
grindaskipan o.s.fr. Og til at
pynta býin og halda hann
reinan.
So eg loyvi mær at ivast
í, um borgarin hevði verið
so fegin um lægri skatt, um
kostnaðurin var, at játtanin til
øll hesi tiltøk varð avtikin. Tí
hon hevur ómetaliga stóran
týdning, men er kortini
ikki nóg stór til, at til ber at
misbrúka hesar skattakrónur
til valstríðarendamál.
Og sjálvandi kundu vit
broytt tað heila til at tikið
brúkaragjøld. Høvdu fólk
verið so fegin um skrelli
maðurin stóð við rokning í
túninum, hvørjarferð hann
heintaði posan? Ella rein
haldið ikki ruddaði uttanfyri
hjá tær, tí tú ikki hevði goldið
ruddingargjald? At tú skuldi
rinda fyri hvønn vatnsopa
ella
fult
dagstovnagjald?
Hevði tað verið serliga sosialt
og serliga rættvíst?
Og ger tað nakað um øll
gjalda í eina felags pulju, so
eisini tey, sum annars ikki
hava ráð til tað, eisini fáa
eina pylsu av og á? Er tað
ikki ein sannroynd, at tað
liggur eitt slag av sosialari
javning í mongum av trivn
aðarátøkunum?
Vandi fyri útgjaring er
eingin. So nógv er heldur
ikki sett av til tílík endamál.
Flestu tiltøkini liggja rimm
arføst og jøvn ár undan ári.
Tey eru hvørki færri ella
fleiri, um tað er val ella ikki
val.
Eg haldi tað fer at verða
fátæksligt í Havnini uttan
trivnaðarátøk. Tað verður
onki serliga stuttligt og alt
ov lítið at gleðast um, tá bara
tín egna pengamappa skal
avgera, um tú kanst hugna
tær í einum reinum og
hugnaligum býi og av og á fáa
eina pylsu ella ein kaffimunn
afturvið smákøkuni.
Og vónandi fer tað í
allari framtíð at bera til hjá
familjum at koyra ókeypis
av Velbastað ella Kollafirði
til Havnar og heimaftur. Og
vónandi fara avísirnar ikki
at setast aftur í sambandi
við kommunal tiltøk, um
vit bjóða ein kaffimunn
afturvið – ella eina pylsu, tað
skal verða blaðfólkunum væl
unt.
Hartil meti eg tað at
lítisvirða veljaran, um tit
halda, at til ber at keypa at
kvøður fyri pylsur og kaffi.
"There ain't no such thing as a free lunch" siga amerikanarar. Onki
er ókeypis. Hugtakið sigst vera uppfunnið, tá ølstovur bjóðaðu fólki
“ókeypis” mat fyri at fáa tey at brúka meira pening til at drekka meira.
Heðin
Mortensen
borgarstjóri
Flokkarnir í Føroyum fáa
flokkstuðul til “politiska
upplýsing”, sum tað eitur.
Hesin er sjálvandi goldin
av okkum skattgjaldarum.
Trupulleikin er bara, at
flestu flokkar upplýsa ikki
so nógv. Hetta hevur Norð
lýsið t.d. víst á.
Tá løgtingsvalið var í
fjør, vóru útreiðslur høgar,
onkur flokkur hevði enntá
milliona hall av valinum.
Og tað mesta fór til plakat
ir, marknaðarføring og les
arabrøv, sum nokk ikki so
nógv lósu.
Er hetta politisk upp-
lýsing? Hví verður ikki
upplýst politiskt hini árini,
líka væl?
Politiskar visjónir
Hvat er tað, og hví skulu
tær stuðlast?
Politiskar visjónir, eru jú
privat fólk, sum hava ávísa
hugsan um samfelagsvið
urskifti.
Í núverandi løtu, er tað
soleiðis, at vit øll gjalda fyri
hugsjónir, ið vit ikki taka
undir við. Sambandsfólk
gjalda fyri hugsjónir hjá
tjóðveldisfólki, javnaðarfólk
gjalda fyri hugsjónir hjá
fólkafloksfólki.
Er
tað
rætt?
Hetta er jú privat, sum
royna at ávirka tað al
menna. Øll somul. Hví skal
man stuðla tað?
Taka vit stuðulin vekk,
so finna vit útav, hvør
visjón
fær
fíggjarligan
stuðul.
Soleiðis
operara
fakfeløg. Tey fáa ikki al
mennan stuðul. Har eru
tað limirnir, sum gjalda
fyri raksturin. Og soleiðis
átti tað eisini at verið fyri
politisku flokkarnar.
Reformar?
Sa m g o n g u f l o k k a r n i r
skríggja
um
neyðugar
reformar, uttan heilt at siga
hvørjar.
So her kemur eitt upp
skot:
1) Avtak allan flokkstuðul
2) Lat allar limir í politisku
flokkunum sjálvi gjalda
fyri skrivstovufólk og
annan rakstur
3) Hava krav um greiðan
limalista
og
hvussu
stuðlast kann, t.d. stuðul
yvir 5000 kr skal vera
almennur,
stuðul
frá
fyritøkum skal eisini
vera almennur o.s.fr.
4) Forbjóða valplakatir, bert
tíðarspilla og órudd, sera
umhvørvisóvinarligt
5) Øll áhugamál hjá upp
stillaðum skulu vera lýst
undan val
Á henda hátt, kunnu vit
finna útav, hvør flokkur er
fíggjarligum lívið laga.
Serliga kunnu vit finna
útav, hvørjar visjónir er
verdar at brúka pening
uppá. Og harvið fær veljarin
størri vald.
Nevnast
kann,
at
summir flokkar í Danmark
hava innanhýsis skatt, t.v.s.
partur av løn hjá fólka
valdum skal í flokskassan.
Flokkarnir kunnu sjálvir
avgera, hvussu fígging verð
ur útvega.
Í núverandi løtu fáa
flokkarnir eitt skrivstovu
fólk givið uttan nakað
hóvasták, og at meginpart
urin av peninginum fer til
plakatir
og
marknaðar
føring undan val.
Okkum tørvar konkretar
visjónir, ikki alment stuðl
aðar ódefineraðar visjónir,
sum bara eru har ár eftir
ár. Visjónir, sum vilja nakað,
hava vit brúk fyri.
Avtak floks
stuðulin
Teitur
Vágadal
sjúkrarøktar
frøðislesandi
Kommunan hevur sett
pening av til ávís tiltøk
– til dømis ólavsøku og
jólahald! Harundir eisini
pylsur!
Eg meti tað at lítisvirða
veljaran, um tit halda, at
til ber at keypa atkvøður
fyri pylsur og kaffi