fríggjadagur 13. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru nógvar bygdir umboðaðar í
kirkjugarðinum undir Svínaryggi.
Tað er Sandur eisini, sum tað
sæst á gravsteininum hjá Marin
Kirstinu Johannesen, ættað úr
Trøðum á Sandi. Tað er kortini ikki
so nógv, vit vita um hana. Hon er
fødd í 1843. Hon fór til Klaksvíkar,
og í 1880 var hon arbeiðsgenta hjá
systir síni, Marionnu, sum búði
i Lávíkum. Í 1890 er hon aftur í
Miðstovuni, men í 1901 tænti hon
í Havn, og her er hon so deyð og
jarðað.
Ólavur Clementsen hevði áhuga
verda frásøgn um Traðargarð og
Miðstovuna í Kvørnini nr. 9/2006.
Tá visti hann ikki, hvat var hent
Marin Kirstinu.
Men tað vísir seg, at hon flutti
til Havnar, har hon doyði í 1908. Tað
er ein vakur gravsteinur er reistur
yvir henni.
Miðstovan
Tað er tó nokk so nógv av ættarsøgu
hjá Marin Kristinu, og keldan til
meginpartin av hesi grein er Ólav
ur.
Upprunin til hesa søgu er Traðar
garður á Sandi, sum upprunaliga
var 24 merkur. Fyrst fór garðurin í
tveir partar. Í 1746 fór onnur helvtin
í tveir partar og í 1832 fór hin helvt
in í tveir partar. Tann partin, sum
tá gjørdist til Miðstovuna, fekk
Hanus í Koytu, ið var 52 ár. Hann
hevði arbeitt á garðinum í Trøðum
alt sítt lív. Hann var tiltikin raskur
og avhildin maður.
Eftir hann festi sonurin Jóannes
Hanusarson (1813-57). Hann giftist
við Fredrikku Jákupsdóttur (1809-
79) undan Skarði.
Jóannes gjørdist ikki gamal
maður. Hin 11. september 1857 var
hann farin niðan á hamaran við
tveimum
gimbralombum,
men
eingin maður kom aftur. Hann varð
funnin inni í Lágukeldum, og har
er Hamarin so høgur og brattur,
at eingin møguleiki var at koma
livandi frá einum falli.
Tey bæði fingu seks børn
I. Elst var Anna Margretha f.
1840. Í 1870 var hon arbeiðsgenta
í Klaksvík hjá Trinu Winther og
Jógvan av Húsum í Havn. Tað er
ikki meira vitað um hana.
II. Marin Kirstine varð fødd 10.
desember 1842 á Sandi. Hon varð
doypt átta dagar seinni í Sands
kirkju. Hon doyði 1. apríl 1908 í
Havn, og varð jarðað undir Svína
ryggi 3. apríl. Hon var ógift.
III. Elsuba Maria (1842-1922). Hon
giftist við Kristiani Poulsen (1842-
1921) í Soylu, har tey búsettust. Tey
vóru barnleys, men fostraðu ein
drong, Petur, upp.
IV. Hanus (1847-1946). Hann gjørd
ist gamal, úti við 100 ár. Hanus var
10 ára gamal, tá ið pápin datt oman,
men hann festi ikki garðin fyrr enn
í 1871. Hann giftist í 1879 við Karin
Elisabeth Hentze 1858-1904) uttan
frá Á, og tey fingu 9 børn.
Her gjørdist ein sera stór ætt.
Her skulu summi teirra umrøðast
nakað meira:
A.M.
Fridrikka
(1880-1946),
giftist við Jóan Peturi Hentze (1881-
1939) bónda undir Skarði. Tey áttu
fimm børn.
Jóannes (1883-1970). Hann giftist
í 1911 við Amaliu Joensen úr Jógv
ansgarði og festi garðin árið eftir.
Teirra børn vóru:
a.Hanus (1912-1994.) Hann festi
Miðstovugarðin í 1938. Hanus var
virkin sum bóndi og eisini í poli
tikki. Hann var formaður í komm
ununi í fleiri skeið. Eisini var hann
limur í jarðarráðnum, og hann var
við til at stovna Mjólkarvirki Bún
aðarmanna.
b.Jógvan (1914-2002). Hann var
timburmeistari.
c.Magnus f. 1916. Tá ið bilkoyr
ingin hjá bróðrinum Kristiani
vaks, keypti hann ein bil afturat, og
Magnus fór so eisini at koyra bil.
d.Kristian (1917-2009). Giftur við
Emkaa (Minni) Jensen, sum eisini
var av Sandi. Hann keypti sær bil
í 1937 og fór undir rutukoyring og
annars flutning fyri fólk.
e.Tóra (1919-1953). Giftist til Kví
víkar men doyði í barsneyð.
f.Ásmund (1923-40). Hann doyði
av vanlukku.
g.Turid f. 1925. Hon giftist við
Sigurdi Danielsen úr Húsavík.
Sum ungur koyrdi hann postbilin í
Sandoynni, men tá ið hann giftist
til Sands, fór hann at koyra bil hjá
svágrunum. Tá ið vegirnir millum
bygdirnar
gjørdust
landsvegir
í 1964, fór Sigurd at arbeiða hjá
Landsverkfrøðinginum
í
Sand
oynni. Seinni varð hann settur sum
leiðari hjá hesum stovni í oynni.
Ein sonur Hanus var Mass
Winther (1885-1965). Hann giftist í
1914 við Katrinu Olsen úr Geilini í
Skúvoy. Tey fingu níggju børn.
Elsti sonurin var Hans Jacob f.
1914. Hann var kendur sum skipari
úti í heimi, og hann var sera virkin
í Frelsunarherinum. Hann sigldi
undir øllum krígnum.
Teirra yngsta barn var Gunnvá f.
1932. Hon giftist við Trúgva Hansen
(1930-1967) í Skopun. Hann var ein
av teimum fýra monnunum, sum
gekk burtur við gummibátinum av
Nólsoyar Pálli í 1967. Hesa hending
greiddi Johan Hansen, táverandi
stjóri á sjómansheiminum í Havn,
frá í eini Miðviku herfyri.
Ein dóttir Hanus var Margretha
f. 1888. Hon giftist í Fuglafirði við
Jákup Olsen Gaard, róptur Sáru
Jákup. Mamma hansara kallaðist
vist Sára.
Tey fingu børnini Jákup Oluf
f. 1919, Karin f. 1920, Kartin f. 1921,
Magnhild f. 1923, Karla f. 1925 og
Hjalmar f. 1933.
Hjá mær sjálvum er tað stuttligt,
at “hitta” Hjalmar aftur á henda
hátt. Vit vóru nevniliga saman
til skips fyri meira enn 40 árum
síðani við “Báruni”, sum var ein
slupp í Gøtu. Hjalmar var kokkur
og minnist eg hann sum ein góðan
kokk og stak dámligan mann at
vera saman við. Lesur hann hetta,
skal hann fáa eina heilsan.
V. Marianna f. 1851. Giftist við
Eliesar Olsen f. 1848. Hann var eisini
av Sandi.
Eliesar fór ungur út at sigla
“uppá langfart”, kom so aftur og
giftist við Marionnu Johannesen úr
Miðstovuni. Eliesar fekk starv við
handilin úti í Klaksvík hjá Jørgen
Bech & Sønner, og har arbeiddi
hann sum seglmakari. Hann mundi
vera fyrsti seglmakarin í Klaksvík.
Marianna og hann búsettust í
Lávíkum í húsum, sum handilin
átti, og seinni keypti Eliesar húsini
og fekk eina hálva trøð har. Tey
fingu fimm børn. Tað elsta føtt á
Sandi, hini í Klaksvík.
VI. Magnus (1855-1926). Hann
giftist ikki og var húskallur í Mið
stovuni alt sítt virkna lív, ein
álitismaður.
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Marin Kirstina í Mið
stovuni er afturfunnin
Inntil í dag hevur ættin ikki vitað, hvat ið hendi við Marin Kirstinu Johannesen, ættað úr
Miðstovuni í Trøðum á Sandi. Men nú er hon funnin í kirkjugarðinum undir Svínaryggi
MAREN KIRSTINE
JOHANNESEN
Í TRØÐUM
F. 10. desember 1842
D. 1. april 1908
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá einum
serliga søguligum gravsteini. Hann er hjá Johanne Sofie
Caroline Christine, mammu Niels R. Finsen, kenda læknan,
sum var fyrsti Nobelprísvinnari í danska ríkinum.
Húsfólkini í Miðstovuni í 1918. Aftanfyri standa v.f. Hanus
og Magnus, brøður Marin Kirstinu. Frammanfyri sita
Jóannes, sonur Hanus, og Amalia við teirra synum, Magnus,
Jógvan, Hanus, og Kristian. Myndirnar eru úr Kvørnini
Marianna og Elspa, systrar Marin Kirstinu
Margretha, dóttir Hanus, giftist til Fuglafjarðar við Sáru Jákup