fríggjadagur 13. juli 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
evropa league
Kódnaðu í hitanum
Fótbóltur EB/Streymur klipti ermurnar av leikbúnum sínum, og gjørdu annars tað, teir vóru mentir.
Men yvir fýra hálvleikir vóru armenar betri í trimum, og tískil kom Gandzasar uppiborið víðari
Rólant Waag Dam
Tað sá so gott út, men tað endaði
akkurát so keðiligt sum tað kundi.
EB/Streymur kom til Armenia við
einari 3-1 leiðslu, men FC Gandzasar
gjørdi tey bæði neyðugu málini og
tryggjaðu sær víðari luttøku í Euro
League.
Sigurin á heimavølli í farnu viku
kendi søtur. Tá EB/Streymur kom á
odda 3-0 í fyrra hálvleiki, ja so var
tað næstan ov gott til at vera satt.
Og tað var tað. Í Gundadali gjørdu
Gandzasar akkurát tað, teir skuldu
– skoraðu avgerandi málið á útivølli.
Eitt mál, sum í gjár var orsøkin til,
at EB/Streymur hevur spælt altjóða
fótbólt fyri seinastu ferð í ár.
Truplar umstøður
Longu áðrenn dystin vóru um
støðurnar hjá EB/Streymi truplar.
Ferðalagið úr Sundalagnum kom
til Armenia mánadagin, men ikki
fyrr enn mikukvøldið, kvøldið fyri
dystin, kom viðførið. Tá so viðførið
umsíðir kom fram, sýtti armenska
heimaliðið fyri at spæla í reyðu
blusum sínum. Hetta høvdu teir
nevniliga ikki góðar royndir við í
Gundadali, so teir spældu í sínum
bláu búnum, sum aftur hevði við
sær, at EB/Streymur mátti spæla í
sínum ljósareyðu búnum. Trupul
leikin við hesum var, at ljósareyðu
búnarnir hava langar ermar, so
saksurin mátti upp í leikin, tá tað
ikki var ráðiligt at spæla við long
um ermum í ógvusliga hitanum í
Armenia.
Og sum steinur oman á byrðu
tók afturvendandi vøddaskaðin
hjá Arnbjørn Hansen ilt fyri seg,
soleiðis at trupulleikarnir við bak
lærinum høvdu við sær, at vanda
mikli kollfirðingurin, ið spældi ein
branddyst í Gundadali, mátti byrja
dystin á beinkinum og einans fekk
fýra teir síðstu minuttirnar, sum
dómarin hevði lagt aftrat.
Aftrat honum vóru hvørki Egil á
Bø, Marni Djurhuus og Pætur Dam
Jacobsen við, so berandi bulurin á
liðnum var vekk.
Fult uppiborið
Tá alt hetta er sagt, skal eingin ivi
vera um, at tað var fult uppiborið,
at Gandzasar spældi seg víðari.
Hyggja vit at dystunum báðum sum
fýra hálvleikir, so var Gandzasar
betri í trimum teirra. Tað var bara
fyrra hálvleik í Gundadali, at EB/
Streymur var omaná. Sundalags
menn kundu enn tá fingið okkurt
mál aftrat teimum trimum, teir
fingu, men tað kundu armenar
sanniliga eisini í gjár.
Hildu tætt í ein tíma
EB/Streymur megnaði annars at
halda tørn allan fyrra hálvleik, sum
endaði málleysur. Eitt korter inn í
seinna hálvleik stóð tað framvegis á
jøvnum, men so gjørdist armenska
trýstið
tó
ov
stórt,
og
fekk
Gandzasar tvey mál. EB/Streymur
var undir stórum trýsti dystin á
tamb, og til dømis í fyrra hálvleiki
bjargaði Jonhard Frederiksberg á
málstrikuni.
Kjansirnir hjá EB/Streymi vóru
ógvuliga avmarkaðir, tí sundalags
menn høvdu úr at gera við at verja
borg. Men tað gekk tíverri ikki.
EB/Streyma-leikarar kunnu tó
ugga seg við, at teir annað árið á
rað hava vunnið føroyskum felags
fótbólti stig. Í fjør vunnu teir tvey
stig við sínum báðum javnleikum,
og í ár komu so trý stig aftrat á
føroysku kontoina við sigrinum í
farnu viku.
rolant@sosialurin.fo
Gandzasar - EB/Streymur 2-0 (0-0)
Yerevan Republican Stadium, 12. juli kl. 19.00
0-1: H. Avagyan, 67.
0-2: Diego Lomba, 72.
EB/Streymur: René Tórgarð – Jonhard Frederiksberg, Árni Grunnveit Olsen, Gert Åge Hansen,
Leif Niclasen (Arnbjørn Hansen, 90.) – Hans Pauli Samuelsen, Niels Pauli Danielsen (Brian
Olsen, 74.), Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Arnar Dam (Johannes Hansen, 80.) – Levi Hanssen.
Gul kort: Árni Grunnveit Olsen, Sorin Anghel, Gert Åge Hansen, Hans Pauli Samuelsen.
Gandzasar: Arsen Beglaryan – Artur Avagyan, Goran Obradovic, Diego Lomba, Dejan
Vukomonovic (Andranik Sargsyan (65.) – Beniamin Manucharyan (Regilio Seedorf, 51.), Sergis
Nasibyan (Hayrapet Avagyan, 61.), Noah Kasule – Yamadou Keita, Gustavo Correia, Armen
Tatinsyan.
Gult kort: Armen Tatintsyan.
Dómari: Pavel Saliy, Kasakstan
Flotti 3-1 sigurin í Gundadali,
kódnaði í hitanum í Armenia
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Um 100 fjepparar høvdu leitað
sær til Margáir í Streymnesi í gjár,
dysturin millum Gandzasar og
EB/Streym varð vístur á tveimum
stórskíggjum. Spenningurin var
øgiligur, men tá teir seinastu fýra
minuttirnir av yvirtíðini vóru
av, vóru tað nakrir vónbrotnir
fjepparar, sum fóru heim til
nátturða.
Lagið var annars gott í hálv
leikinum, tá støðan framvegis var
málleys. Tá varð dúgliga prátað,
meðan fleiri litrar av kaffi fóru
niðurum. Eftir dystin gjørdist tað
friðarligt við Margáir, glóðin, sum
var tendrað í ein góðan tíma, var
sløkt eins og mongu sigarettirnar
í stubbarørinum uttanfyri húsið,
og fjeppararnir vóru eins vón
brotnir og leikararnir í Armenia.
Hjá leikarunum eigur tað tó at
vera ein uggi, at stuðulin heima
í Føroyum var so stórur til ein
dyst sum henda, har umleið 100
fjepparar savnaðust at stuðla
teimum.
Stórt
vónbrot