fríggjadagur 13. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Sjálvt um vit taptu við trimum
málum aftur hesa ferð, so kunnu
vit saktans taka nakað gott og
brúkiligt við okkum frá hesum
seinna dystinum. Í mun til fyrra
dystin niðri í Luxembourg, spældu
vit nógv meira hesa ferð og høvdu
nógv fleiri bóltflytingar, og tað var
gott. Eisini fingu vit spælt okkum
til fleiri kjansir, so alt í alt eri eg
nøgdur.
Kári Reynheim, sum er venjari
hjá NSÍ, hevði ikki hug at málað
myndina so dapra, hóast tað var
ein sannroynd, at í øllum førum
tvey av teimum trimum málunum
vóru øgiliga bílig og skyldaðust, at
verjan hjá runavíkingum í alt ov
lítlan mun dugdi at rudda burtur, tá
tað kravdist. Men allíkavæl ásann
aði venjarin, at virðingin fyri mót
støðuni hevði verið ov stór:
– Í summum førum eru spælar
arnir ov smædnir og halda seg
aftur, heldur enn at vera eitt sindur
meira kontantir, men tað fáa vit so
gjørt okkurt við. At vit so ikki fingu
okkurt mál burturúr, er spell, men
eg haldi avgjørt, at vit hava lært
nakað av hesum báðum dystunum,
og serliga tí seinna, staðfesti Kári
Reynheim.
Ein óheppin støða stóðst av ein
um samanstoyti millum NSÍ-mál
verjan, Kristian Joensen, og ein á
hinum liðnum, so Kristian fekk eitt
knæ ella eina gaggu í høvdið. Av
tí at hann fekk øgiliga ilt og eisini
hevði hug at missa sjónina, mátti
hann 10 minuttir fyri steðgin lata
seg skifta út við bara 17 ára gamla
Pætur Høj, ið tó loysti væl av og var
ósekur í teimum báðum málunum,
ið komu aftrat.
Ongantíð spennandi
Eftir eina varna byrjan, har NSÍ
hevði bóltin nógv, men spældi í
meira lagi aftureftir og tvørturum,
komu gestirnir meira við. Tó var
talan slett ikki um málkjans, tá tað
bleiv 1-0 eitt korter inn í dystin,
men klossarí afturi í verjuni, har
bólturin fyrst bleiv mistur og
síðani ikki ruddaður burtur. Og
tá FC Differdange 03 beint fyri
hálvleik aftur fekk mál, var tað
aftur veikt verjuspæl frá NSÍ, ið gav
møguleikan, tí bólturin ikki bleiv
ruddaður burtur.
Hóast
luxembourgararnir
royndust stinnari á vøllinum og
eisini fingu meira burtur úr sínum
atsóknum, so vóru í fyrra hálvleiki
fleiri støður, har teir gulu hildu seg
blíva snýttar fyri brotsspørk, men
dómarin gav teimum ikki viðhald.
Allar vónir um at skapa spenning
í dystin vóru foknar í steðginum, tí
hálvleiksstøðan var 2-0 og saman
lagda leiðslan hjá gestunum 5-0. Og
ikki fyrr enn tað var blivið 3-0 eitt
gott korter fyri dystarlok, byrjaðu
kjansirnir hjá NSÍ at koma, sam
stundis sum FC Differdange 03
slakkaði av.
Í eina førinum var talan um
gott
samanspæl
millum
Árna
Frederiksberg og Ara Ellingsgaard,
har hin seinni slapp millum fleiri
mótspælarar, men tó ikki inn um
málmannin, og í einum øðrum
føri var tað aftur Árni, ið átti
uppleggið, tá hann spældi Andrias
á Líknargøtu leysan til skot nakað
uttarlaga, sum málverjin fekk beint
út til hornaspark.
Einstakar aðrar støður vóru
eisini, men hóast eitt mál hevði
pyntað, kom tað ikki, og sostatt var
europeiski leikluturin hjá NSÍ lið
ugur á hesum sinni.
hilmarjan@sosialurin.fo
evropa league
Alt ov stór virðing
Fótbóltur Unga NSÍ-liðið hevði alt ov stóra virðing fyri mótstøðuni, tá FC Differdange 03
úr Luxembourg eisini í seinna dystinum slapp at vinna 3-0, ið var ríkiliga stórur sigur
NSÍ - FC Differdange 03 0-3 (0-2)
Gundadalur, Tórshavn, 12. juli 2012, kl. 18.30
0-1: Omar Er Rafik, 14.
0-2: Omar Er Rafik, 45.
0-3: Mirko Albanese, 73.
NSÍ: Kristian Joensen (Pætur Høj, 35.) – Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál Mohr
Joensen, Sjúrður Jacobsen – Jann Martin Mortensen, Magnus H. Olsen, Andras Frederiksberg,
Óli Arge (Ari Ellingsgaard, 83.) – Klæmint A. Olsen (Andrias á Líknargøtu, 66.), Árni
Frederiksberg
Gult kort: Klæmint A. Olsen, Jens Joensen
FC Differdange 03: Julian Weber – Geoffrey Franzoni (Pedro Ribeiro, 76.), Ante Bukvic, Tom
Siebenaler, Andre Almeida Rodriguez (Jeremie Meligner, 69.) – Mirko Albanese, Philippe
Lebresne (Yannick Afoun, 76.), Gilles Bettmer, Mathias Jänisch – Omar Er Rafik – Pierre Piskor
Gult kort: Geoffrey Franzoni, Pierre Piskor
Dómari: Milenko Vukadinovic, Serbia
Mynd: Álvur Haraldsen