Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen 0-10. Tað er samantalda úrslitið hjá Víkingi í europeisku kappingini í 2012. Í dag eru víkingarnir á veg til hús aftur eftir 4-0 tapið í gjárkvøldið á útivøllinum á Central stadium í Gomel í Hvítarusslandi. Nú ræður um at sleppa sær víðari eftir kiksaðu altjóða lut­tøk­ una í hesum umfarinum og at flyta fokus á avbjóðingarnar í topp­ stríðnum í landskappingini. Næsti dysturin hjá Víkingi verður 27. juli í Klaksvík. Tá ið talan var um 6-0 tap á heima­vølli, so er 4-0 á útivølli kanska ikki so galið, hóast saman­ talda úrslitið er alt annað enn gott. Sum á heimavølli so var tað á úti­ vølli í 2. hálvleiki og serliga fyrstu løtuna eftir steðgin, at málini fóru ígjøgnum. Hanus Jacobsen og Kaj Leo í Bartalsstovu høvdu royndir ímóti mótstøðumálinum í 1. hálvleiki, men heimaliðið var alla tíðina omaná. Tíggju teir fyrstu minuttirnar eftir steðgin skoraði Gomel tvær ferðir, og síðstu tjúgu minuttirnar skoraðu teir aftur tvær ferðir. Hitastigini vóru 28, og út frá kortspælinum tykist tað hava gingið friðarliga fyri seg. Finski dóm­arin tók ongantíð kortini úr skjúrtu­lummanum. joannes@sosialurin.fo evropa league Hilmar Jan Hansen Fremsti málskjúttin hjá NSÍ, 21 ára gamli Klæmint A. Olsen, hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, so hann heldur fram sum NSÍ-ari til og við kappingarárið 2014. – Tað er gleðiligt fyri bæði felagið og plássið, at vit fáa longt sáttmálan við besta framherjan í føroysku kappingini, og vit eru sera fegin um at fáa júst hasa undirskriftina upp á pláss, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ. – At Klæmint velur at longja sáttmálan, passar eisini sera væl til okkara mál um at byggja á egið grundarlag. Vit hava ungar og evnaríkar spælarar, vit kunnu byggja eitt gott lið rundanum, so vit eru væl brynjaðir til framtíðina. Sjálvur er Klæmint eisini fegin um at halda fram í NSÍ næstu tvey kappingarárini, og hann undirstrikar, at hann í øllum førum onga orsøk heldur vera at skifta til nakað annað føroyskt felag: Eg vil vera í NSÍ – NSÍ er mítt barndómsfelag, og tað er her, eg vil vera. Vit hava nógv at berjast fyri í ár, nú vit liggja á vanda­plássi, men eg vil fegin hjálpa NSÍ, sigur Klæmint, sum á myndini sæst saman við forkvinnuni í NSÍ, Kinnu Fritsdóttir Olsen. Næsta avbjóðingin hjá Klæminti og hinum í NSÍ verður á ovara vølli í Gundadali í Havn í annaðkvøld klokkan 18.30, tá seinni dysturin í Europa League skal spælast ímóti Differdange úr Luxembourg, sum vann 3-0 í fyrra dystinum. – Vit hildu ikki, at trý mál vóru á muni á okkum og teimum í fyrra dystinum, har teir fingu bílig mál, vit sjálvir høvdu skyldina av. So vit hava góðar vónir um eitt nógv betri úrslit, nú vit taka ímóti teimum, sigur Klæmint A. Olsen. hilmarjan@sosialurin.fo Pætur Albinus Rógvi Poulsen spælir við HB restina av hesum kapp­ ingar­árinum. Tað boðar fel­ agið frá á heimasíðu sínari. 22 ára gamli Rógvi Poulsen er upp­vaksin í AB, men kapp­ ingar­árið 2008 skifti hann til HB. Har gjørdi hann tað ser­ liga gott í 2009 og 2010, tá ið hann í 63 dystum skeyt 19 mál. Hann hevur síðani roynt seg í enska Crewe Alexandra, haðani hann varð útleigaður aftur til HB. Skaðar hava sett síni merki á yrkisleið hansara, men nú er hann fúsur at taka í øllum førum eitt hálvt kappingarár fyri HB, har hann hevur vunnið tvey FM-heiti. albinus@sosialurin.fo Gomel - Víkingur 4-0 (0-0) Gomel samantaldur vinnari við 10-0! Á Central stadium í Gomel í Hvítarusslandi hósdagin 12. juli 2012 klokkan 19.00 1-0: Vadim Demidovich 49. 2-0: Vadim Demidovich 56. 3-0: Nikolai Kashevski 71. 4-0: Aleksei Timoshenko 88. Gomel: Andrei Sakovich - Vobga Tenchen, Pavel Kirylchyk (Sergei Matveychik, 46.), Nikolai Kashevski, Sergei Kozeka, Pavel Yevseyenko, Aleksei Timoshenko, Artur Levitski, Tomasz Nowak (Vyacheslav Hleb, 46./ Denis Yakhno, 64.), Dmitri Platonov, Vadim Demidovich Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Srdjan Ostojić, Igor Voronkov, Dmitri Klimovich, Filipp Ivanov Venjari: Oleg Kubarev Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, Niclas Niclasen (Fritleif í Lambanum, 46.), Sølvi Vatnhamar, Evrard Blé, Hans Jørgen Djurhuus (Ingi Sørensen, 81.) – Hjartvard Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 90.+2.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rógvi Rygshamar, Petur Dalbø, Joseph Bassene, Heðin Hansen Venjari: Jógvan Martin Olsen Dómarakvartett úr Finnlandi: Dennis Antamo, Mikko Alakare, Sami Nykänen og Mattias Gestranius Fótbóltur Klæmint A. Olsen, sum hóast bara 21 ára gamal er bæði toppskjútti og liðskipari hjá NSÍ, hevur longt um sáttmálan fram til og við 2014 Liðskiparin leingir við NSÍ Víkingarnir krøktir Fótbóltur Aftur hesa ferð eydnaðist tað at halda tætt í 1. Hálvleiki, og aftur hesa ferð skrædnaði tað beianvegin eftir hvíldina, tá ið Víkingur tapti 4-0 ímóti Gomel úr Hvítarusslandi Rógvi Poulsen aftur í HB Fótbóltur Sterki vongleikarin hevur skrivað undir sáttmála við HB, sum bindir hann at felagnum restina av kappingarárinum Pætur Albinus Tey hava kappast í tveir dagar, og Magnus hevur svomið seg til DM gull í 50 metra rygg við føroyskum meti við tíðini 26.34 og silvur í 50 metra firvald, har hann svam somu tíð, sum hansara føroyska met á 24.69. Afturat hesum setti hann føroyskt met í 100 frí við tíðini 51.91, sum hann svam sum fyrsti svimjari í juniorstaffettini hjá VAT, tá teir vunnu junior gull. Magnus hevur sostatt higartil í DM vunnið sær eitt gull og eitt silvur sum senior og trý gull fyri juniorar. Hann svimur aftur í fríggja­ dagin og leygardagin, og kapp­ ast hann tá í 200 bland­að og 200 rygg. Magnus tekur somu­leiðis lut í lið­svimj­ingum fríggjakvøldið og sunnu­ kvøldið. Seinastu átta dagarnar hev­ ur Magnus sett níggju før­oysk met og juniormet. albinus@sosialurin.fo Magnus er danmarksmeistari Svimjing Magnus Jákupsson kann nú kalla seg danmarksmeistara í 50m rygg. Hann hevur seinastu átta dagarnar sett níggju føroysk met og juniormet Mynd: Álvur Haraldsen