fríggjadagur 13. juli 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danmark upp til 4 ár, ynskja
50 prosent at búgva í Før
oyum. Men aftaná 4 ár í Dan
mark minkar hesin partur
støðugt. Samstundis er bólk
urin við teimum, sum síggja
framtíð sína í Danmark støð
ugt vaksandi við talum av
árum í Danmark.
Vilja til høvuðsstaðin
Ein
annar
áhugaverdur
partur av kanningini vísir
eisini, at heili 71 prosent av
teimum, ið umhugsa at flyta
aftur til Føroya, ynskja at
búgva í Tórshavn, um flutt
verður aftur til Føroya. Í
mun til hvussu nógv fluttu
úr høvuðsstaðnum til Dan
markar at lesa – 43 prosent
– er hetta lutfalsliga nógv
fleiri. Tað vísir seg also at
føroyingar, sum umhugsa at
flyta heim aftur til Føroya, í
stóran mun verða drignir at
høvuðsstaðnum og teimum
møguleikum, ið har eru.
Alt, ið er galið
í Føroyum
Men stóri spurningurin er,
hví nógv av hesum ikki velja
at flyta heim. Kanningin
hjá Norðuratlantsbólkinum
kannaði eisini hvørji sjónar
mið hesir útisetarnir hava
viðvíkjandi føroyskum viður
skiftum og føroyska sam
felagnum.
Kanningin vísti, at góð
77 prosent av teimum vóru
samd ella sera samd í, at
føroyska samfelagið er for
konservativt.
Samstundis
svaraðu 74 prosent, at fak
ligar avbjóðingar og fakligt
umhvørvi vanta í Føroyum.
Men
eisini
vantandi
stuðulsskipanir og bústaða
møguleikar viga øgiliga tungt
hjá útisetunum, og meira
enn helmingurin eru samd
ella sera samd í, at trupult
er at finna nakað at búgva
í og at fíggjarligu og sosialu
stuðulsskipanirnar eru ov
vánaligar.
Ikki heilt óvæntað siga
tríggir fjórðingar av útiset
unum eisini, at tey eru samd
ella sera samd í, at veðrið er
ov vánaligt í Føroyum.
Fýra bólkar
av útisetum
Tá
Norðuratlantsbólkurin
fór undir at gera hesa kann
ingina, var eitt av endamál
unum við henni at finna út
av, hvat kann gerast fyri at
fáa fleiri føroyingar at flyta
aftur til Føroya. Kanningin
vísti, at føroyingarnir í Dan
mark kunnu bólkast í fýra
ymsar bólkar, sum eru um
leið líka stórir. Ein talva yvir
bólkarnar sæst her á síðuni.
Hesir bólkarnir eru ym
iskir á tann hátt, at tað verður
eitt nú skilt millum tey, ið
sakna Føroyar og ynskja at
flyta heimaftur, tey, ið sakna
Føroyar men ikki vita, um tey
helst vilja búgva í Føroyum
ella Danmark, tey, ið sakna
Føroyar, men helst vilja
búgva í Danmark, og so tey,
ið trívast sera væl í Danmark
og ikki sakna Føroyar.
Bólk 1 og 2 gerst sum so
einki við, tey eru mist. Men
tað eru serliga hinir báðir
bólkarnir, sum eru áhuga
verdir at leggja seg eftir at
royna at fáa heimaftur. Hesi
eru ivasom, og eru av einari
ella aðrari orsøk komin í ta
støðu, at tey kundu hugsað
sær at flutt heim, men har tað
ikki ber serliga væl til. Serliga
er tað bólkur 3, ið gjarna
vil heim, men setir krøv til
ymisk samfelagsviðurskifti
í Føroyum, so sum ferðasam
band til útheimin, barnaans
ingartilboð og annað.
rogvi@sosialurin.fo
Omanfyri tveir triðingar av mannfólk
unum, 70 prosent, sum eru í starvi niðri,
hava eina ársløn, sum er yvir 300.000
krónur. 16 prosent av mannfólkunum
vinna omanfyri 500.000 krónur árliga.
Átta av tíggju spurdum í kanningini
eru gift ella liva tað í parlagi. 7 av
tíggju spurdum hava eitt ella fleiri
børn, og av øllum foreldrunum eru
12 prosent stakir uppihaldarar.
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Mannfólkini taka í størri mun langar
hægri útbúgvingar. 46 prosent av
mannfólkunum hava ella eru undir
eina longri hægri útbúgving. Talið
fyri konufólk er 23 prosent.
Fakta:
Um kanningina
• Kanningin var útgivin í 2008
• Kanningin umfatar einans føroyingar í
fyrsta ættarli í aldrinum 20 til 45 ár
• Danmarks Statistik stóð fyri sjálvari spurnarkanningini
• 1505 føroyingar vóru tilvildarliga útvaldir til telefonsamrøðu
• 1022 valdu at luttaka
• Tilsamans 7737 føroyingar í fyrsta ættarliði
búðu í Danmark tá kanningin var gjørd
• Av hesum vóru 2502 í aldrinum 20 til 45 ár,
ið vóru arbeiðsvirkin ella í útbúgving
• Tey luttakandi svara til 41 prosent av samlaða
íbúgvaratalinum í aldursbólkinum 20 til 45 ár
Talva 14: Úrslit av bólkagreining
Bólkur 1
Bólkur 2
Bólkur 3
Bólkur 4
Siðbundin
og sameind
Grundfest
og sameind
Modernistisk
og framsøkin
Modernistisk
og heimkær
Tal av persónum (921 tilsamans)
210
229
258
224
• Ikki ung
• Flest konufólk
• Lága ella miðal
inntøku
• Danskan maka
• Hava barn/børn
• Búð leingi í Danmark
• Vilja helst búgva
í Danmark
• Sakna Føroyar
• Ikki áhuga í
føroysk um politikki
• Finnast at føroysk-
um viðurskiftum, so
sum bana ansingar-
tilboðum og stuðuls-
skipanum
• Eru í Danmark, tí tey
hava stovnað familju
• Ikki ung
• Konufólk og mannfólk
• Miðal inntøku
• Danskan maka
• Búð leingi í
Danmark
• Trívast sera væl
í Danmark
• Sakna ikki Føroyar
• Ikki áhuga í føroysk-
um viðurskiftum og
føroysk um politikki
• Eru í Danmark, tí tey
arbeiða í Danmark
• Ung
• Konufólk og mannfólk
• Lesandi
• Føroyskan maka
• Eingi børn
• Búð stutt í Danmark
• Ynskja at fl yta
aftur til Føroya
• Sakna Føroyar
• Vilja vera við til at
skapa framgongd í
Føroyum
• Finnast at føroysk-
um viðurskiftum, so
sum banaansingar-
tilboðum og
stuðulsskipanum
• Eru í Danmark, tí tey
lesa
• Ung
• Flest mannfólk
• Lesandi ella í góðum
starvi, við høgari
inntøku
• Føroyskan ella
danskan maka
• Vita ikki um tey vilja
búgva í Føroyum ella
Dan mark, men halla
mest til Før oy ar
• Sakna Føroyar
• Finnast ikki at før-
oysk um viður skift um,
so sum barna-
ansingartilboðum,
stuðulsskipanum
og umdøminum hjá
fólkaskúlanum
• Eru í Danmark, tí tey
lesa ella hava stovnað
familju
Føroyum bakið
Vantandi stuðulsskipanir
og bústaðamøguleikar viga
øgiliga tungt hjá útisetunum
Einvegis ferðaseðil
Hjá einum stórum parti av føroyingunum,
sum fara uttanlands at lesa, verður
talan um ein einvegis ferðaseðil. Í roynd
og veru missa vit á hvørjum ári tað,
sum svarar til ein fullfermdan airbuss
flúgvara av ungum føroyingum.