Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 30

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Nybo Í Sosialinum mikudagin høvdu vit drúgva greina­røð, ið gjølla greinaði trupul­leik­ arnar við ovurstórari frá­ flyting, minkandi burðartali og vantandi tilflyting til Føroya. Vit fylgja nú hesari greinarøð upp, og tríva tí her í eina kanning, ið lýsir nakrar av orsøkunum til, at føroyskir útisetar ikki flyta aftur til Føroya. Í 2008 gav Norður­atlants­ bólkurin á Fólkatingi ein bókling út, har greitt varð frá úrslitunum av einari um­fatandi kanning millum før­oy­ingar í aldrinum 20 til 45 ár búsitandi í Danmark. Høvuðs­endamálið við kann­ ingini var at finna útav, hví so nógvir føroyingar búseta seg í Danmark, og velja ikki at flyta heim aftur til Føroya. Vit tríva her í nøkur av úrslitunum frá hesi um­ fatandi kanning. Helmingurin hevur danskan maka Ofta verður havt frammi, at ein av høvuðsorsøkunum til, at fleiri føroyingar uttan­ lands velja ikki at flyta aftur til Føroya, er at tey finna kær­leikan við útlendskum maka meðan tey eru undir les­naðinum í útlondum. Sambært kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum er hald í hesum. Kanningin vísti nevniliga at millum tey, sum liva í parlagi ella eru gift, hava bert ein triðingur av kvinnunum í aldrinum 20 til 45 ár føroyskan maka. Hjá mann­fólkunum er støðan eitt sindur øðrvísi. Har hevur annar­hvør føroyskan maka. Tilsamans var býtið, at 39 prosent hava føroyskan maka, 53 prosent hava danskan maka, meðan 8 pro­ sent hava maka við øðrum tjóð­skapi. Hetta kann sjálvandi vera ein týðandi orsøk til, at fleiri av teimum, sum velja at fara uttanlands at nema sær útbúgving, velja ikki at flyta aftur til Føroya. Vildu fegin verið í Føroyum Spurningurin er, hvat vit kunnu gera til tess at fáa fleiri av teimum ungu ættar­ lið­unum at verið verandi í Føroyum. Tað lætta svarið er, at vit eiga at syrgja fyri at tey ongan­tíð fara avstað. Kanningin hjá Norður­ atlants­bólkinum vísir, at ein triðingur av teim­um, ið eru flutt til Dan­markar fyri at nema sær útbúgving, høvdu heldur tikið alla ella ein part av útbúgvingini í Føroyum, um hetta var gjørligt. Tað sjálvsagda í hesum er, at hevði hesin triðingur ongan­tíð farið avstað úr Før­ oyum at nema sær útbúgving, men kundu tikið hana í Før­ oyum, høvdu líkindini fyri at tey fáa sær ein útlendskan maka, sum tey velja at búseta seg saman við í øðrum landi enn Føroyum, verið nakað minni. Familja og arbeiði Høvuðsorsøkin til, at føroy­ ingarnir enn ikki eru flutt aftur, er sambært kanningini hjá Norður­atlantsbólkinum, at teir hava stovnað familju. Hag­tølini vísa, at 71 prosent av konufólkunum svara, at tey enn eru í Danmark, tí tey hava stovnað familju. Beint omanfyri helmingurin av mann­fólkunum svaraðu tað sama. Tað vísir seg at verða verri at flyta heim aftur til Føroya, tá tey hava stovnað familju og eru við at festa røtur í tí landi, tey eru í. Umframt famulju er ar­ beiði eisini ein høvuðsorsøk til, at føroyingar enn eru bú­ sitandi í Danmark. 45 pro­ sent av konufólkunum svar­ aðu, at ein orsøk til at tey enn eru í Danmark er, at tey hava arbeiði har. Tað sama svaraðu 47 prosent av mann­ fólkunum. Kanningin vísti eisini, at høvuðsorsøkin til, at umleið fimti hvør enn er í Dan­mark, er tí at tey eru í út­búgving. 4 ár er markið Tá føroyingar flyta uttan­ lands eru bondini til heim­ landið sterkast í byrjan­ini. Men við tíðini fánar eis­ini heim­longsulin og hug­urin at flyta aftur til Før­oya. Ein áhugaverd niður­støða í kann­ ingini hjá Norður­atlants­bólk­ inum vísir, at kritiska ­markið er við 4 ár. Tað er greitt av svarunum, at av teimum, ið hava búð í 15 prosent av mannfólkunum og 14 prosent av konufólkunum í kanningini svara, at høvuðsorsøkin til at tey flyta til Danmarkar er tí tey fluttu saman við maka Húskini í Føroyum eru yvirhøvur lítil. Í 23 prosentum av húskjunum býr bert eitt fólk. Í 26 prosentum búgva tvey fólk, og í 17 prosentum búgva 3 fólk í húskinum, vísir ein uppgerð hjá Umhvørvisstovuni. fráflytingini fráflytingini ste ðgi ð 12 ár er miðaltíðin, føroyingar í kanningini hjá Norðuratlantsbólkinum hava búð í Danmark. Konufólk búgva í Danmark lutfalsliga longri tíð enn mannfólk Fráflyting Ein stórur partur av teimum, sum á hvørjum ári flyta av landinum at fáa sær útbúgving, koma ongantíð aftur. Hetta kostar samfelagnum hundraðtals milliónir og setur framtíðar vælferð í vanda. Men hví koma hesir útisetar ikki aftur? Kanningin vísti, at millum tey, sum liva í parlagi ella eru gift, hava bert ein triðingur av kvinnunum í aldrinum 20 til 45 ár føroyskan maka Hví útisetar venda