fríggjadagur 13. juli 2012síða 29
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 13. juli 2012 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 2011 var burðar
avlopið í Føroyum
212, sum er tað
minsta, ið nakrantíð
er skrásett.
Fróðskaparsetrið fekk
óvanliga nógvar umsóknir
til komandi lestrarár.
350 umsóknir í alt. Í
2011 var talið 273.
fráflytingini
fráflytingini
ste ðgi ð
Flestu umsóknirnar eru til lærara, heili
87. Harnæst komu sjúkrarøktarfrøði,
64, námsfrøði, 58, KT-verkfrøði, 39,
samfelagið, 31, føroyskt, 23, søga,
23, lívfrøði 12, náttúruvísindi 7.
vil hava betri umstøður til
útbúgving
og
gransking.
Lestrarumhvørvið skal vera
í Havn.
– Vit vita, at tey ungu
lesandi fara hagar, tey fáa
bestu útbúgvingina í einum
gevandi
lestrarumhvørvi,
har tey eisini kunnu vinna
neyðuga inntøku afturat til
lestrartíðina. Lærararnir og
granskararnir fara hagar,
teir fáa fakligar avbjóðingar.
Bústaðarmøguleikarnir
og
frítíðartilboðini eru eisini
í størri mun her. Vit mugu
varðveita sum flest av okk
ara ungu sum longst í land
inum, og hetta fæst bara við
at savna tey lesandi og lær
ararnar í stórar eindir í mið
økinum, sigur borgarstjórin
og vísir samstundis á, at av
gerðin at flyta útbúgvingar
frá Vinnuháskúlanum til
Klaksvíkar
er
skelkandi,
stuttskygd og púra visjónleys.
Skúlarnir skulu savnast í
størri deplar í Havn.
– Tað líkist ongum, at
lokalpolitikkur skal forða
fyri hesum. Hetta er ikki ein
meinaleys kapping millum
Havnina og hini, men ein
spurningur um framtíðina í
Føroyum. Løgmaður má við
ganga tað nú og vera við at
styrkja lestrarumhvørvið her.
Tað er einasta loysn, skulu vit
yvirhøvur geva okkum nakra
vón um at skapa eitt sterkari
útbúgvingstað, sum lýkur
altjóða krøv, og sum føroyska
samfelagið skríggjar eftir,
sigur hann.
Eru ov sein
Kanningar, sum Tórshavnar
kommuna hevur latið gjørt,
vísa, at 70 prosent av før
oysku
útisetunum,
sum
havi nomið sær útbúgving
uttanlands og venda aftur
til Føroya, vilja búseta seg í
høvuðsstaðnum. Orsøkirnar
eru serliga, at fólkaskúlarnir,
barnaansingin og frítíðar
tilboðini við lokkandi náttar
lívi eru har.
Hetta er greitt tekin um,
at almennu Føroyar mugu
hjúkla
um
høvuðsstaðin,
tá tað ræður um at fáa úti
setar
heimaftur.
Borgar
stjórin
ávarar
um
høgu
húsaprísirnar, sum fær fleiri
at setast aftur.
– Við einum meðalprísi
oman fyri tvær milliónir
krónur eru tað fleiri fam
iljur, sum ikki hava ráð at
búgva ella búsetast í Havn
ini. Veruleikin er, at verður
ov tungt at búgva í høvuðs
staðnum
hendir
tað,
at
fleiri teirra flyta av land
inum. Høvuðsábyrgdin er
hjá bankunum, sum stýra
fíggingini av allari bygging,
sølu og endursølu. At steðga
fólkaflytingini er ikki nakað,
sum høvuðsstaðurin kann
standa fyri sjálvur. Øll skulu
vera við, men áhugin er ov
lítil, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at Tórs
havnar
kommuna
kann
við síni stødd fremja nógv.
Men givið er, at kommunan
megnar ikki alt, sum landið
sleppur sær undan, og nú fer
veruliga at sansa at. Høvuðs
staðurin kann ikki ávirka
húsaprísirnar.
– Vit áseta ikki rentusatsir
og bankaavgjøld ella gera av,
hvussu bankarnir og Húsa
lánsgrunnurin skulu sleppa
at virka. Vit áseta heldur ikki
MVG á byggitilfar og arbeiðs
lønir, mjólkina, barnaklæðini
og blæurnar – bara fyri at
nevna nakað, sum kostar
barnafamiljum dýrt hvønn
dag, sigur hann.
Skaðin er longu hendur,
og tað verður tungt at venda
gongdini. Ein gongd, sum
hevur stórar avleiðingar fyri
landið. Borgarstjórin í Havn
hevur eina seinastu áheitan
á Kaj Leo Johannesen, løg
mann.
– Eg standi enn og rætti
tær hondina. Tú burdi rætt
mær tína, sigur hann.
eg bíði enn
Vit vita, at tey ungu
lesandi fara hagar, tey
fáa bestu útbúgvingina
í einum gevandi lestrar
umhvørvi