Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 8 VIKUSKIFTI Brúdleyp Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Britt Nielsen og John Johansen eru bæði av Tvøroyri, men búsitandi í Keyp­manna­havn. Hon er 24 ára gomul og útlærd skræddari, meðan hann er 27 ára gamal og útlærdur kokkur. Eitt, sum sermerkir Britt og John, er, at trúgvin á Jesus hevur alt at siga fyri tey. – Vit ynskja, at okkara hjúnarband skal vera merkt av gudsótta og okkara trúgv á Jesus, sigur John. Møttust til ball – Av tí at man er vaksin upp í somu bygd, so hava vit altíð vitað um hvørt ann­að. Men vit hava ongantíð ordiliga fylgst bæði vegna aldursmun, men mest tí vit hava havt hvør sín bólk av vin­fólki, sigur Britt. – Fyrstu ferð vit ordiliga tosaðu saman, var til eitt nýggjarsball á Tvør­ oyri fyri eini fimm árum síðani. Eg sá Britt sitandi í rúminum og valdi at bara seta meg við síðurnar av henni. Tað endaði so við, at vit prátaðu alt kvøldið, og seinni út á náttina fylgdust vit so til dans í TB høllini, sigur John. – Tað, sum var eitt sindur løgið, var, at aftaná hetta ballið hoyrdu vit einki til hvørt annað. Ikki fyrr enn tvey ár seinni, heldur Britt flennandi fyri. Møttust aftur – á møti At ganga á dansi- og drykkistøðum er ein farin tíð hjá bæði Britt og John. – Summarið 2009 var eg blivin lokk­ aður vestur á Zarepta. Eg ánaði ikki, hvat tað ordiliga var, og eg minnist, at eg fór vestur við timburmonnum eftir Jóan­søkuna. Tað hendi ein broyting í mín­um lívi tá, men avgerðina at blíva um­vendur tók eg seinni tað summarið, sigur John. 2. jólakvøld 2010 er ein dagur, sum hevur ein heilt serligan týdning fyri Britt og John. – Eg hevði havt tað eitt sindur ringt í eina tíð, og eg hevði tørv á hjálp. Tá høvdu mamma og pabba sagt, at Jesus kundi hjálpa mær undan øllum trupul­ leikum, so eg hugsaði, at hann skuldi fáa ein kjans, sigur Britt. – Ein vinkona bjóðaði mær so nið­an í Lívdina, har tað var eitt serligt ung­ dómsmøti, og eg fór. Tað føldist heilt øgiliga løgið, tí eg hevði aldrin verið á møti fyrr, sigur Britt. – Tað var nokk so stuttligt, tí eg hevði sæð Britt á veg norður í Smyrli, men eg hugsaði ikki so nógv um tað. Eg væntaði bara, at hon fór til Havnar í býin. Tá eg so sá hana á møtinum, sá eg hana knappliga á heilt øðrvísi hátt, og byrjaði okkurt at tendra í mær longu har, sigur John smílandi. – Eg sá eisini John, tá eg kom inn og valdi at seta meg beint framman fyri hann. Eg minnist, at tað fyrsta, eg hugs­ aði, var »waw, hann er lekkur«, sigur Britt flennandi. – Tá vit so prátaðu eftir møtið, føld­ ist tað veruliga sum um, at vit altíð høvdu kenst, sigur John. Búðu í hvør sínum landi Áhugin hjá báðum pørtum fyri hvørjum øðrum var tendraður í Lívdini hetta kvøldið. Men har var ein stór forðing fyri, at nakað kundi útvikla seg. – Vit búðu í hvør sínum landi. John arbeiddi í Keypmannahavn, meðan eg búði her í Føroyum, og tá jólaferian var av, fór John niðuraftur, sigur Britt. – Eg visti, hvussu tað var at vera ný­liga umvendur, so eg skrivaði Britt ofta boð, har eg spurdi hana, hvussu tað gekk við tí andaliga lívinum. Sjálvandi so vóru tað eisini kenslur lagdar í boð­ ini, men fyrst og fremst ynskti eg at halda hond yvir hennara andaliga lív, sigur John. – Hvørja ferð John skrivaði, bleiv eg glað og heit um hjartað. Men tankin um, at vit ikki búðu í sama landi, helt mær nokk so nógv frá at trúgva upp á tað, sigur Britt. eg skilti ikki, hví John hevði latið seg í klædning. Áðrenn eg fekk hugsað meir, legði hann seg niður á knæ, tók eina rósu og ein ring fram og spurdi, um eg vildi vera kona hansara. Tárini runnu eftir kjálkum mínum, sum eg klemmaði hann og grátandi av gleði fekk stamað eitt ja fram. Les her um hvussu Britt og John møttust, og hvussu John illa nokk hevði ráð at keypa Britt ein ring Á knæ í køkinum Vit skulu giftast!