Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 9 Boðini blivu meira kerlig Skrivingin hjá Britt og John datt eitt skifti niðurfyri, áðrenn nakað løgið hendi. – Eg veit ikki ordiliga hví, men vit góv­ust við at skriva saman. So ein dagin – umleið tríggjar mánaðir síðan sein­ast vit høvdu samskift – fekk eg slíka trongd at skriva til John. Meðan eg siti og bíði, til teldan er tendrað fyri at kunna skriva, hoyri eg, at telefonin bippar, sigur Britt flennandi. – Ja, tá hevði eg eisini hugsað um Britt og valdi at skriva til hennara, sigur John. Síðan tann dagin vant skrivingin hjá Britt og John bara meira og meira upp á seg. – Tað bleiv títtari millum boðini, sam­stundis sum tey blivu meira kerlig, sigur John og flennur. – Eg haldi, at man kann siga, at vit upp á tað tíðspunkt veruliga funnu útav, at vit vóru áhugað í hvørjum øðrum. John sendi mær eisini nógv andalig boð, og eg gjørdist ótrúliga góð við ta síð­una av honum, sigur Britt. Eg mussaði hana á munnin Hálvt ár aftaná at John og Britt høvdu møtst í Lívdini skuldi Britt til Danmarkar at vitja eina vin­konu. – Eg spurdi John, um eg kundi koma at vitja hann, um hann hevði tíð, sigur Britt. Tað hevði hann. Hann stóð á Hovedbanagarðinum í Keypmannahavn og bíðaði eftir henni. – Tá eg sá Britt, byrjaði eg glaður at ganga yvir móti henni. Hon klemmar meg, men eg velji at geva henni ein muss á kjálkan, sigur John smílandi og hyggur yvir á Britt. – Á veg upp gjøgnum rullutrappurnar vendi eg mær við og kíndi kjálkan hjá John við peikifingrinum, sigur Britt. – Og tann hendingin hevði ótrúliga nógv at siga fyri meg. Tá visti eg, at tað skuldi verða vit bæði, sigur John. Britt og John fóru síðani heim til John, og har mundi Britt fingið sín lívs hvøkk. – Vit gingu ikki saman hetta tíðs­ punktið. Men eg føldi meg so mikið til­trektan, at eg fór yvir til hana og muss­aði hana mitt á munnin, sigur John og smílist. – Mussurin kom so óvæntað á meg, at eg bleiv fulkomiliga forvirrað – men samstundis lukkulig. Seinni tað kvøldið fór eg so yvir til John og mussaði hann. Frá tí løtu av gingu vit saman, sigur Britt. Á knæ í køkinum John hevur arbeitt í Keypmannahavn sum kokkur. Fyrst í Etika, síðani á Søllerød Kro, sum telist millum allar­ fínastu matstovur í Danmark og hevur eisini eina michelinstjørnu. – Mær dámdi øgiliga væl at arbeiða har, og eg lærdi eina rúgvu. Men eg arbeiddi alt, alt ov nógv, at eftir nakrar mánaðir segði eg upp. Uttan arbeiði og uttan pengar fór eg til Føroya í jólaferiu í fjør, sigur John. Hóast John ikki hevði nógvar pengar, spældi tankin alla tíðina uppi í høvd­ inum at fáa Britt til konu. – Eg visti bara ikki, hvussu eg skuldi gera. Eg bað mammu koma við mær til Vágs at hyggja eftir ringum, og har fann eg so ein ring, sum eg hevði ráð til, og sum eg keypti, sigur John glaður. John gjørdi so alt klárt. Keypti eina rósu og spurdi enntá pápan um dóttr­ ina. Eftir var bara at fríggja. – Vit skuldu niður dagin eftir, so eg var í gongd við at pakka. Knapp- liga rópar John meg út í køkin, og tá skilti eg ikki, hví John hevði latið seg í klædning, sum hann stóð har á køksgólvinum. Áðrenn eg fekk hugsað nógv meir, legði John seg niður á knæ, tók eina rósu og ein ring fram og spurdi, um eg vildi vera kona sín. Tárini runnu eftir kjálkum mínum, sum eg klemmaði hann og grátandi av gleði fekk stamað eitt ja fram, sigur Britt glað. Seymar egnan brúðarkjóla Britt og John verða vígd leygardagin 21. juli í Lívdini í Hoyvík. Veitslan verð­ ur hildin á Hotel Føroyum. Tað er ein heilt serlig orsøk, at veitslan verður júst har. – Eg havi lært til kokk uppi á Hotel Føroyum, so eg vil gjarna nýta høvið til at vísa fólki mítt lív, sigur John og sipar til teir mongu brúdleypsdøgurðarnar, sum hann hevur staðið fyri. Britt er útlærdur skræddari, so hon hevur sett sær fyri at seyma sín egnan brúðarkjóla. – Í roynd og veru eri eg ordiliga væl nøgd við hann. Eg havi gjørt alt frá grundini av, bæði mynstur og seyming, sigur Britt, ið brúkti tríggjar dagar upp á at seyma kjólan. – Eg havi ikki sæð hann enn, so tað eri eg øgiliga spentur uppá, sigur John brosandi. Komandi brúðarparið hevur valt at leggja nógvan dent á tað andaliga. – Tað verða einans andaligir sangir í heftinum. Men eg ivist ikki í, at tað verður stuttligt fyri tað, tí vit koma bæði tvey frá stuttligum og kreativum familjum, sigur Britt. – Men satt at siga, hæddarpunktið og tað týdningarmiklasta er, at Britt hevur sagt ja til at vera mín kona. Restin er bara eitt stórt bonus, sum vit taka, sigur John smílandi. Tá Britt og John fara niðuraftur, flyta tey inn í íbúðina hjá John, har teirra dagliga lív sum hjún veruliga byrjar. mynd: Rebekka rafael – Tað verða einans andaligir sangir í heftinum. Men eg ivist ikki í, at tað verður stuttligt fyri tað, tí vit koma bæði tvey frá stuttligum og kreativum familjum, sigur Britt