Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 12 VIKUSKIFTI At fegnast í – Onga aðra staðni í heiminum kanst tú uppliva eitt tiltak, ið fevnir so breitt tónlistarliga, men kortini megnar at savna so nógv fólk at fegnast um tónleik sum á Roskilde Festivalinum. Rob Flynn sangari í harða málmsbólkinum Machine Head brúkti hesa triðju framførsluna hjá bólkinum á stóra danska tónleikafestivalinum, til at seta orð á, hví honum dámdi so væl júst hendan festivalin. Flynn greiddi frá, at tað eina árið hevði Machine Head hitað upp fyri Willie Nelson, og Willie Nelson hevði sjálvur verið til konsertina hjá Machine Head, líka sum Machine Head hevði verið til konsertina hjá Willie Nelson. »Willie Nelson at a Machine Head concert, how great is that?«, spurdi Rob Flynn okkum, ið vóru savnaði frammanfyri appilsingula pallin sunnudag seinnapart. Tá eg nú siti á mínum kamari umborð á Norrønu á veg heim eftir sjey dagar í Roskilde, so eru orðini hjá Flynn við mær. Roskilde Festivalurin er nógv, men fagnaðurin um tónleik í breiðastu merking er tað, sum er grundleggjandi fyri festivalin. Eg havi hesar dagarnar upplivað eitt sera breitt úrval av tónleiki, frá hørðum rokki við Machine Head, Kellermensch, The Cult og Crowbar, rapp við norsku Vaagsbygd og amerikansku The Roots, ymiskar kontri og fólkarokk upplivingar við bólkum sum Hank3, Alison Kraus and Union Station, First Aid Kit og Jack White, dreymarokk við Mew, popprokk við Gossip og The Cure, Bjørk, ið er ein heilt egin tónleikagrein, glaðan dansitónleik við Santigold, og so Bruce Springsteen, ið lyfti alla upplivingina uppá eitt heilt annað støði, tá hann vísti Roskilde, hvør bossurin er. Hetta vóru bara tær konsertirnar, ið eg leitaði mær til, men skráin fevndi um nógv annað. Stutta niðurstøðan verður eftir sjey dagar av balli, hugna og tónleiki, er, at Roskilde er nógv, men fyrst og fremst tónleikur – og sjálvandi at Bruce Springsteen bestemmar. Tjaldingarøkið á ársins Roskilde Festivali var merkt av sera nógvum larmi. Umframt, at Apollopallurin lá úti á tjaldingarøkinum, og gav okkum ein larmandi grundbass allan dagin, so vóru serstakliga nógv stór ljóðanlegg, og hesi larmaðu ótrúliga illa. Eins og undanfarin ár var gittari í leirinum hjá okkum, og bæði góðir gittarleikarar og sangarar, men í ár bleiv gittarin ikki brúktur nógv, tí hann hoyrdist als ikki. Ístaðin brakaði heilatómur poppur, sum »Call me maybe« beint inn í oyruni á okkum frá grannunum, ið høvdu eitt sera stórt anlegg og vánaligan tónleikasmakk við sær á festival. Tá grannarnir vóru rýmdir sunnudagin, kom gittarin fram, og hetta fekk onkran annan granna at koma yvir og rósa fyri góða sangin og spæli. Tí tað er so deiliga hugnaligt við einum kassagittara. Tá Jack White og fantastiski bólkur hansara spældi eina praktfulla konsert á appilsingula pallinum fríggjakvøldið, varnaðist eg knappiliga hendan ummælaran, ið sat og ummældi konsertina mitt á bønum frammanfyri pallin, hetta var tá konsertin var hálvliðin. Hann var so upptikin av at skriva, at hann heilt gloymdi at liva við, og uppliva konsertina. Nú veit eg ikki hvussu ummælið bleiv, men eg helt arbeiðsháttin vera nokk so áhugverdan. Hvar bleiv kassagittarin av? Ummældi so hann gloymdi at lurta Orð og myndir: Niels Uni Dam Roskilde er nógv, men fyrst og fremst tónleikur – og sjálvandi bestemmar Bruce Springsteen mynd: polfoto