fríggjadagur 13. juli 2012síða 45
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
13
tónleikinum
Mátti smsa til ein vágbing, ið eg kenni,
tá eg sá klisturmerki við orðunum
»Vaagsbygd – can't be stopped«, kring
alt festivaløkið. Var hetta eitt átak fyri at
gera vart við Vág ella okkurt heilt annað?
Vágbingurin, ið eg sms'aði til kendi einki
til hetta, og eg mátti tí kanna málið
nærri. Eg fann útav, at talan var um eina
konsert mikukvøldið á Apollopallinum á
sjálvum tjaldingarøkinum í Roskilde.
Við tevinum av einari sensatión fór
eg at grópa gjøgnum skránna, men
fann skuffaður útav, at Vaagsbygd
er ein norskur hip hop bólkur.
Upp móti 1000 tons av ruski hevur okkurt
árið verið savnað saman á Roskilde
Festivalinum, enn er endaliga talið ikki
uppgjørt fyri 2012, men skal man døma
eftir tjaldingarøkinum, sum tað sá út, tá
eg fór av festivalinum sunnudagin, so man
2012 ikki fara at standa nógv aftan fyri
hini árini. Tí Dyreskuepladsen í Roskilde
sær út, sum um ein ódn hevur herjað.
Teir fýra dagarnar, ið festivalurin
er, umframt teir fýra dagarnar, ið
upphitingin er, verður Dyreskue Pladsen
umskapt til 5. størsta býin í Danmark,
og hetta skapar í sær sjálvum nógv
rusk, men tað skerst heldur ikki burtur,
at »brúka og tveit burt« mentanin í alt
størri mun setur dám á festivalin.
Tá eg fyrstu ferð vitjaði festivalin í 1996,
vóru tað tey heilt fáu, ið ikki tóku teltini
við sær heim. Men á ársins festivali,
mátti eg staðfesta, at hóast teltini eru
vorðin størri og ivaleyst betri, so var tað
minnilutin av festivalgestunum, ið tímdi
at taka síni telt heim við, og tað sama
var galdandi fyri alt frá soviposum til
luftmadrassur og regnklæði. Ístaðin
valdu nógv at smildra alt sundur, so sum
myndirnar av grannaøkinum hjá mær vísa.
Roskilde Festivalurin hevur í nógv ár
gjørt stórt arbeiði á umhvørvisøkinum, og
arbeiðir eitt nú saman við Dansk Tekniskt
Universitet við at kanna ruski, fyri at
bøta um burturbeiningina. Festivalurin
hevur eisini gingið undan við nýtslu av
umhvørvisvinarligum innpakningi og
bestikki í matbúðunum á festivalinum.
Men tað kemst ikki uttanum, at stóru
ruskmongdirnar, og brúksmentanin hjá
gestunum er ein stórur imagetrupulleiki
hjá hesum annars so grøna festivalinum.
Pisslukturin hevur øll árini verið nærum
líka stórt eyðkenni fyri Roskilde Festivalin,
sum tónleikurin er. Serliga teir heitu
festivalarnar, har sólin bakar, kann
festivaløkið lukta ófatiliga súrt. Sum
mannligur festivalgestur, so er reglan
nærum tann, at um tað stendur uppi, so
kanst tú pissa á tað. Serliga eru hegn,
veggir og trø vælumtókt pissimál.
Festivalurin roynir eftir besta førimuni
at bøta um upplivingina hjá okkum
gestum, og her eru fleiri átøk gjørd, fyri
at fáa okkum menn at pissa á annað enn
hegn. Eitt nú eru heilt nógv pissoir sett
upp runt á økinum gjøgnum árini, men
nú tykist tað, sum festivalurin í størri
mun roynir at møta brúkaranum, har
hann er – ella har hann pissar. Eitt nú
hava heilt nógv hegn fingið pissirennir
festar á seg, og sum nakað nýtt hevur
mann innført P-tree konseptið, ið sum
myndin vísir, broytir trøini, ið vit vanliga
pissa á, til vælvirkandi pissitrø.
Vaagsbygd – can't be stopped
Brúka og
tveit burt
á Roskilde
Festivalinum
Um tað stendur uppi,
kanst tú pissa á tað
Okkara grannaleirur valdi at smildra
alt hjá sær sundur eftir festivalin
P-tree broytir trøini, ið vit vanliga
pissa á til vælvirkandi pissitrø