Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 77 · 6. juli 2012 14 VIKUSKIFTI Kærleiki Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Romantiskur kærleiki sýnist vera eitt »can't live with it, can't live without it« fyribrigdi, og er at finna í øllum ment­anum vit vita um ígjøgnum manna­søguna. Forelskilsi er ein rúsur, eitt high, eins væl og eitt rættuligt low, tá illa gongur. Í hvussu er, eru flest okk­ara helst samd um, at talan er um eitt týðandi felags menniskjaligt fyri­ brigdi, ið rakar tey flestu onkunstaðni á lívsleiðini. Seinastu árini hava fleiri stór universitetir tí brúkt nógvan pening uppá gransking, ið roynir at skilja, hvørjar drívmegir eru handan romantiska kærleikan. Roynt verður eitt nú at fáa greiðu á, hvørt øll vera drigin at somu eginleikum, ella um munur er á tí, vit fella fyri? Men ber yvirhøvur til at skilja romantiskan kærleika vísindaliga? Er meiningin ikki júst, at kærleiki er ganda­kendur og kensluborin, tað øvugta av turrari vísind? Niðurstøðan í stórum pørtum av granskingini tykist vera, at romantiskur kærleiki, í roynd og veru, er rættuliga sjálvsøkin. Uttanfyri okkara ávirkan Beauty is in the eye of the beholder og smag og behag eru kend orðafellir. Tað er ymiskt hvat vit falla fyri, verð­ur stundum ført fram. Men er hetta veruliga so? Niðurstøðan hjá fleiri granskarum er eitt rungandi nei. Teir argu­mentera fyri, at tað vit vera drigin at, í stóran mun, er ein objektiv stødd. University of Aber­deen, gjørdi fyri nøkrum árum síðani í hesum sambandi, eina røð av spurnarkanningum, har lut­tak­ arar vóru bidnir at døma um, hvussu vøkur og dragandi nøkur andlit vóru, ið komu fram á einum skermi. Tey skuldu seta kross við tey andlit, tey hildu vera serliga dragandi. Úrskurð­ urin aftaná nógvar kanningar var, at 8 út av 10 høvdu valt somu andlit. Kann­ingin gav ábending um, at vit vera drigin nøkunlunda at somu egin­ leik­um, í hvussu er tá um útsjóndina um­ræður. Felags fyri andlitini, ið fingu flest vakurleikastig, var, at tey vóru rættu­ liga symmetrisk. Mannfólkunum dámdu best kvinnuligu andlitini við feminimum eyðkennum, eitt nú smælri kjálkabein, ímeðan kvinnunum dámdu best mannligu eyðkennini, t.d. eina breiðari høku. Somu úrslit vísa seg í øðrum kanningum, ið skulu kanna, hvat vit vera drigin at. Eitt nú dáma flestu kvinnum djúpri mann­ fólka­røddir, frammum snjallar røddir, og flestu mannfólkum dámar betri hægri kvinnurøddir. Tað sama vísir seg í kanningum, har kynini bæði skulu meta um kropsbygnað. Kendasta dømi er, at flest mannfólk eru samd um, at ein kvinna helst skal síggja út sum eitt tímaglas, við smælari miðju, men breiðum hoftum. Víst verður á menningarlæruna, sum frágreiðing uppá úrslitini. Drív­ megin handan teir eginleikar, vit vera drigin at, er ynski um at fáa eitt sunt avkom. Eitt nú gevur eitt symetriskt andlit ábendingar um, at talan er um ein frískan persón, ið er førur fyri at fáa sunn og sterk børn. Ímeðan tað øvugta, evolutionert sæð, kundi givið ábendingar um genetisk brek. Sostatt er frágreiðingin uppá, hvørjar út­sjóndir vit falla fyri, ikki júst serliga romantisk, í vanliga týdninginum. Tvørtur­ímóti er ynski um at føra okkum sjálvi víðari á bestan hátt, ótilvitaða drívmegin. Annað enn útsjónd? Men vit fella ikki bert fyri útsjónd. Persónseginleikar, sosialir førleikar og status hava eisini stóran týdning. Doug Henrick, professari á Arizona State University, hevur í sínari gransk­ing samanborið samanspælið mill­um kynini við tað sum vit kenna frá djóraheiminum.Hann hevur víst á, at áðrenn paringartíð stundar til, fara hannar ofta upp at berjast. Tann hannurin sum vinnur, er sjálv­skriv­ aður til at fáa honirnar í sín lut. Í djóra­heiminum, hiðani vit stava, hevur status í sosiala bólkinum størst­ an týdning. Ein »áðrenn og aftaná« kanning váttaði, at status eisini hevur stóran týdning, tá tað snýr seg um menniskju og romantiska atdráttarmegi. Í kann­ ingini skuldi ein bólkur av kvinnum fyrst stigmeta nakrar myndir av monnum, eftir hvussu drignar tær Er tað tilvildarligt, at vit fella fyri onkrum, heldur enn øðrum? Ber til at skilja kærleika? Romantiskur kærleiki hevur seinastu árini fingið stóran áhuga fyri granskarar. Men niðurstøðurnar eru ofta alt annað enn serliga romantiskar Tí verða vit forelskað