fríggjadagur 13. juli 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 77 · 6. juli 2012
15
mynd: savnsmynd
kendu seg at teimum. Aftaná skuldi
ein annar bólkar meta um somu
myndir, men hesaferð stóð starv
og løn á myndunum. Teir menn, ið
áður ikki høvdu fingið serliga nógv
stig, fingu fleiri eyka stig í næstu
kanningini – alt eftir um teir høvdu
góða løn og høg størv. Útsjóndin
hevði brádliga minni týdning.
Kanningin gevur ábendingar um,
at kvinnur, orsaka av evolutiónini, eru
kræsnar. Tí tað skal meiri enn útsjónd
til, fyri at tryggja at eitt møguligt
avkom yvirlivir. Tess hægri status ein
hannur hevur úti í nátúruni, tess betri
eru møguleikarnir fyri, at avkomi
yvirlivir, tí hannurin er í serstøðu at
verja avkomið frá vandum. Henda
evolutionera yvirlivingar atferð
hongur við. Tí verður víst á, at bæði
sosialur status, skynsemi og umsorgan
eru eginleikar, ið hava stóran týdning,
tá ein kvinna endaliga skal taka støðu
til ein mann. Men aftur er genetisk
yvirliving, heldur óromantiska, ótil
vitaða frágreiðingin.
Hvør fellir fyri hvørjum?
Antropologurin Helen Fisher, frá
Rutgers University í USA, er ein teirra,
ið hevur framt mest granskinging
á økinum. Í einum fyrilestri, ið var
kunngjørdur á FORA.TV í 2010,
vísti hon á, at sálarfrøðingar vanliga
hava avmarkað seg til at sagt, at
fólk forelska seg oftast í onkrum,
ið er teimum líkur. Líka børn spæla
best. Eitt javnlíka útsjónd, sosiala
og fíggjarliga bakgrund, eins væl
og javnan intelligens. Men hvussu
greina vit, at onkur kann koma inn
í eitt rúm, har øll eru nøkunlunda á
jøvnum føti, men framvegis bert fella
fyri einum ávísum persóni? Hetta er
framvegis lutvíst ein gáta, men besta
boðið hjá Helen Fisher er, at klassisku
persónstýpurnar kunnu vera ein
partur av frágreiðingini. Sambært
henni eru kemisk evnir í heilanum
avgerandi fyri, hvørja persónstypu
tú mest av øllum hoyrir til. Til dømis
eru summi meiri impulsiv av nátúr,
ímeðan onnur eru meiri konservativ
og varðin.
Royndirnar við øðrum av somu
persónstypu kunnu vera avgerandi
fyri, hvørt ein velir sær maka, ið er
einum sjálvum líkur, ella ikki. Eitt
úrslit av ringum royndum kann tí
vera, at fólk velja sær mótsetningar.
Evolutionert sæð, hevði menniskja, tá
tað livdi í smáum bólkum á afrikonsku
fløtunum, tørv á fleiri persónstypum,
bæði teimum framfýsnu, ið gingu
nýggjar leiðir eftir føði, og teimum
varnu, ið hildu aftur og sóu vandar
áðrenn hini. Tí kunnu javnlíkar, eins
og mótsetningar vera hóskandi fyri
genetisku yvirlivingina. Helen Fisher
er reguliga at síggja í stórum altjóða
miðlum, og hevur eitt nú verið við
til at ment dating heimasíðuna www.
chemistry.com, ið byggir á túsundstals
matchingroyndir av persónstypum.
Síðan er eitt dømi um, hvussu henda
gransking kann nýtast til handilsslig
endamál, tí síðan lovar tær, við støðið
í vísindaligari gransking, at finna tær
einasta rætta makan.
Til deyðin okkum skilir?
Forelskilsi er eitt fyribils fyribrigdi,
verður ofta víst á. Hareftir skal kær
leiki og trúfesti til hvønn annan taka
yvir. Sambært Helen Fisher, ið hev
ur savnað partøl kring allan heim,
varir eitt forelskilsi í miðal umleið
fýra ár. Óromantiska frágreiðingin
er, at forelskilsi skal vara nóg leingi
til, at eitt par hevur megnað at sett
avkom í verðina. Tað er eitt slag av
lími, ið skal tryggja at genini vera førd
víðari. Men nógv pør halda áfram
eftir hetta. Menniskja er eitt av fáum
djórum, sum í stóran mun kunnu vera
monogam. Tó at eingin trygd er fyri
hesum.
Frágreiðingin er, sambært henni,
at forelskilsi og kærleiki sita í hvør
sínum økið í heilanum. Forelskilsi
er knýtt at tí parti av heilanum, har
spenningur og gleðisrómur annars
eru knýtt til. Tí verður forelskilsi
ofta samanborið við ein rús. Ímeðan
kærleiki er knýttur at tí partinum, har
vit menna serlig varandi tilknýtir og
sambond.
Sambært Helen Fisher, antropologi, ið hevur savnað partøl
kring allan heim, varir eitt forelskilsi í miðal umleið fýra
ár. Óromantiska frágreiðingin er, at forelskilsi skal varða nóg
leingi til, at eitt par hevur megnað at sett avkom í verðina. Tað er
eitt slag av lími, ið skal tryggja at genini vera førd víðari.
Tað er ymiskt hvat vit falla
fyri, verður stundum ført
fram. Men er hetta veruliga
so? Niðurstøðan hjá fleiri
granskarum er eitt rungandi nei.