Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 49

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Einki er sum OL – Eg skal raka toppin fríggjamorgunin 3. august, tá innleiðandi svimjingin verður á 1500 metrum, og leygardagin 4. august, tá finalan er á skránni. Mín olympiski dreymur er at verða í tí finaluni. So einfalt er tað, sigur Pál Joensen s43-52 frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum Ókeypis lýsingarblað OL-blaðið s13-37 16. juli 2012 Grønari, betri og bíligari. LED loysnir frá. tel 35 12 20 - www.lm.fo vikutema vika 29 OL-blaðið Heilsa heima Pál Joensen og Jón Bjarnason lata heilsa heima og takka fyri allan tann stuðul, teir hava fingið. Teir siga, at tað eru so mong, ið hava hjálpt til, og at so mong hava stríðst og strevast, fyri at teir kunnu gera tað, sum nú skal gerast í London. – Øll hesi kunnu ikki fáa eina nóg stóra tøkk frá okkum, siga teir báðir í inniligari heilsan úr venjingarleguni í Kroatia. 16. juli 2012 vika 29 16. juli 2012 43 G! Vikutema Óli Jákup Jacobsen – Fyrireikingarnar til G! festivalin ganga ordiliga væl. Alt gongur eftir ætlan, tíðin er við okkum, og einki alvor ligt óvæntað hevur órógvað okk­ um, heldur Jón Tyril fyri. Tað er serliga ein orsøk, at fyri­ reikingarnar hava gingið so væl. – Vit eru vorðin nógv betri til at sam skipa og fyrireika núHesi seinastu árini hava vit umskipað bygnaðin og fingið nógv góð fólk inn, sum hava verið við nú í nøkur ár, og vita hvat tað snýr seg um, sigur Jón Tyril. Áðrenn umskipanina var eg stjóri og nevndarformaður og hvat veit eg. Nú hava vit ein ordiligan bygnað, annan stjóra og nevndarformann osfr og onnur fólk til at taka sær av teim­ um flestu uppgávunum, so eg taki mær í dag einans av skránni og miðl­ unum. Kom til ókeypis laks! Sauna, framsýningar og heitir pottar. G! festivalurin er annað enn tónleikur, har tilboðini rundan um tónleikin eisini hava fylt nógv. Soleiðis verður eisini í ár. – Leygardagin á G! festivalinum kl. 17.15 verður ókeypis laksur at fáa á Gøtu sandi. Tað eru HiddenFjord, ið hev ur latið okkum laks til eini 2500 fólk, sum kokkarnir á Hotel Föroyum grilla og servera á sandinum, sigur Jón Tyril. – HiddenFjord vilja gjarna geva før­ oy ingum eina smakkiroynd avsínum laksi, sum telist millum heimsins besta. Laksurin verður serliga seldur til ameri kanskar sushimatstovur og eksklu siv støð, so tað verðu spenn­ andi. G! festivalurin og HiddenFjord hava eina serstaka felagssøgu. – Tað er nokk so stuttligt, tí har sum Grundin húsast á G! festivalinum, byrjaði PRG sítt virksemi í 1929. Luna, ið framleiðir HiddenFjord laksin, er sprott ið úr PRG, sigur Jón Tyril. – Umframt laksin er eisini möguligt at fara gongutúr um fjall úr Leirvík til Blásastovu í Norðragøtu, har konsert við Kára Sverrisson verður, síðani á sandin í Syðrugötu í pottar og sauna. Tim Christensen verður eitt brak Eitt høvuðsnavn á G! festivalinum verð ur, sum flestum kunnugt, Tim Christensen and the Damn Crystals. Tim Christensen er kendur frá danska tón leikabólkinum Dizzy Mizz Lizzy og hevur skrivað nógv hits. – Vit hava tosað um at fingið Tim Christensen fleiri ferðir, men tað hevur ongantíð reiðiliga eydnast. Men í ár eydnaðist tað so endiliga, sigur Jón Tyril. – Tað verður eitt brak av eini kon­ sert. Teir hava fingið óalmindiliga góð ummæli í seinastuni. Eg hoyrdi teir eisini á Spotfestivalinum í mai mán­ aða, og kann vátta, at teir spæla heilt ótrúliga intenst og væl. Jødiskur tónleikur úr Hollandi Eitt, sum hevur sermerkt G! festivalin øll árini, er, at tónleikaliga roynir hann at fevna so nógvum ymsum sum gjør­ ligt. – Vit hava sum mál at hava eina fjølbroytta skrá, sum ikki bara tosar til nostalgiina, men sum flytir nökur ting, skapar íblástur og röring í. Vit vilja hava ymiskar tónleikagenrur og ymisk útrykk. Og skráin skal helst bæði kýna, klóra, kitla og skriða, heldur Jón Tyril fyri. – Í ár hava vit t.d. Amsterdam Klezmer Band, sum eg persónliga eri ótrúliga spentur uppá. Tey spæla klezmer tónleik, ið er eitt slag av traditionellum jødiskum tónleiki, sum serliga verður nýttur til hátíðir – brúd leyp, føðingardagar, bar mitzwa, gravar ferðir og annað. Ársins »must« Spurdur um, hvat er eitt mást á ársins festi vali, svarar Jón Tyril eitt sindur ivandi, at hann kanska kann nevna tvey nøvn framum hini. – Tað er ringt at taka dagar ímillum, men eg kann nevna tveir bólkar. Tim og Veronica eru líkasum givin uppá forhond. So fyri tað fyrsta er tað Amsterdam Klezmer Band, sum fólk bara mugu koma at lurta eftir. Fyri tað næsta er tað Kapten Röd úr Svøríki. Men sambært Jón Týril so er tað ein annar faktorur, sum hevur minst líka nógv at siga sum sjálvur tónleikurin. – Tað sosiala. At fólk koma saman, at tey hugna sær, at tey práta og vinar bond vera knýtt ella styrkt. Tað er grundar lagið fyri at vit kunnu halda eitt slíkt tiltakár aftaná ár, sigur Jón Tyril at enda. Heimsins náttúruvakrasti festivalur. Í hvussu so er nær við. Talan er sjálvsagt um G! festivalin. – Aftur í ár kunnu vit garantera nýggjar og forvitnisligar upplivingar, sigur Jón Tyril, fyriskipari, sum hvørt ár síðan 2002 hevur staðið skránni á G! festivalinum Spennandi G! festivalur Mynd: Ólavur Frederiksen Mynd: Finnur Justinussen BESTSELJARIN SPAR 20% SERA DEKKANDI SPAR 20% BEST Í TEST SPAR 20% Filmsarbeiði situr í blóði og genum Vikustólurin Spennandi G! fyri framman Uppi á Hálsi • Tel 35 46 80 Ide Møblum frá kl. 1100 30 Fríggjadag frá kl 1100 00 Leygardag frá kl. 1000 00 Í tíðarskeiðnum frá 2. juli til 18. august hava vit opið soleiðis: