Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 16 l 16. apríl 2012 vikusíðan VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld. Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðar­deildini í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan. Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00. Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Grafisk framleiðsla: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útbering: Posta Miðlahúsið Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo Viðmerkjast: Vikublaðið Eyðun Samuelsen Lýsingarráðgevi es@sos.fo tel. 212577 Magnus Gunnarsson Lýsingarráðgevi maggi@sos.fo tel. 216135 James Olsen Lýsingarráðgevi james@sos.fo tel. 252090 Jonna Gaardbo samskipari jonna@sos.fo tel. 341826 Óli Jákup Jacobsen Hyggur man at teimum stóru nøvn­ un­um á danska tónleikapallinum, so eru tey mong, ið longu hava verið á G! festivalinum. Nevnast kunnu Fallulah, Nephew og Kashmir. Ein, sum tó enn ikki hevur verið á Gøtusandi, er navn­ frami Tim Christensen, kendur bæði sum solistur, men eisini sum front­ mað­ur í danska bólkinum, Dizzy Mizz Lizzy. Rætt skal vera rætt. Tim Christ­ en­sen hevur verið í Føroyum áður og spælt eina konsert. Tað var á ólav­ søku­konsertini fyri seks árum síðani. – Tað var eitt ordiliga feitt upplivilsi, tá eg var her seinast. Eg minnist, at eg fleyg við tyrlu yvir oyggjarnar hjá tykkum, og tann túrin gloymi eg aldrin, sigur Tim Christensen, ið kem­ur til Føroya við bólki sínum, sum kall­ ast Tim Christensen and the Damn Crystals. – Konsertin, eg spældi í Tórshavn tá í 2006, var eisini ordiliga góð. Eg møti enn viðhvørt føroyingum, sum nevna hasa konsertina, sigur Tim Christ­ensen. Væntar eina ordans konsert Tað verður neyvan tíð hjá Tim Christ­ ensen and the Damn Crystals at gera nógv annað enn at spæla konsertina ta tíðina, sum teir eru í Føroyum. – Tíverri hava vit eitt sera saman­ pakk­að skema. Vit koma dagin fyri og flúgva dagin eftir, so túrar í nátturuni mugu bíða til eina aðru ferð, sigur Tim Christensen. – Men eg gleði meg ótrúliga nógv at koma til Føroya at spæla konsert. Eg kenni ikki sjálvur nakað serligt til G! festivalin, men eg kenni fleiri, sum hava spælt har. Eftir teimum at døma skuldi tað verið øgiliga gott. Bólkurin hjá Tim Christensen hev­ur verið á konsertferð teir síðstu mán­ að­irnar. – Tey, sum koma á konsert, skulu vænta at hoyra ein bólk, sum er ótrú­ liga væl samanspældur, og har alt situr, sum tað skal. Vit hava havt kon- sertir bæði í Hollandi, Svørríki, Noreg og Danmark, so the Damn Crystals er í góðum formi. – Satt at siga eru hetta somu tónleikarar, sum hava spælt saman við mær ígjøgnum mína solotíð, sum nú bara hava fingið eitt navn. Eg helt, at tað var upp á sítt pláss, at teir komu eitt sindur meira fram, tá teir jú eru so berandi undir bólkinum, sigur Tim Christensen gjøgnum telefonina úr Keypmannahavn. – Eg lurti eftir Teitur Tim Christensen hevur ikki nakra kon­sert, sum hann ætlar sær at fara til á G! festivalinum. – Nei, eg veit faktist ikki so øgiliga nógv um skránna, so eg havi ikki gjørt mær nakrar tankar um hana. – Men eg kenni væl Teitur og havi hoyrt hann nakrar ferðir. Hann dámar mær ótrúliga væl, og havi eg lurtað eftir hansara fløgu óteljandi ferðir. Um hann skal framføra, so fari eg nokk at lurta eftir honum, sigur Tim Christensen. Men tað skal Teitur ikki. Ikki ligið fyri fyrr Hóast hetta er fyrstu ferð, hann kemur á G! festivalin, so er hetta ikki fyrstu ferð, Tim Christensen er spurdur um at koma. – Tey á G! festivalinum hava spurt meg nakrar ferðir áður, men tað hevur tíverri ongantíð ligið fyri. Eg havi altíð viljað komið, so tað at eg slapp hesa ferð, eri eg ordiliga glaður fyri, sigur Tim Christensen. – Sangirnir, sum eg komi at spæla, vera nokk mest frá míni solokarrieru. Men sjálvsagt koma nakrir frá Dizzy Mizz Lizzy tíðini umframt nakrir nýggir. Eg ivist ikki í, at tað fer at vera ein ordi­liga góð konsert, sigur Tim Christ­ensen. Tim Christensen and the Damn Crystals spæla á sandinum í Syðru­ gøtu leygarkvøldið, so tá verður endi­ liga aftur møguleiki at standa ’right next to the right one’ og syngja Silver­ flame. - Men eg kenni væl Teitur og havi hoyrt hann nakrar ferðir. Hann dámar mær ótrúliga væl, og havi eg lurtað eftir hansara fløgu óteljandi ferðir, sigur Tim Christensen, sum framførir á G! Festivalinum um vikuskiftið Stríðist ímóti Big Brother - Almennir myndugleikar halda veruliga, at borgarin ikki er førur fyri at taka skilagóðar ella moralskar avgerðir, sær sjálvum og sínum næsta til egna besta. Av onkrari orsøk halda hesir myndugleikar, at teir eru betri førir fyri at taka avgerðir fyri fólk enn tey sjálvi eru, sigur Agga Niclasen við Sosialin. Eg livi tí onkur doyði – Tað er ræðuliga stórt at hugsa sær, at eitt ungt menniskja mátti doyggja, fyri at eg kundi sleppa at liva, sigur 16 ára gamli Rólant Reginsson Biskopstø í Klaksvík, sum fyri tveimum árum síðani fekk nýtt hjarta. Fráflytingin kostar dýrt Samfelagið ger stórar íløgur í útbúgving av ungfólki, sum eftir miðnámsskúla flyta av landinum og ikki koma heimaftur. Ein meting vísur, at hvør mistur árgangur hevur kostað samfelagnum 80 milliónir krónur í íløgum, og at samfelagið missur millum 450 og 900 milliónir krónur í BTÚ av hvørjum árgangi. Vikan ið fór Birgir W. Høgnesen marknaðarleiðari birgir@sos.fo tel. 284444 Avgreiðsla/bókhald tel. 341800 Eg lurti eftir Teiti Vit koma dagin fyri og flúgva dagin eftir, so túrar í nátturuni mugu bíða til eina aðru ferð, sigur Tim Christensen Mynd: Polfoto