hósdagur 18. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 54 - 18. mars 2004
Nr. 54 - 18. mars 2004
3
Havnarkórið hevur óiva
fingið sína størstu av-
bjóðing nakrantíð. Í
heyst er kórið bjóðað til
New York at framføra
Elias hjá Felix Mendels-
sohn í glæsiligu og víða-
gitnu
konserthøllini,
Carnegie Hall
– Ikki kann sigast ann-
að, enn at hetta veruliga
er ein álitisváttan og ó-
iva størsta altjóða tiltak-
ið hjá kórinum nakran-
tíð, sigur kórið í tíðinda-
skrivi.
Kórleiðarin, íslend-
ingurin Gardar Cortes,
hevur saman við Havn-
arkórinum, operakóri-
num í Íslandi og kórum
úr eitt nú Noregi, Dan-
mørk og Svøríki, fingið
hin stóra heiðurin at
framføra hetta megnar-
vekið.
Gardar Cortes er kom-
in at venja kórið í viku-
skiftinum og fer avstað
aftur mánadagin.
Føroyskt ættleiðingar-
felag verður nú stovnað.
Seinastu árini er tað
blivið alsamt meiri van-
ligt, at føroyingar velja
at ættleiða børn úr út-
londum. Fyri bæði for-
eldur og børn byrjar ein
nýggj tilvera saman,
sum í onkrum lutum
brýtur frá tí hjá »vanlig-
um« føroyskum familj-
um.
Ættleiddu
børnini
koma
frá
ymiskum
londum og eru ymisk til
aldurs, tá tey koma til
Føroya og hvørt einstakt
hevur sína bakgrund og
viðføri frá lívinum, áðr-
enn tey blivu ættleidd -
hetta kann vera meiri og
minni kent.
Leygardagin 3. apríl
frá kl. 9 til umleið kl. 17
verður fjølbroytt tiltak
fyri bæði børn og vaksin
í leguhúsunum í Nesvík.
Málbólkurin eru familj-
ur við ættleiddum børn-
um, ættleidd ella tey, ið
ætla at ættleiða. Um-
framt at hava stovnandi
fund av føroyskum ætt-
leiðingarfelag, verður
hetta eisini ein hugna-
dagur við ymiskum á
skránni, og ein góður
møguleiki at tosa sam-
an. Okkurt verður fyri
børnini - spøl, sangur o.
a. Fyri tey vaksnu verð-
ur umframt fundin við-
komandi fyrilestur v. m.
Ætlanin er, at felagið
á fjølbroyttan hátt skal
verða við til at samskipa
felags áhugamál hjá
limunum.
Tað
kann
verða við hugnaløtum,
fyrilestrum, upplýsing
um ættleiðing, netverki,
umboðan
mótvegis
myndugleikum o.s.fr.
Tað er ein mammu-
bólkur í Havn, sum hev-
ur tikið stig til tiltakið.
Fyrsta stigið varð tikið í
mai mánaði í fjør, tá ein
fyrireikandi fundur varð
hildin í Kommunuskúla-
num í Havn. Á hesum
fundinum varð ein fyri-
reikingarbólkur mann-
aður, og hava tey arbeitt
við ymiskum ætlanum
viðvíkjandi stovnanini
av felagnum - hesum
fara tey at greiða nærri
frá hendan dagin.
Fyrireikarnir vóna, at
nógv fara at vísa tiltaki-
num áhuga og at eitt før-
oyskt felag fyri ættleið-
ing fær eina góða byrj-
an.
Tilmelding og møgu-
ligir
spurningar
hjá
Anniku tlf. 310649 ella
Nitu tlf. 312705. Freist-
in at tekna seg er sunn-
udagin 21. mars. Vaksin
200 kr., børn ókeypis.
Morgunmatur, døg-
urði og millummál er
við í luttøkugjaldinum.
Komandi leygardag klokk-
an hálvgum tólv verður aft-
ur matiné í Havnar Kirkju.
Hetta er afturvendandi
tiltak, har á stuttari konsert
býðst høvi at lýða á lættari
klassiskan tónleik.
Leygardagin fer Tórs-
havnar
Musikkskúli
at
framføra, og er tað Guitar-
bólkurin við solistum, ið
fer at vísa síni kynstur.
Guitarbólkurin er mann-
aður við meira framkomn-
um næmingum, og hevur
sami bólkur m. a. verið á
stórari altjóða stevnu í Ís-
landi í fjør og framført.
Hesaferð fara ymsir sol-
istar eisini at luttaka. Ungi
guitarsnillingurin, Brandur
Olsen, fer á guitari at fram-
føra kendu guitarkonsertina
hjá Antonio Vivaldi.
Harafturat fara Mia Kár-
adóttir á floytu og Andreas
Restorff á sello at spæla
saman við Guitarbólkinum.
Tónleikurin, ið framførd-
ur verður, er sum áður
nevnt, av lættari klassikum
slagi. Tónleikur eftir m. a.
Vivaldi, Bach og Beethov-
en er á skránni, og er allur
tónleikurin lagdur tilrættis
av Ólavi Jakobsen.
Bo Isholm og Ólavur
Jakobsen
eru
leiðarar
bólksins.
Havnarkórið syngja
í Carnegie Hall
Stovna ættleiðingarfelag
Íslendski kórleiðarin, Garðar Cortes, skal standa fyri
framførsluni av Elias hjá Mendelssohn í Carnegie Hall
Mynd: Maria Olsen
Guitarbólkur vísur kynstur á matiné í Havnar Kirkju
Guitarbólkinum hjá Tórshavna Musikkskúla fer at vísa síni kynstur á matiné í Havnar Kirkju leygarmorgunin
Sunnudagin 21. mars kl. 17
fer Tórshavnar Manskór at
hava konsert í kirkjuni í
Húsavík.
Umframt at kórið hevur
verið á nógvum uttanlands-
ferðum, hevur kórið eisini
havt konsertir fleiri staðni í
Føroyum.
Næstseinasta
leygardag hevði kórið kon-
sert í Nólsoy, og sigast má
at bygdarfólkið vísti kóri-
num stóran áhuga – eini 80
fólk vóru og lurtaðu.
Hetta verður so fyrstu
ferð at Tórshavnar Manskór
syngur á Sandoynni.
Sangskráin er fjølbroytt.
Umframt føroyskar sangir,
fer kórið at syngja sangir úr
Íslandi, Danmark, Bret-
landi, Ruslandi og Georg-
ia.
Tórshavnar Manskór í Húsavík
Myndin er frá 1994, tá Tórshavnar Manskór var í Wales. 3. rað: Johan R. Jacobsen, Árni Hansen, Suni Rasmussen, Kristian
Kruse, Ole Jensen, Finnbjørn Dam, Trúgvi Hansen, Ólavur Dalsgarð, Jákup Dahl-Olsen, Kristjan Dahl, Kári Hansen, Torkil
Skála, Birgir Krossteig, Hanus Joensen, Petur Nielsen, Úlvur við Høgadalsá. 2. rað: Georg Egholm, Stein Fossá, Bogi Mouritsen,
Kenneth Samuelsen, Jón Kragesteen, Janus Trúgvason, Anker Mortensen, Áki Davidsen, Kári av Reyni, Árni av Reyni, Jákup
Lamhauge, Egon Hansen, Bogi Hansen, Heðin Johannesen, Andrias Reinert, Hugo Samuelsen. 1. rað: Martin Petersen, Chr.
Reinert Petersen, Herbert Samuelsen, Kjartan Mohr, Jørgen P. Johannesen, Árni Nicolaisen, Heri Kragesteen, Bjarni Restorff,
Magnus Hansen, Henry Fjallstein, Viggo A. Hansen, Karl Martin Samuelsen, Hans Pauli Joensen, Ole Nielsen, Kári Mouritsen,
Thorleif Samuelsen.
Útvarpið tódnar
Landsstýrismaðurin í
mentamálum, Jógvan
á Lakjuni, vil ikki
ganga umbønini um
at hækka útvarps-
gjaldið á møti. Gjald-
ið hækkar einans 100
krónur, og tískil skal
ÚF spara 1,4 millión
krónur í ár. Tá vit ár
eftir ár ikki fáa peng-
ar til lønarvøkstur
minkar stovnurin
burtur, sigur Jógvan
Jespersen, ið spyr,
hvat politikararnir
vilja við Útvarpinum
ÚTVARPSGJALD
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Eftir drúgva umrøðu hevur
Jógvan á Lakjuni, lands-
stýrismaður í mentamálum,
loksins tikið støðu til um-
bønina frá Útvarpi Føroya
um loyvi til at hækka út-
varpsgjaldið 200 krónur.
Og greitt er, at Jógvan á
Lakjuni gongur ímóti av-
gerðini hjá undanmanni
sínum í Mentamálaráðnum.
Meðan Høgni Hoydal í
september í fjør gekk um-
søknini frá ÚF á møti,
hevur Jógvan á Lakjuni
klípt helvtina av hækking-
ini burtur, so gjaldið einans
má hækka 100 krónur.
– Sum búskaparligu ván-
irnar eru í samfelagnum í
løtuni fái eg meg illa til at
leggja størri byrðar á fólk
við at hækka útvarpsgjald-
ið. Men tað hevur ligið í
kortunum,
at
útvarpið
skuldi fáa fleiri pengar, og
tí valdi eg so at hækka
gjaldið 100 krónur, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Løgtingsval varð útskriv-
að, áðrenn avgerðin um at
hækka útvarpsgjaldið 200
krónur varð lýst í kunngerð,
og tískil fall málið burtur.
Fyri Útvarp Føroya, ið
hevur havt eina munnliga
játtan frá landsstýrismann-
inum at halda seg til, kom
avgerðin hjá Jógvan á
Lakjuni sera illa við.
– Tað merkir, at vit skulu
spara 1,4 millónir krónur í
ár, staðfestir Jógvan Jesper-
sen, útvarpsstjóri.
Skert flog
Sparingin merkir, at yvirtíð
verður spard burtur, at færri
sendingar verða keyptar frá
freelancarum, og at stovn-
urin ikki tekur ímóti nøkr-
um journalistpraktikanti í
ár.
– Men vit sleppa undan
uppsøgnum, sigur Jógvan
Jespersen.
Útvarpsstjórin hevur ikki
stórvegis hug at gera við-
merkingar til, í hvønn mun
sparingin fer at ávirka
dygdina á tilfarinum, ið
Útvarpið hevur at borðreiða
við. Men hann staðfestir, at
minni orka verður at taka
av.
– Tá vit ikki fáa møgu-
leika at fíggja lønarvøkst-
urin, ið sáttmálarnir áseta,
so minkar stovnurin.
– Tí kann ein spyrja, hvat
politikararnir vilja við út-
varpinum, sigur Jógvan
Jespersen.
Útvarpsstjórin eftirlýsir,
at politikarar fyrihalda seg
til veruleikan, at lønarút-
reiðslurnar hækka við sátt-
málunum á arbeiðsmarkn-
aðinum.
Jógvan á Lakjuni sigur
seg skilja sjónarmiðini,
men samtíðis heldur hann
fast við sítt.
– Politiski veruleikin er,
at almennir stovnar fáa ikki
kompensatión fyri øktar
lønarútreiðslur. Og tá øll
onnur í samfelagnum mugu
spara, so má útvarpið eis-
ini.
Spurdur, hvat hann sum
landsstýrismaður í menta-
málum vil við útvarpinum,
vísir Jógvan á Lakjuni aftur
á búskaparliga veruleikan.
– Sjálvandi ynskja vit ein
góðan public service stovn.
Og eg rokni við at allir før-
oyingar halda, at útvarpið
hevur sín rætt.
– Men samtíðis havi eg
ringa samvitsku av yvir-
høvur at hækka útvarps-
gjaldið, sum tíðirnar eru,
sigur Jógvan á Lakjuni, ið
valdi gylta millumvegin
millum ynski útvarpsins og
einki.
Útvarpsgjaldið kemur í
hvørt hús fyrst í apríl mán-
að, og freistin at gjalda er 1.
maj.
- Ikki er ráðiligt at hækka
ÚF-gjaldið meira enn 100
krónur, sigur Jógvan á
Lakjuni. Sostatt má útvarpið
spara 1,4 millión í ár
Leiðarar í Sjónvarpinum uppsagdir
Fleiri deildarleiðarar í
Sjónvarpinum verða
nú sagdir úr starvi.
Orsøkin er, at stórar
broytingar skulu
gerast í bygnaðinum
fyri SvF
SJÓNVARPIÐ
Eyðun Klakstein
Sjónvarpsstjórin Mikkjal
Helmsdal er nú farin til
verka fyri at gera umfatandi
broytingar í bygnaðinum
fyri Sjónvarp Føroya.
Hetta fær ítøkiligar fylgj-
ur fyri fleiri deildarleiðarar
í Sjónvarpinum, sum verða
sagdir úr sínum leiðara-
størvum frá 1. oktober.
Leiðarar í Sjónvarpinum
eru
Sámal
Samuelsen,
Johan Herluf Sørensen,
Ivan Niclasen, Ragnar C.
Joensen, Carsten Arnskov
og Katrin Petersen, sum er
virkandi tíðindaleiðari fyri
Øssur Winthereig, sum er í
farloyvi frá hesum starvi.
Fleiri av hesum leiðarum
– ikki allir – verða sagdir úr
starvi, tí størvini hjá teim-
um verða løgd niður í
nýggja bygnaðinum, sum
skal koma at virka frá 1.
oktober.
Starvið sum tíðindaleið-
ari er eitt av teimum, sum
rýkur í nýggja bygnaðinum
hjá SvF. – Eg fekk seinna-
partin týsdagin at vita, at eg
verði sagdur úr starvinum
sum tíðindaleiðari, tí hetta
starv verður burtur í nýggja
bygnaðinum, sigur Øssur
Winthereig, sum í løtuni
hevur farloyvi frá sínum
leiðarastarvi.
Tað bar ikki til at fáa fatur á
sjónvarpsstjóranum
og
fleiri
deildarleiðarum
fyrrapartin í gjár, tí teir
vóru á skeiði.
Orsøkin
Síðani juni mánað í fjør
hevur ein bygnaðarbólkur
arbeitt við at gera nýggjan
bygnað fyri Sjónvarp Før-
oya, og hesin bólkur hevur
stigvíst arbeitt seg fram til
tað úrslit, sum nú skal
setast í verk.
Á middegi týsdagin boð-
aði sjónvarpsstjórin Menta-
málaráðnum frá, at hann fer
at gera broytingar í Sjón-
varpinum.
– Endamálið við nýggja
bygnaðinum er at fáa
greiðari mannagongdir í
sambandi við framleiðslu
og dagligar avgerðir í fram-
leiðsluni, greiðari málsetn-
ing og máluppfylging í
framleiðsluni og eina pro-
fessionaliersing av SvF
sum organisatión, sigur
Mikkjal Helmsdal í skrivin-
um til Mentamálaráðið,
sum Sosialurin hevur fing-
ið hendur á.
Broytingarnar
Umsitingin,
savnið
og
tøknideildin hjá SvF fara at
virka óbroytt í nýggja
bygnaðinum, meðan tær
fýra deildirnar innan fram-
leiðsluna av sendingum –
tað
eru
tíðindadeildin,
mentanardeildin, samskift-
isdeildin og framleiðslu-
deildin – verða niðurlagdar,
og leiðararnir av hesum
deildum verða sagdir úr
starvi.
Í staðin fyri hesar fýra
deildir koma tvær nýggjar
deildir – programm-fram-
leiðsludeildin
og
skrá-
deildin.
Programmdeildin
skal
hava alla framleiðslu av
sendingum
undir
sær,
meðan skrádeildin, sum
skal verða ein sterk eind,
skal taka sær av strategi-
arbeiði, uppfylgingum og
førleikamenning.
Ein leiðari skal setast fyri
programmdeildina,
og
deildin verður skipað við
fleiri redaktiónum, sum í
tali og innihaldi verða lag-
aðar til ta strategi, sum
Sjónvarpið leggur. Á hvørj-
ari redaktión skulu ein red-
aktørur og ein framleiðari
hava ábyrgdina av sending-
unum, sum verða fram-
leiddar.
Mikkjal Helmsdal sigur í
skrivnum til Mentamála-
ráðið, at SvF nú fer undir
neyðugu stigini fyri at seta
nýggja bygnaðin í verk.
– Í fyrsta lagi verða
deildarleiðarastørvini upp-
søgd fyri tær deildir, ið
verða niðurlagdar, skrivar
sjónvarpsstjórin.
Síðani
skulu
nýggju
størvini normerast og lýs-
ast, so at ein hóskandi løn-
arskipan verður gjørd fyri
nýggju deildarleiðarastørv-
ini og fyri komandi redakt-
ørar og framleiðarar.
Broytingar verða nú gjørdar í
Sjónvarpinum, og tað hevur
við sær, at fleiri deildar-
leiðarar missa síni størv
C
M
Y
K
3
2