Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 54 - 18. mars 2004 Nr. 54 - 18. mars 2004 5 Løgmaður hevur enn onga meining um brævið frá fólkaflokk- inum um at føroy- ingar sjálvir skulu reka støðina á Sorn- felli, saman við NATO RADARSTØÐIN Á SORNFELLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrið fer nú at kanna, hvønn týdning, radarstøðin á Sornfelli hevur. Samstundis fer Landsstýrið at kanna eftir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um støðin verður niðurløgd. À fundinum ímillum Anders Fogh Rasmussen og Jóannes Eidesgaard varð eisini komið inn á uppskot- ið hjá donsku stjórnar- flokkunum um at niður- leggja radarstøðina á Sorn- felli. Men danska stjórnin hev- ur eisini gjørt sær greitt, at málið skal leggjast fyri før- oyskar myndugleikar. Men fyri at kunna taka støðu til tað málið, verður neyðugt hjá okkum at kanna viðurskiftini út í æsir. – Tí hava vit boðað danska forsætisráðharran- um frá, at vit ætla at kanna málið nærri, sigur løgmað- ur. Avtalan við Anders Fogh Rasmussen er sostatt, at løgmaður skal seta seg í samband við danska verju- málaráðharran fyri at við- gera spurningin saman við honum. Ongan hernaðarligan týdning Jóannes Eidesgaard sigur, at tað, sum hevur áhuga fyri okkum, er ikki, hvønn her- málsligan týdning, støðin hevur. – Tað, sum hevur okkara stóra áhuga, er at lýsa so væl sum gjørligt, hvønn týdning, støðin hevur fyri vanligu loftferðsluna og skipaferðsluna í økinum rundanum Føroyar og, hvønn týdning, hon hevur fyri leitingar- og bjarging- ararbeiðið kring Føroyar. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at enn er avgerð ikki tik- in um at leggja støðina nið- ur. – Fyribils er talan um eitt uppskot til eina semju og nú eu samráðingar ímillum stjórnarflokkarnar um upp- skotið, og tí er avgerð ikki tikin enn um at niðurleggja støðina. Tú hevur fingið bræv frá fólkaflokkinum um støð- ina, sum vit endurgeva aðrastaðni í blaðnum og har flokkurin sigur, at vit eiga at umhugsa at reka støðina sjálvir, saman við NATO, um so er, at danir ikki vilja vera við longur? – Eg haldi ikki, at tað er ábyrgdarfult av mær at gera viðmerkingar til tað, fyrr- enn vit hava fingið greiði á, hvønn týdning, støðin í veruleikanum hevur fyri vanliga skipaferðslu og loftferðslu í Føroyum og fyri leiting og bjarging o.s.fr. – Fyrrenn vit hava fingið greiði á tí, ber ikki til at hava eitt greitt sjónarmið um støðina, sigur Jóannes Eidesgaard. Arbeiðið, sum er sett í verk fyri at lata føroyingum og grønlendingum størri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, heldur fram, eru Jóannes Eidesgaard og Anders Fogh Ras- mussen, samdir um RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at geva Føroy- um og Grønlandi størri heimildir á uttanríkispol- itiska økinum, skal halda fram. Tað eru Jóannes Eides- gaard, løgmaður og danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, samdir um. Á fundinum teirra millum týsdagin, tosaðu teir báðir eisini um at Føroyar og Grønland skulu. Jóannes Eidesgaard sigur, at semja er um, at embætisverkið í Føroy- um, Grønlandi og í Dan- mark í felag skulu halda fram við arbeiðnum at fyrireika lógaruppskot, har ið uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroy- um og Grønland verða staðfestar. – Partarnir samdust um, at halda fram við tí arbeiði á embætismanna- stigi, sum Danmark, Før- oyar og Grønland eru farin undir í sambandi við at lata Føroyum og Grønlandi størri heimild- ir á uttanríkispolitiska økinum. Í hesum sambandi sær løgmaður fyri sær, at trupuleikar kunnu stinga seg upp. – Danir hava sjálvsagt sína uppfatan av, hvussu stórar heimildir teir halda, at føroyingar og grønlendingar skulu hava og hinvegin hava vit føroyingar og grønlend- ingar eisini sína uppfatan av, hvussu stórar heim- ildir, vit kundu hugsa okkum at fingið. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hevur týdn- ing at fáa greiði á hesum heimildum. – Eitt dømi er, at tað er Danmark, sum umboðar Føroyar og Grønland í altjóða hvalaveiðifelags- skapinum, IWC. Men tað er ongin loyna at teir onkuntíð hava ført sjón- armið fram, sum ganga beint ímóti okkara áhugamálum og tí er tað stak óheppið, at vit ikki kunnu umboða okkum sjálvi í hesum, eins og í øðrum uttanríkispolitisk- um høpi, har, sum vit hava áhugað í. – Vit vita eisini, at dan- ir verða meiri og meiri bundnir at ES og nú verður eisini tosað um eina ES grundlóg. Tað kann eisini føra við sær, at ein partur av uttanrík- ispolitikkinum verður fluttur til Brússell. Tí hevur tað týdning, at vit sjálvir fáa heimild at røkja tey uttanríkispolit- isku áhugamál, sum hava týdning fyri okkum. – Helst vilja vit sleppa longri, enn danir eru sinnaðir at fara. Men hetta verður ein telving ímillum embætisfólkini, sum í síðsta enda skal enda við eini politiskari semju. Men, hvar hendan semjan kemur at verða, dugir løgmaður ikki at síggja fyri sær, útfrá fundinum við Anders Fogh Rasmussen týsdag- in. Men hann sigur, at partarnir eru samdir um, at eisini hesar samráð- ingarnar skulu enda við eini lóg, sum skal vera liðug í heyst, so at hon kann koma í gildi á nýggjárinum. Á fundi ímillum danska forsætisráð- harran og løgmann varð eisini tosað um at yvirtaka flogvøllin RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hvussu skulu trupulleik- arnir á flogvøllinum í Vág- um loysast? Hetta var eisini eitt mál, sum Jóannes Eidesgaard tosaði við Anders Fogh Rasmussen um á danmark- arferðini týsdagin og miku- dagin. Jóannes Eidesgaard vísir á, at ætlanin hjá føroying- um at yvirtaka flogvøllin í Vágum hevur verið ein afturvendandi ósemja ímillum føroyingar og danir. Danir hava bjóðað okk- um at yvirtaka flogvøllin fyri onki. – Men tað verður í tí standi, sum hann er í nú. Tað merkir so aftur, at vit mugu sjálvir gera og rinda fyri allar tær útbyggingar og ábøtur, sum krevjast, sigur løgmaður Hann sigur, at hann hevur víst á, at flogvøllurin er danskt ábyrgdarøki. – Og tað er ein spurning- urin er, hvussu áhugaðir vit eru fyri at yvirtaka ein flogvøll, sum hevur stórar Danska stjørnin er eisini sinnað at lata føroyingum somu upplýsingar frá fíggjareftirlitinum, sum hon sjálv fær RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Danir eru sinnaðir at samráðast við føroyingar um at lækka rentuna av teimum lánum, sum vit hava frá danska statinum. Tað fekk Jóannes Eides- gaard, løgmaður, at vita frá danska forsætisráðharr- anum á fundinum í Keyp- mannahavn týsdagin. À fundinum varð eisini tosað um rentuna av teim- um lánum, sum føroyingar hava frá danska statinum. Í tí sambandi váttaði Anders Fogh Rasmussen, at danska stjørnin er sinnað at tosað um rentuna, sum føroyingar halda er ov høg, soleiðis sum peninga- marknaðurin nú er. – Vit avtalaðu, at lands- stýrismaðurin í fíggj- armálum, Bàrður Nielsen, skal taka málið upp við danska fíggjarmála- ráðharran. Tað merkir, at danir eru sinnaðir at tosa um at lækka rentuna. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at hetta er ein ávís sparing hjá føroyingum, hóas talan ikki er um tað stóra. Ì løtuni betala vit 5% í rentu og tað er høg renta, soleiðis sum viðurskiftini nú eru. Hinvegin eru lánini so nógv niðurgoldin nú, at hóast talan verður um eina rentulækking, verður fíggjarligi vinningurin hjá føroyingum avmarkaður. Landsstýrið fleiri upplýsingar Somuleiðis er danski for- sætisráðharrin positivur fyri at broyta lógina, so at landsstýrið hereftir skal fáa somu upplýsingar frá danska fíggjareftirlitinum um føroyskar pen- ingastovnar, sum danska stjórnin fær. Anders Fogh Rasmussen heldur, at tað er rímiligt at Føroya Landsstýrið fær somu upplýsingar um viðurskiftini hjá føroysku peningastovnunum, sum stjørnin fær frá fíggjareftirlitinum. Avtalað varð, at lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um skal eisini taka hetta málið upp við danska búskaparmálaráðharran. – Hetta er eitt gamalt stríðsmál, tí longu í kjal- arvørrinum á kreppuni, fýltust føroyingar á, at teir vistu ikki, hvussu tað var statt hjás bankunum, tí landsstýrið fekk ongar upplýsingar frá fíggjareftir- litinum, sum bara gav dosnku stjørnini upp- lýsingarnar. Í 1997 samtykti Løgtingið at ar- beiða víðari við málinum og fyri kortum reisti eisini Tórbjørn Jacobsen, fólka- tingsmaður, málið í fólkatinginum. Men nú er líkt til, at tað ber til at finna eina loysn á hesum trupulleikanum. – Fundurin við danska forsætismála- ráðharran var góður og konstruktivur, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður RÍKISRÆTTARLIGA STØÐAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú skal allur ivi beinast burtur um framtíð Føroya beinast burtur. Tað eru Jóannes Eides- gaard, løgmaður, og Anders Fogh Rasmussen, forsætis- ráðharri, samdir um. Og tað, teir báðir eru samdir um, er, at nú skulu allar avgerðir um framtíð Føroya takast í Føroya løg- tingið, uttan uppíblanding og uttan nakrar sum helst forðingar úr Danmark. Hetta er niðurstøðan, eftir fyrsta fundin ímillum Jóannes Eidesgaard, løg- mann og danska forsætis- ráðharran eftir løgtingsval- ið 20. januar. Fundurin var týsdagin og har vóru tvey stórmál á skránni, sum hava stóran týdning fyri framtíð Før- oya. Í fyrra lagi tosaðu teir báðir stjórnarleiðararnir um, hvussu farast skal fram hereftir, tá ið føroyingar ætla at yvirtaka málsøki frá danska statinum. Í øðrum lagi tosaðu teir um, hvussu føroyingar kunnu fáa størri ávirkan á uttanríkispolitisk viður- skifti, sum viðvíkja Føroy- um. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at fundurin var bæði góður og konstruktivur og bæði hann og forsætisráð- harrin løgdu dent á, at góða samstarvið millum londini heldur fram. Alt í løgtingsins hendur Jóannes Eidesgaard sigur, at bæði Landsstýrið í Før- oyum og danska stjórnin eru samd um at fáa heilt greiðar linjur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið føroy- ingar vilja yvirtaka málsøki frá donsku stjórnini. Higartil hava vit yvirtikið tey ymsu málsøkini eftir heimastýrislógini. Eftir henni eru tað nøkur mál, sum vit kunnu yvirtaka, nøkur mál, sum vit ikki kunnu yvirtaka og so eru tað nøkur mál, sum vit mugu samráðast við donsku stjórnina um at yvirtaka. Men so eru tað eisini nógv málsøki, sum als ikki eru nevnd í heimastýrislóg- ini og tvídráttir kann taka seg upp ímillum partarnar í ríkinum, hvussu farast skal fram, tá ið hesi ónenvdu málini, skulu yvirtakast. – Tað, sum danski forsæt- ismálaráðharrin og eg eri samdur um, er, at nú skal allur ivi beinast av vegnum, so at vit fáa heilt greiðar reglar fyri, hvussu farast skal fram, tá ið vit vilja yvirtaka málsøki, sigur løg- maður við Sosialin eftir fundin við danska stjórnar- leiðaran. Hann sigur, at teir báðir eru samdir um at halda fram við arbeiðnum, sum undanfarna samgongan setti í verk í sambandi við yvirtøkur. Men yvirtøkulógin, sum ætlanin var at seta í verk, skal nú broytast og snikkast til eftir tí leisti, sum hendan samgongan hevur sett sær á ríkisrættarliga økinum. Og teir báðir eru eisini samdir um, hvussu megin- reglarnar í nýggju yvir- tøkulógini skulu vera. Í yvirtøkulógini, sum undanfarna landsstýrið ar- beiddi eftir, stóðu eisini fleiri málsøki nevnd, sum skuldu yvirtakast, samstun- dis sum lógin kom í gildi. – Hetta er nú broytt til, at ongi málsøki verða yvirtik- in í sambandi við at sjálv lógin kemur í gildi. – Tað, sum vit nú eru samdir um, er, at í yvir- tøkulógini skulu nøkur málsøki nevnast, sum ikki kunnu yvirtakast, tí tey hava beinleiðis samband við ríkiseindina at gera. Talan eru eitt nú um hernaðar- og trygdarmál, uttanríkispolitikk, stats- borgaraskap og gjaldoyra- viðurskifti, sum ikki kunnu yvirtakast, fyrrenn vit eisini fara úr ríkinum. – Men øll hini málini skulu vit kunna yvirtaka, tá ið Løgtingið samtykkir tað, sigur løgmaður – Sostatt verða øll yvir- tøkumálini tikin úr heima- stýrislógini og savnað í eina yvirtøkulóg, sum skal brúkast, hvørja ferð, eitt málsøki verður yvirtikið. Samstundis verður tað eina og aleina Løgtingið, sum ger av, um ávís málsøki skulu yvirtakast. Hann sigur, at sostatt er mannagongdirnar, hvussu farast skal fram í sambandi við yvirtøkur, bæði gjørdar Allur ivi um framtíð Føroya beinast av vegnum nógv greiðari og nógv ein- faldari. Samstundis hava føroy- ingar fingið nógv víðkaðar heimildir til at yvirtaka málsøki, tá ið semja er um tað í Føroyum, uttan at danir kunnu leggja seg út í tað. – Sostatt liggur vegurin hjá føroyingum púra opin fyri at yvirtaka og eg vildi hildið, at hetta er eisini ein ætlan, sum fullveldisfólk kunnu taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður sigur, at nú liggur bólturin hjá sam- gonguni í Føroyum og nú hann er heimafturkomin, fer hann at seta arbeiðið ígongd at gera eitt útkast til eitt lógaruppskot. Hann sigur, at tá ið semja er um tað nýggju yvirtøku- lógina, skal hon samtykkj- ast sum lóg, bæði í danska Fólkatinginum og í Føroya Løgtingi. Hann sigur eisini, at miðjað verður eftir, at lógin verður liðug í heyst so at hon kann verða sett í gildi longu á nýggjárinum. Føroyingar størri ávirkan á egnan uttanríkispolitikk Vilja tosa um at lækka rentu av lánum til Føroya Skulu venda aftur til flogvøllin Týdningurin av støðini á Sornfelli skal kannast Fyrrenn vit vita, hvønn týdning støðin á Sornfelli hevur, ber ikki til at hava eina meining um uppskotið frá fólkaflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður ábøtur fyri neyðini, sigur løgmaður. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at á fundinum við danska forsætisráðharran, varð flogvøllinum tikin fram og trupuleikin kritað- ur upp fyri báðum pørtum. – Vit hava víst á, at hetta er ein trupuleiki hjá báðum pørtum og tað hava báðir partar staðfest. Hann sigur, at hann og Anders Fogh Rasmussen eru samdir um at venda aftur til flogvøllin. Men hvat tað kemur at føra til, dugir løgmaður ikki at siga í løtuni. Føroyingar skulu hava størri ávirkan á egin viðurskifti í uttanríkismálum. Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Anders Fogh Rasmussen eru samdir um at halda fram við arbeiðnum, at víðka uttanríkispolitisku heimildirnar Fundurin var bæði góður og konstruktivur, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður eftir fundini við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra týsdagin Mynd: Símun J. Hansen C M Y K 5 4