hósdagur 18. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 54 - 18. mars 2004
Nr. 54 - 18. mars 2004
7
Føroyar fingu
altjóða
viðurkenning
Føroyska ferðavinnan
gjørdi rætiliga vart
við seg á stórari ferða-
vinnustevnu í Berlin
seinasta vikuskifti.
Føroyingar fngu tvær
virðislønir fyri film
og gongufaldara
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Føroyska ferðavinnan gjørdi
vart við seg á stevnu í Berlin
um vikuskiftið. Føroyingar
fingu tvær virðislønir um-
framt nógva fjølmiðlaum-
talu, sigur Heri Niclasen,
stjóri á Ferðaráð Føroya.
Føroyska
ferðavinnan
hevur á ferðavinnumessuni
í Berlin fingið virðisløn
fyri ein ferðavinnufilm, og
fyri ein faldara um gongu-
túrar í Føroyum.
Ferðavinnustevnan, sum
hildin hevur verið í Berlin
um vikuskiftið, er aftur-
vendandi tiltak, sum í nógv
ár hevur verið hildin um
hesa tíðina, greiðir Heri
Niclasen frá. Føroyar hava
eisini verið umboðaðar í
mong Harrans ár á hesi
stevnuni, sigur hann.
Stevnan er bæði fyri
ferðvinnufólk
og
fyri
almenningin, sum fær høvi
at vitja ymsu básarnar.
Fríggjadagin til sunnudagin
vóru almennir dagar, ella
publikumsdagar, sum Heri
Niclasen tekur til. hann
sigur, at tað vóru nógv fólk
og vitjaðu føroyska básin
hesar dagarnar.
Mánadagin og týsdagin
vóru tað so tey profession-
ellu, sum áttu stevnuna,
sigur Heri Niclasen. Tá
hittust fólk at tosa saman,
síggja tilfar hvør hjá øðrum
og gera avtalur um keyp og
sølu fyri komandi ár.
– Tí tað, sum avgreiðast
skal í ár, er longu gjørt. Nú
tosa vit um 2005, sigur Heri
Niclasen. Tað nyttar einki at
koma við nøkrum faldarum
ella lýsingum nú, um tú
ætlar at fáa nakað burtur úr
summarinum 2004. Tað er
longu langt síðan selt.
Ferðaráð Føroya lat inn
ein stuttan film um Føroyar
til
ferðavinnumessuna,
greiðir Heri Niclasn frá. Ein
filmur við myndum og ljóði.
Brot út honum hava veri víst
i SvF nakrar ferðir. Lands-
lagsmyndir úr Føroyum og
eitt nú føroyskur dansur úr
Norðurlandahúsinum. Tað
er Herluf Sørensen, sum
hevur skipað filmin.
Filmurin
vann
fyrstu
virðisløn framman fyri ein
danskan film um ȯre-
sundsregionen«
og
ein
svenskan film um Stock-
holm, sigur Heri Niclasen.
Gongufaldari, sum Birita
Nolsø á Ferðaráðnum og
Randi Meitil gjørdu í fjør,
varð við í eini kapping um
besta faldaran á stevnuni.
Og har fingu føroyingar eitt
triðjapláss, sigur ein heldur
enn ikki errin Heri Nicla-
sen.
Umframt Ferðaráðið lut-
tóku eisini Atlantsflog og
Smyril Line á stevnuni í
Berlin. Føroyingar høvdu
tíðindafund sunnudagin, og
eini 50-60 tíðindafok vóru
á fundinum, sigur Heri
Niclasen, sum fegnast um
áhugan fyri Føroyum.
– Tað merkist eisini á
slíkum stevnum, at ófriður-
in nærast okkum, sigur
Heri Niclasen og sipar til
bumburnar í Madrid. Tað er
greitt, at ein slík stevna, har
eini 10.000 fólk eru saman-
komin, er eitt upplagt
terroristmál. Og eg má við-
ganga, at eg fyri fyrstu ferð
nakrantíð beinliðis gekk og
hugsaði um hetta á hesi
messuni, sigur hann.
Ferðavinnustevnan hevði
eisini hóttanina rímiliga
nær. Tí meðan messan var,
varð stóra Tegel floghavnin
í Berlin stongd júst orsakað
av yvirgangshóttan.
Tað verða onkrar stórar
ferðavinnustevnur aftur í
næstum, sigur stjórin á
Ferðaráðnum. Men Ferða-
ráðið verður ikki við á
nakrari slíkar stevnu, fyrr
enn Vestnorden Travel Mart
verður í Reykjavík í sep-
tember.
Drúgva umbyggingin
á Kngabrúnni er nú
liðug, og Tryggingar-
felagið fer um páskir-
nar at savna alt virk-
semi sítt í Havn á
Kongabrúnni og í
Quillingsgarði
UMBYGGING
Edvard Joensen
Umbyggingin av hølunum
hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar á Kongabrúnni,
sum hevur staðið við síðan
1999, er nú liðug, og á
páskum verður væntandi alt
virksemið
savnað
við
Kongarbúnna.
Tað hevur verið drúgt at
komið er til, sigur Mortan
Poulsen, stjóri á Tryggingar-
felgnum Føroyar. Trygg-
ingin hevur hildið til í
ymsum bygningum ymsa-
staðni í býnum. Og minni
enn so allir hava verið
gjørdir til slíkt virksemi, so
umbygging hevur verið dag-
ligur kostur hjá tryggingar-
fólki í áravís, sigur hann.
Hendan seinasta um-
byggingin, sum millum
annað umfatar Geilina, ið
er bygningurin, har Føroya
Gjaldstova í síni tíð helt til,
umframt bygningin hjá
Niels L. Arge á Konga-
brúnni, hevur staðið við í
eini fimm ár samanlagt. So
tað er skilligt, at tey nú
gleðast um, at vera komin á
mál, sigur Mortan Poulsen.
Um páskirnar verða vænt-
andi tey umleið 100 fólkini,
sum arbeiða hjá Tryggingar-
felagnum Føroyar í Havn,
savnað á Kongabrúnni. Tá
flyta umleið 40 fólk úr
bygninginum, sum Trygg-
ingarfelagið eigur á Hálsi,
oman
á
Kongabúnna.
Tryggingin brúkar umleið
1.200 fermetrar av tí 3.000
fermetra stóra bygninginum
á Hálsi. Restina leiga ALS
og fútin, sigur Mortan Poul-
sen. Tryggingarfelagið fer
nú at royna at leiga tann
partin, flutt verður úr, út,
sigur hann.
Umframt tey 100 fólkini í
Havn, arbeiða umleið 20-
25 fólk á fimm deildum hjá
Tryggingarfelagnum kring
landið.
Parkeringsviðurskiftini
eru ikki góð í grannalagn-
um hjá Tryggingarfelagn-
um Føroyar. Sjávlt eigur
felagið ikki parkeringspláss
til fólkini, sum arbeiða hjá
felagnum. Minni enn so. So
tey mugu seta sínar bilar
ymsastaðni, har pláss er,
sigur
Mortan
Poulsen.
Onkur parkerar á Glaðs-
heyggi, og onkur annar á
Skálatrøð ella har, eitt pláss
kann finnast.
Parkeringsplássini
á
Kongabrúni framman fyri
Tryggingini eru tíðarav-
markað, so har ber ikki til
hjá fólki, sum er til ar-
beiðis, at seta bilin. Men
kundarnir fáa altíð parker-
ingspláss har, vísir Mortan
Poulsen á.
Ferðaráð Føroya hevur fingið
virðislønir fyri ein film og
hendan gongufaldaran á
ferðavinnustevnu í Berlin um
vikuskiftið. Birita Nolsøe
hevur fyri Ferðaráðið staðið
fyri faldaranum saman við
Randi Meitil
Mynd: Álvur Haraldsen
Tryggingin liðugt umbygd
Umfatandi umbyggingin, sum í eini fimm ár hevur ávirkað feðrsluna kring Tryggingina, er nú liðug, og Trygingarfelagið fer at
savna alt sítt virksemi á Kongabrúnni og har á leið
Mynd: Álvur Haraldsen
– Bíðipolitikkurin
seinastu fimm árini
við ikki at fremja
skilnað millum
alment og privat
hevur saman við
heimføðisligum ótta
fyri útlendskum
kapitali forðað fyri
nýskapan og mátt-
miklum vinnuligum
framburði í Føroyum,
sigur
Menningarstovan
VINNULÍV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Menningarstovan
heldur
eftir øllum at døma ikki, at
landsstýrið, sum sat undan
hesum,
framdi
nakrar
kollveltingar á vinnupolit-
iska økinum. Hetta kemur
fram í ársfrágreiðingini hjá
stovninum, sum júst er
almannakunngjørd.
– Seinastu fimm árini
hava verið merkt av »polit-
iskari semju« um at bíða
við at fremja skilnað mill-
um alment og privat. Gerð
av álitum um einskiljing og
partabrævamarknaður hava
verið nýtt sum undanførsla
fyri ikki at fremja henda
skilnað, sum vinnupolitikk-
urin leggur upp til, og sum
gongur við risaferð í okkara
samstarvslondum.
Kjartan
Kristiansen,
stjóri á Menningarstovuni,
sigur, at úrslitið av hesum
bíði-politikki hevur forðað
fyri nýskapan og nýskiping
av føroyskum vinnulívi og
harvið fyri máttmiklum
vinnuligum framburði sein-
astu fimm árini.
– Uttan mun til, um vit
hava skipað »almenna part-
in« av vinnulívinum í
partafeløg og sjálveigandi
stovnar, verða hesar fyri-
tøkur kortini ikki mettar
sum fult vinnuligir sam-
starvspartar uttanlands. Al-
menni áhugin er eyka váði.
Hann avmarkar, hvussu
nógv útlendskir samstarvs-
partar tora at binda seg til
føroyskar fyritøkur.
Ótti fyri kapitali
Stjórin á Menningarstovuni
sigur í ársfrágreiðingini, at
ein onnur forðing fyri ný-
skapan og nýskiping er tað,
hann kallar heimføðisligi
óttin fyri kapitali og serliga
fyri útlendskum kapitali.
– Kapitalur hevur síni
egnu einføldu áhugamál.
Hann fer har, vinningur og
trygg vinnulig viðurskifti
eru. Eru hesi kappingarfør í
Føroyum, leitar hann ikki
burtur. Kapitalur hevur ikki
so mong og mógtsigandi
áhugamál. Hann metir bert
um lívføri og útlit – ella
sagt við øðrum orðum;
hann metir um møguleik-
arnar fyri framburði og
trivnaði.
Kjartan Kristiansen sig-
ur, at nevndu forðingar
hava elvt til, at íborin mátt-
ur í føroyska samfelagnum
hevur ligið niðurbundin av
politiskum skipanum og
gomlum strukturum.
– Samfelagið hevur verið
uttan tann íblástur, sum
nýggjur kapitalur og nýggj-
ar, ungar vinnukreftir uppá
gott og ilt kundi givið.
Okkurt kortini…
Men okkurt er kortini hent,
heldur Menningarstovan.
– Eydnast hevur at bøtt
munandi um undirstøðu-
kervið, og vit eiga at vænta
okkum nógv av komandi
tunnilssambandinum
til
Norðoyggjar. Kapping er
komin innan telesamskifti
við munandi betri samskift-
ismøguleikum úteftir. Vit
fara vónandi at síggja
nýggj frambrot innan KT-
vinnu í Føroyum – og tá
serliga um almenni mastod-
onturin innan hesa vinnu,
Elektron, gerst vinnuligur,
og um føroyskar KT-fyri-
tøkur sleppa framat at
royna seg við nýggjum
uppgávum í Føroyum.
Kjartan heldur, at hóast
vit á nógvum økjum enn
ikki hava megnað at gjørt
okkara regluverk í samsvari
við altjóða regluverk, gong-
ur rætta vegin.
– Heilsufrøðiliga avtalan
við ES er eitt tað týdningar-
mesta stigið, sum er framt á
hesi leið. Hetta er í roynd
og veru einasta munagóða
stigið, ið tikið er síðan sátt-
málin við ES kom í gildi í
1992. At Føroyar verða
fevndar av al-evropeiska
upprunaøkinum, 1. januar
2005, er vónandi eitt annað
týdningarmikið stig.
Menningarstjórin heldur,
at skærastu glottarnar um
føroyskt kappingarføri hava
vit kortini sæð innan kreat-
ivar vinnur í seinastuni.
– Eg hugsi í hesum sam-
bandi um tónleik, myndlist,
bókmentir og design í rúm-
ari merking, sigur stjórin á
Menningarstovuni, Kjartan
Kristiansen.
Heimføðisligur ótti fyri
útlendskum kapitali
- Virkisfúsar kreftir
sleppa ikki í nóg
stóran mun framat, tá
ið tað almenna –
antin so ella so – er
uppí fyritøkum og
stovnum , sigur
Kjartan Kristiansen
VINNULÍV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kjartan Kristiansen heldur,
at ein stórur trupulleiki hjá
føroyskum vinnulívi er, at
allir politiskir flokkar tosa
um at einskilja, men eingin
hevur gjørt nakað veruligt
við hetta.
– Tað mest týdningar-
mikla, sum skal henda, er,
at tað almenna verður tikið
burtur úr øllum vinnulívi.
Hann sigur, at tað er
ógvuliga umráðandi, at
virkisfúsar kreftir – ung
sum eldri, ið vilja royna
seg, sleppa framat. Tað
sleppa tær ikki í nóg stóran
mun, tá ið tað almenna –
antin so ella so – er uppí
fyritøkum og stovnum.
– Eg hugsi ikki bara um
fólk við útbúgvingum, men
eisini um vanliga føroying-
in, sum vil royna seg. Tað
er jú eingin, sum sigur, at
tað bert eru tey við útbúgv-
ingum, sum kunnu skapa
nakað.
Kjartan vísir á, at Føroya
Fiskavirking er eitt felag,
sum ikki er undir vanligari
privatøkonomiskari stýring.
– Tað er eingin, sum setir
felagnum nóg stór krøv um
stýring, avlop og hvørt av
sínum.
Hann sigur, at tað al-
menna liggur sum ein dýna
omaná feløgum og stovnum
kring um landið.
Kjartan nevnir Elektron,
sum ikki kann roknast fyri
at vera ein vinnulig fyri-
tøka, tá ið hon ikki skal
hava yvirskot.
– Felagið er ikki vinnu-
ligt í tann mun, tað átti at
verið, tá ið bankar, spari-
kassar, tryggingin og tað al-
menna eiga Elektron, sum
liggur omaná einum hópi
av uppgávum, sum eingin
sleppur framat – ei heldur
at kappast um, sigur hann.
Úr rúgvuni nevnir Kjart-
an eisini Føroya Tele, sum
nú er partafelag.
– Men er felagið privat
fyri tann skuld, at tað roynir
at tjena pengar, spyr hann
og vísir á, at Føroya Tele er
undir stýring.
–Allan vegin ígjøgnum
hava vit feløg og stovnar,
sum tað almenna antin
beinleiðis ella gjøgnum
grunnar og annað eigur lut
í, sigur stjórin á Menning-
arstovuni, Kjartan Kristian-
sen, í stuttari viðmerking.
Kjartan Kristiansen, Menningarstovan:
- Tað almenna liggur sum ein »dýna«
omaná nógvum virksemi kring landið
Okkurt er kortini hent. Bøtt er munandi um undirstøðukervið í Føroyum, og vit eiga at vænta okkum nógv av komandi
tunnilssambandinum til Norðoyggjar, heldur Kjartan Kristiansen
Mynd Jens Kr. Vang
– Føroyska
samfelagið hevur
verið uttan tann
íblástur, sum
nýggjur kapitalur
og nýggjar, ungar
vinnukreftir uppá
gott og ilt kundu
givið, heldur
Kjartan Kristiansen
C
M
Y
K
7
6