Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 54 - 18. mars 2004 Nr. 54 - 18. mars 2004 9 "kira". Til tjóðarbúnarnar verður nýtt litfagurt, hond- vovið toy úr ull. Ein munur, samanborið við londini í vesturheim- inum, er úrvalið í handlun- um. – Úrvalið er lítið, mest dósamatur og grønmeti. Og kølidiskar eru eingir. Her í Paro er ein sokallaður kjøt- handil, ið millum annað selur høsnarunga. Men høsnarungarnir, ið eru innfluttir úr India, liggja berir í frystiboksum, við høvdi, innvølum og bein- um, greiðir Anna frá. – Eisini skulu vit venja okkum við bara at fáa longlife og turrmjólk, og at einki rugbreyð ella viðskeri er at fáa, leggur hon afturat. Flúgvandi mekanikarar Av teimum yvir 200 fólk- unum, ið starvast hjá Druk- air, eru einans tveir vestur- lendingar, Tummas og ein maður úr New Zealandi, ið er leiðari fyri flogdeildini. Hini eru øll úr Bhutan. Lønarlagið er sera lágt, ein mekanikari fær til dømis einans umleið 1500 krónur um mánaðin, og tí ber væl til at hava nógv fólk í starvi. Tí eru mekanikarar eisini við á hvørjum túri, ið flog- førini hjá Drukair flúgva. Hesir eru tó nakað hægri løntir og fáa umleið 2500 krónur um mánaðin. – Tað er ikki tí at flog- førini eru í ringum standi, at vit hava mekanikarar við á hvørjum túri. Men í byrjanini vóru tekniskir trupulleikar uttan fyri Bhutan, og flogførini komu tí at standa, til vit fingu sent mekanikarar avstað. Tí avgjørdi kongurin, at vit altíð skulu hava mekani- karar við, sigur Tummas. Har á leiðini er tað bara Drukair, ið nýtir hetta slagið av flogførum. Ann- ars arbeiðir felagið við at keypa tvey nýggj Airbus 319 flogfør, ið skulu av- loysa gomlu flogførini. Drukair flýgur til Bang- kok í Thailandi, Yangon í Burma, Dhaka í Bangla- desh, Calcutta í India, Kathmandu í Nepal og New Delhi í India, og árliga flytir felagið 60.000 ferða- fólk. Arbeiðið hjá Tummas er sum nevnt at hava ábyrgd- ina av teknisku deild fe- lagsins. Hitti krúnprinsin Bhutan er kongsveldi, og sjálvt nevnir landið seg einasta demokratiska mon- arki í heiminum. Tó liggur størsta valdið hjá kong- inum, tí 48 ára gamla Jigme Singye Wangchuck, ið er giftur við fýra systrum og eigur 10 børn. Bhutan hevur tó eitt parlament og ein forseta, og hesin er eisini nevndar- formaður í Drukair. Í november í fjør var krúnprinsurin í landinum og vitjaði flogvøllin í Paro, og tá fekk Tummas Ja- cobsen høvið til at hitta hann. Krúnprinsurin spurdi, hvaðan Tummas var ættaður, men nærri enn eini frágreiðing um at hann var frá einum lítlum plássi norðan fyri Skotland kom Tummas tó ikki. Krúnprinsurin vitjaði í samband við eitt átak at bøta um trygdina á flog- vøllinum, eftir at indiskir uppreistrarmenn har suðuri í landinum vóru farnir at gera um seg. Nú skulu øll fólk, eisini starvsfólk, kannast, áðrenn tey sleppa inn á flogvøllin. Glaður fyri tíðina Í fyrstu atløgu fór Tummas Jacobsen einsamallur av- stað, men í heyst fór konan Anna so yvir. Eftir at hava verið heima eina tíð fór Anna herfyri yvir aftur til Bhutan, og nú ætlar hon sær so at steðga til í summar. Anna og Tummas eiga fýra børn, men tey hava tó ikki verið við í Bhutan. Elsti sonurin er í holt við hægri lestur í amerikanska statinum Cali- fornia, næstelsti sonurin býr í Føroyum, meðan døt- urnar báðar eru í Danmark. Í fyrstu atløgu undir- skrivaði Tummas ein eitt ára sáttmála við Drukair, og hóast bæði hann og konan hava verið glað fyri tíðina, so verður steðgurin ikki longri enn tað eina árið, sigur Tummas. - Hetta er eitt charmer- andi land at vera í, og tíðin hevur verið góð. Men tað kann lætt gerast trivielt her úti, og tí hava vit gjørt av at fara víðari. Tummas greiðir frá, at Paro er rættuliga isoleraður býur, hóast hann einans liggur góðar 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum Thimpu. Men fjallavegirnir eru sera vánarligir, og tí tekur tað millum tveir og tríggjar tímar at koyra til høvuðsstaðin. Harumframt hevur ar- beiðið tikið nógva tíð, eisini í vikuskiftini, og tí hava møguleikarnir fyri at ferðast verið avmarkaðir. – Higartil hava vit ikki sæð so nógv av landinum. Men vónandi fáa vit betri stundir til at ferðast í landinum seinastu mánað- irnar her yviri, sigur Tummas. Bæði hava tey tó verið bergtikin av tí, tey hava sæð av landinum. – Bhutan er eitt sera vak- urt fjallaland, og náttúran skiftir alla tíðina. Her eru stórir fossar, djúpir dalar við rísmørkum og stórsligin fjøll. Anna og Tummas greiða frá, at tey vistu at kalla einki um Bhutan, tá tey gjørdu av at fara avstað. – Men forvitni og ævin- týrhugurin dró, og tí fóru vit. Tey hava ikki gjørt av, hvar leiðin gongur, tá tíðin í Bhutan er av í summar. – Nei, eg veit ikki. Eg má royna at finna mær arbeiði onkrastaðni í Evropa, heldur Tummas fyri. Í skjótt níggju mán- aðir hevur søldfirð- ingurin Tummas Jacobsen starvast sum tekniskur leiðari hjá einasta flogfelagnum í fjarskotna fjalla- landinum Bhutan, ið liggur millum India og Kina ARBEIÐI Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Myndir: Anna og Tummas Jacobsen – Eg haldi tað mundi vera ævintýrhugurin, ið dró. Og so forvitni. Síðan 1. juni í fjør hevur 55 ára gamli søldfirðing- urin, Tummas Jacobsen, starvast sum tekniskur leið- ari hjá flogfelagnum Druk- air, har hann hevur ábyrgd- ina av 40 fólkum á teknisku deild felagsins. Felagið hevur tvey flogfør av slag- num BAE 146, ið eru tey somu, sum eitt nú Atlants- flog nýtir, men sum tó eru nakað minni. Drukair er einasta flogfelag í konga- døminum Bhutan, og har starvast góð 200 fólk. Lýsing í Aberdeen Tummas Jacobsen hevur starvast á flogvøllinum í Vágum í yvir 21 ár, Fyrst hjá Flogfelag Føroya, síðan hjá SL-Helikopters, áðrenn hann kom í starv hjá At- lantsflog. Frammanundan hevði hann arbeitt seks ár hjá Grønlandsfly. Men í 2002 fluttu hann og konan Anna til Skot- lands, har Tummas fekk ar- beiði hjá Flightline í Aber- deen. Og tað var her, at hann fyrstu ferð hoyrdi um Bhutan. – Eg sá eina lýsing í einum blaði, har Drukair søkti eftir tekniskum leið- ara, og eg helt hetta sá áhugavert út, tí talan var um sama arbeiði, sum eg hevði havt sum tekniskur leiðari hjá Atlantsflog, greiðir Tummas Jacobsen frá. Ein starvsfelagi hansara hevði harumframt áður arbeitt hjá Drukair og kundi greiða eitt sindur frá felag- num. So tá Tummas í marts í fjør fekk í boði at koma til samrøðu í Bhutan um starvið, var hann skjótur at taka av. – Drukair hevur innført evropeiskar standardir, bæði hvat viðvíkur flúgv- ing og viðlíkahald, og lógarverkið á hesum øki er tað sama, greiðir Tummas Jacobsen frá. Tí var ikki so trupult hjá Tummasi at seta seg inn í starvið. Ein annar heimur Einans tvær farleiðir føra til Bhutan, ið liggur í hálend- inum í Himmalayafjøllun- um. Annaðhvørt kanst tú koyra við bili úr India til býin Phuentsholing í sunn- ara parti av landinum, ella kanst tú fara við flogfari til býin Paro, har einasti flog- vøllur í landinum liggur. Í Parodalinum, sum ligg- ur í 2250 metra hædd, og har fjøllini kring dalin røkka heilar 7000 metrar upp í loft, búgva tilsamans umleið 39.000 fólk, teirra millum Anna og Tummas Jacobsen. Men talan er ikki um ein størri bý, tí fólkið býr spjatt yvir stóra dalin. – At koma til Bhutan var sum at koma inn í ein heim, ið tú einans trúði fanst í søgubókum ella í huga- heiminum. Ein verður førdur aftur í fornar tíðir – langt burtur frá "civilisa- tiónini". Anna og Tummas greiða frá, at landið er tilafturs- komið og fær nógva hjálp uttanifrá. Til dømis hevur Danida bygd eitt sjúkrahús í Paro, men ov fá starvsfólk eru til at sjúkrahúsið kann virka til fulnar. Landið er fruktargott, og nógv verður dyrkað av rísi og grønmeti. Størsta inn- tøkukeldan stavar frá sølu av elorku til grannalandi India. Høgu fjøllini og stóru áirnar og fossarnir geva góðar møguleikar fyri at framleiða streym úr vatn- orku, og landið hevur av- talur við India, ið hevur framt stórar vatnorkuút- byggingar í Bhutan. Har- umframt er ferðavinnan gott ískoyti til búskapin í landinum. Tó eru tað ikki krabbagoggurnar, ið vitja Bhutan, men heldur fólk við nógvum dollarum í mappuni, ið serliga gjalda fyri langar gongutúrar í stórslignu náttúruni. Hóast landið er tilaftur- skomið hava tey flestu nóg mikið til dagin og vegin, og eingir biddarar eru at síggja í gøtunum. Hóast tey eru stødd á fjarskotnum stað, so ber til hjá Annu og Tummas at fylgja eitt sindur við í tí, sum fyriferst aðrastaðni. Tey síggja útlendskar sjón- varpsrásir, millum annað BBC World, og eisini hava tey telefon- og internet- samband, hóast hetta til tíðir kann vera nakað svika- ligt. Almenna málið í Bhutan nevnist dzongkha, men har- umframt tosa flestu fólk indiska málið hindi og enskt, ið børnini læra í skúlanum. At enska málið er so út- breitt hevur sjálvsagt gjørt tað lættari hjá Tummas og Annu at samskifta við fólkið á staðnum. – Fólk her duga væl enskt, og eisini eru tey sera fitt og smílandi, greiðir Tummas frá. Tjóðarbúnin Anna og Tummas greiða frá, at tað er krav at ganga í tjóðarbúna í skúla, á al- mennum arbeiðsplássum og annars til serlig høvi. Menninir ganga í "gho", ið er ein kyrtil, sum røkkur til knýggja, og sum verður bundin stramt upp við einum vovnum fetli. Kvinnurnar ganga í einum fótsíðum búna, ið nevnist Ævintýr- hugurin dró Hestar og neyt ganga á beiti uttan fyri húsini hjá Annu og Tummas Jacobsen í býnum Para í Bhutan Úrvalið er ikki stórt í handlunum í Bhutan. Men eisini her hava vesturlendsku leskidrykkirnir vunni frama – Forvitni og ævintýrhugurin drógu, og tí fóru vit til fjarskotna landið Bhutan, siga Anna og Tummas Jacobsen Tummas Jacobsen frammanfyri annað av tveimum BAE 146 flogførum hjá Drukair, ið eru sama slag sum flogførini hjá Atlantsflog, tó eitt sindur minni Flogvøllurin í býnum Para er tann einasti í Bhutan. Her starvast Tummas Jacobsen sum tekniskur leiðari hjá flogfelagnum Drukair Fakta um Bhutan Bhutan er buddistiskt kongadømi, ið liggur í Himalayafjøllunum millum India og Kina. Landið er 47.000 ferkilometrar til støddar og líkist nógv Sveits, bæði í stødd og náttúru, og har búgva umleið 750.000 fólk. Høvuðsstaðurin eitur Thimpu. C M Y K 9 8