hósdagur 18. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 54 - 18. mars 2004
Nr. 54 - 18. mars 2004
11
Álvarsamt, yndisligt, stuttligt, syrgiligt, ferðmikið, stór-
fingið. Soleiðis valdi ummælari okkara at lýsa song-
leikin "Jósef" í Norðurlandahúsinum, tá hann fór av
bakkastokki fyri eini viku síðani. Og eingin ivi er um, at
soleiðis sum leikurin hevur verið umrøddur millum
manna og soleiðis sum gravgangurin hevur verið eftir
atgongumerkjum, fylla superlativini helst nógv meira.
Vit kunnu bara staðfesta, at sjáldan hevur gravgangur
eftir atgongumerkjum til eitt einstakt listaligt tiltak í
Føroyum verið so stórur sum til songleikin Jósef, ið
næmingar í Hoydølum oo. hava leikt á palli í Norður-
landahúsinum fyri nærum 6000 fólkum. Ein eyka-
sýning fyri og onnur eftir. Útselt er til Jósef, eykasýning
við Josef osfr. Hetta hava vit hoyrt aftur og aftur í tíðind-
unum seinastu dagarnar.
Tosað verður um stóra ríkidømið, sum vit eiga í
havinum og náttúruni. Men vit mugu ikki gloyma stóra
ríkidømið vit eiga í hvørjum einstøkum av okkum,
nevniliga evni og gávur og ikki minst áhugi og vilji til at
skapa nakað hvør sær og í felag. Hetta er tað, sum
kemur undir heitið: fólkslig mentan. Tá vit her umrøða
amatørar, skal tað ikki skiljast sum nøkur undirmeting
av teimum professionellu fólkum, sum royna at skapa
sær og sínum yrki fast undir fótum. Eitt lítið samfelag
sum okkara hevur brúk fyri báðum, fyri amatørunum og
fyri teimum professionellu. Hesin sangleikurin er so
bara ein staðfesting av, at nakað gott kann spyrjast
burtur úr, tá amatørar og professionell ganga hond í
hond.
Men hví allur hesin gleimur kring Jósef! Fyri tað fyrsta
eru songleikir ikki gerandiskostur í Føroyum, og at
síggja skúlanæmingar framføra so væl og við slíkari
gleði og inniligheit er helst eisini ein orsøkin til, at so
mong hava leitað sær niðan í Norðurlandahúsið.
Tíðindini um leikin hava gingið sum snarljós um alt
landið, og fólk hava valfartað til Havnar at síggja øll
hesi mongu glaðu ungu syngja og spæla.
Men tað eru so ikki bara sangurin og framførðslan, sum
hevur hugtikið og bergtikið. Tónleikurin, ljóðførini,
ljósføringin og ikki minst litføgru búnarnir eru alt á
slíkum støði, at tú fer úr aftur Norðurlandahúsinum við
eini kenslu av, at hetta var flott, hetta var gott, hetta var
ein frálík løta. Kennir á tær, at tú hevur fingið eina ríka
uppliving, og tú hugsar, hvussu nógv gott ikki býr í
okkara unga fólki. Tú gerst errin av at vera og eisini at
vera føroyingur. Tað ræður um at halda okkara unga
fólki til – at læra og at upptraðka. At tveita oftani
smædna gerandisbúnan av sær – liva leiklutir fult út við
lív og sál.
Fyri skúlaumhvørvið í Hoydølum, sum hevur havt so
stóran týdning fyri hetta land og fólk, er leikurin av
stórum týdningi. Hann gevur samanhald, íblástur og ikki
minst identitet - sjálvsvirðing og sjálvsálit. Tað musiska,
sum í alt ov stóran mun liggur fjalt og goymt innan í
teimum flestu, sleppur út, fær veingir og flog – nakað,
sum øll skúlaumhvørvi bara vinna við. Gott í tykkum í
Hoydølum og øll hini við.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Jósef
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Lene Rauff Nielsen
På trods at regn og vind
glædede jeg mig utroligt til
at komme til en fantastisk
oplevelse søndag eftermid-
dag i Nordens hus. Vi kom
til huset ca 10 minutter før
forestillingen
begyndte.
Som sædvanligt var der
ikke nok parkeringspladser.
Af en parkeringsvagt blev
vi ledt videre til andre
mulige parkeringspladser.
Vi kørte ned í Áargeil og
fandt en plads der.
Så gik vi, stadigvæk i
regn og blæst, over til
Nordens hus.
Forestillingen
overgik
alle forventninger. Fantast-
isk er faktisk for lille et ord.
Vi forlod forestillingen
glade og fulde af beundring
over at vi har så dygtige
folk, der gang efter gang
kan overraske os alle sam-
men.
Det var en dejlig op-
levelse.
Så skulle vi hente bilen –
det var stadigvæk regn og
blæst – men pyt vi var jo så
glade for en dejlig op-
levelse. Da vi kom til bilen
skal jeg love for at glæden
blev kort.
I bilens vindue sad nem-
lig en parkeringsbøde.
Det er jo ikki første gang
der er skrevet læserbreve
om emnet – men – kunne vi
ikke få en løsning på
problemet. Alle vil jo gerne
have mange gæster til for-
skellige arrangementer i
Nordens hus og vi kører jo
næsten alle sammen – så
hvorfor ikke løse problemet
på en eller anden måde. Det
kan godt virke som om man
er rigtig glad for indkoms-
terne fra de mange parker-
ingsbøder, men det sætter
altså skår i glæden, efter en
så fantastisk oplevelse.
Doris Rasmussen
pedagog, Trongisvágur
Jeg blev lidt inspireret af en
artikel jeg læste i Samvirke
om »Kunsten at nå et
barn«. Hvorfor er der så
mange børn, der keder sig i
skolen?
Skyldes det manglende
dygtighed hos lærerne?
Jeg tror det ikke.
Skyldes det dovenskab?
Eller noget helt tredie?
Har skolens undervis-
ningsform ændret sig?
Eller foregår den stort set
på samme måde, som for
en generation siden, da
verden så helt anderledes
ud?
Tages der hensyn til at
børns viden og kundskaber
er øget betydeligt, inden de
begynder i skolen?
Vi ønsker vist alle, at
vore børn udvikler tillid og
solidaritet overfor andre
mennesker, men hvordan
realiseres det?
En måde at gøre det på,
er at lade børnene være
med, lade dem deltage, de
skal tages alvorligt, og have
medindflydelse på de regl-
er, der angår dem. Børnene
har allerede meget tidligt
gjort en række erfaringer,
som sætter dem i stand til at
gøre sig gældende med
egne meninger, opfattelser
og synspunkter.
Børn udtrykker sig på en
anden måde end voksne,
der er mere direkte og oft-
ere bruger de et klarere
sprog.
Det kan voksne, efter
min mening, lære noget af,
bl.a. ved, at vi vænner os til
at lytte, hvad børnene siger,
og ved at svare dem, når de
har noget på hjerte.
Hvis børn skal have
mulighed for at vokse ind i
et samfund som ansvars-
fulde borgere, skal vi tidligt
støtte dem, og det gøres
bedst ved at lade dem tage
del i de store beslutninger,
der hele tiden træffes der,
hvor børn og voksne lever
sammen.
Ved at vise børnene, at vi
respekterer dem og sætter
pris på deres dømmekraft,
hjælper vi dem til at føle
sig ansvarlige. Medansvar
og medbestemmelse med-
fører, at børnene indser, at
alle mennesker har til op-
gave at taga ansvar af egne
handlinger, børnene ud-
vikler dermed gradvis soli-
daritet med andre menn-
esker.
Lærerne
burde
have
bedre mulighed for efter-
uddannelse, så undervisn-
ingsformen gennemgår en
ændring, der er tidsvar-
ende.
Men det er nok, når det
kommer til stykket, et
politisk spørgsmål om be-
villing.
Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið
– og de utrolig dårlige parkeringsforhold
Er skolen for kedelig?
Jógvan Jacobsen
Tað er gleðiligt at sam-
bandsmenn ikki longur seta
skott millum frælsi og
sjálvstýri. Men hví so ikki
taka avleiðingina og taka
fult frælsi?
Tey seinastu árini hava
sambandsmenn útgreinað
hugtakið frælsi nógv. Jó-
annes Eidesgaard er ein av
hesum sambandsmonnum.
Jóannes Eidesgaard hev-
ur m.a. hildið uppá, at
framtøk á sjálvstýrisleið
eru afturstig fyri frælsið hjá
føroyingum. Sjálvstýri er
ófrælsi, varð sagt.
Men nú er vent í holuni.
Jóannes Eidesgaard hevur
tikið alt aftur, sum hann
hevur prædikað seinastu
seks árini. Hansara boð-
skapur gjøgnum seks ár í
andstøðu tykist nú vera
lygn. Men nú er hann
samdur við fullveldismenn.
Í Sosialinum 16. mars
2004 sigur Jóannes Eides-
gaard, at hann fer at tosa
við danska forsætismála-
ráðharran um størri frælsi
til Føroya. Frælsi er, sam-
bært greinini, framtøk á
sjálvstýrisleið. Yvirtøkur
og ávirkan á uttanríkismál.
Tað er gleðiligt at sam-
bandsmaðurin ikki longur
sær sjálvstýri og frælsi sum
mótsetningar longur. Tí tey
eru ikki mótsetningar.
Eingin er so ófrælsur
sum hann, ið ikki sleppur at
ráða sær sjálvum.
Men hví so ikki taka
avleiðingina? Um sjálvstýri
er frælsi, hví ikki taka fult
sjálvstýri og harvið fult
frælsi? Yvirtaka alt og
sjálvi føra uttanríkispoli-
tikk.
Er sjálvstýri frælsi, so er
fult sjálvstýri fult frælsi.
Tað kundi ikki verið betri.
Sjálvstýri er frælsi
Jón Ellendersen
Nógv hevur verið sagt í
málinum um útskonking
ella ikki í Runavík, og
sjálvandi havi eg mína egnu
hugsan um tað. Higartil
haldi eg, at skrivingin
hevur verið sámilig, hóast
kenslurnar oftast hava verið
sterkari enn vitið. Men nú
ber av! Hilmar Simonsen
hevur
við
grein
síni,
"Skapið pláss og ikki av-
markingar í Runavík" sligið
allar rekordir í vánaligari
skriving. At hann starvast á
Dimmu ger ikki sakina
betri, tí har átti hann at hava
lært eitt sindur av jour-
nalistikki
ella
toluliga
skilagóðari skriving.
Hann byrjar við at siga, at
hevði hann sagt brasilum,
portugisum
og
dønum
hvussu støðan var í Runa-
vík, høvdu teir púrt einki
skilt, tí í teimum londunum
er útskonking á hvørjum
horni. Sum um tað var
nakað at reypa av. Men teir
hava eisini, saman við
fransmonnum, rekord í
skrumpilivur.
Hvørt brasilar, portugisar
ella danir skilja ella ikki
skilja føroyskan rúsdrekka-
politikk, hevur einki við
málið at gera. Tað er eingin
mátistokkur sum eitur so-
leiðis. Brasilar, portugisar
og danir gera so nógv, sum
vit ikki skilja petti av, men
tað er ikki tað sama sum, at
so skulu teir broyta hug-
burð.
Men beinleiðis at siga, at
fólk sum eru ímóti út-
skonking av rúsdrekka á
einum dansistaði eru or-
søkin til, at tey ungu fara at
sniffa lím, drekka barber-
spritt ella gera annað
ótespiligt, tað er einki ann-
að enn tápuligt. Neyvan er
nakað land í heiminum, har
so fá ung sniffa lím, sum í
Føroyum. Og nevniliga
Brasil hevur ein ovurstóran
trupulleika av børnum og
ungum, sum sniffa lím og
tendraragass, hetta hóast
tey hava útskonking á
hvørjum gøtuhorni. Nei
Hilmar, hatta er rætt og
slætt tápuligt.
Og forrestin, so hava
viðurskiftini, skipað ella
óskipað, einki við, hvussu
fólk uppføra seg tá tey hava
drukki. Hyggja vit at
kriminaliteti og rúseitur-
misnýtslu yvirhøvur, so eru
lond sum Danmark, Ong-
land, Niðurlond, Brasil og
USA
fleiri
kilometrar
frammanfyri Føroyar. So
heldur ikki her heldur pá-
standurin hjá Hilmar. Hann
veit nærum ikki hvat hann
skal finna uppá til tess at
undirbyggja síni argument.
Og so hatta við, at tey
ungu skulu seta sín egna
moralkodeks (siðalæru) er
eins tápuligt og alt hitt.
Skulu vit kanska loyva
ungum at keypa skotvápn,
so tey sjálvi kunnu finna
sær ein moralkodeks?
Lat meg taka eitt dømi
um hvussu moralkodeks-
urin hjá ungum verður
skipaður: Tá eg var ungur,
hevði eg nakrar heilt ser-
ligar
fyrimyndir,
Jim
Morrison var ein teirra, og
við tað, at hann konstant
var fullur, so helt eg, at tað
var vegurin til tindarnar at
ganga fullur í tíð og ótíð.
Onnur høvdu aðrar fyri-
myndir, sum ikki drukku,
og tað ávirkaði lívið hjá
teimum mótsættan veg.
Hilmar endar sítt innlegg
við hesum orðum: Um alt
kortini er ómøguligt, so
eigur kommunan eisini at
steðga allari sølu av lími, tí
at sniffa sterkt lím er nógv
vandamiklari
enn
rús-
drekka. Og forrestin hvat
við øllum teimum feitu
høsnarungunum sum grill-
barrin selur...?
Hvat hugsar maðurin fyri
sær? Men kanska best er at
spyrja Hilmar: Hví sniffaðu
tey ungu ikki í hópatali tá
rúsdrekkalógin var enn
meiri avmarkað, enn hon er
í dag? Og hvat í víðu verð
hava feitir høsnarungar við
útskonking av rúsdrekka at
gera?
Men so er einki annað at
gera hjá Hilmari enn at bí-
leggja sær pláss á Heil-
brigdi, um so er, at tey við-
gera sniffarar, tí sambært
logikkinum hjá honum,
fara bæði hann og megin-
parturin av ungdóminum á
Skálafjørðinum at sniffa
lím og drekka barberspritt,
fær Kenneth Rasmussen
ikki skeinkiloyvi.
Og so er lag á manni hjá
málingahandlum og øðrum,
sum selja lím, tí vantandi
verður 2004 ella 2005 eitt
metár. øll tey ungu fara,
sambært Hilmari, at keypa
lím so tað singur eftir í.
Eg ætlaði at lata skriving-
ina
hjá
Hilmari
fara
afturvið borðinum, men tá
eg so fór at hugsa um, at eg
hóast alt havi arbeitt við
rúseitur- og rúsdrekkamis-
nýtarum í 80unum, og
kenni ikki so lítið til, hví
ung fara at sniffa og taka
onnur rúsevni, kundi eg
ikki bæra mær. Men, tað
telur eisini við, at eg ikki
havi lisið sovorðið tvætl
síðani eg á ungum døgum
læs danska blaðið "MAD" -
men tað var hóast alt eitt
endamál við tvætlinum í
MAD.
VIÐMERKINGAR
Hilmar Simonsen og hin sniffandi ungdómurin í Runavík
Finnleif Guttesen
býráðslimur
Fráfarna samgongan hevði
tann skitna óvana at turka
útreiðslur upp á kommun-
urnar, til dømis, tá ið hon
gav »skattalætta« við at
hækka botnfrádráttin hjá
kommununum, við at gera
fólkapensjónina »skatta-
fría«, og hon helt heldur
ikki orð viðvíkjandi kom-
pensatión fyri FAS-skip-
anina. Somuleiðis ætlaði
hon at revsa tey lágløntu
við at leggja økir út til
kommunurnar og harvið
trýsta tær til at hækka
kommunuskattaprosentið.
Kommunu- og
landsskattur
Tað er komið heilt greitt
fram síðani valið, eisini frá
andstøðuni,
at
tað
er
kommunuskatturin,
sum
rakar tey lágløntu, og ikki
landsskatturin. Tí er ein
hækking av kommunu-
skattinum og lækking av
landsskattinum steinur om-
an á byrðu fyri tey lágløntu,
meðan tey við hægri lønum
fáa enn meira í sín part.
Landsstýrismaðurin í
kommunumálum
Jógvan við Keldu, sum
hevur nógv ár á baki sum
kommunalpolitikari og er
lokalpatriotur um ein háls,
er rímiliga greiður, tá ið
hann sigur, at varisliga skal
farast fram, tá ella um økir
skulu leggjast út á komm-
unurnar. Eg veit ikki um eg
fari heilt skeivur, tá ið eg
havi fatan av, at JvK hevur
tankar um, at umsitingin
skal flytast út á størri økir,
uttan at kommunuskatturin
endiliga skal hækkast, so at
tey lágløntu ikki verða
straffað
Ein máti at gera hetta
uppá, er at víðka um vera-
ndi almanna- og skatta-
stovur, sum longu liggja
runt um í landinum. Tað
skuldi verði ein sjálvfylgja,
at hesar stovur fáa størri
heimildir enn í dag. Men á
hesum báðum økjum eru
tað Hans Pauli Strøm og
Bárður Nielsen, sum ráða.
Landsstýrismaðurin í
almannamálum
Eitt er hvat JvK heldur,
men nú er tað ikki hann,
sum umsitur tey tungu
málini, tað er Hans Pauli
Strøm,
og
tað
verður
áhugavert at síggja, um
hann hevur somu tankar um
at turka útreiðslur upp á
kommunurnar, sum undan-
maður hansara hevði.
Undanfarna samgonga
hevði ætlan um, at blaka
barnaverndarøkið út á kom-
munurnar í óðum verki, og
skuldi hendan ætlan »bert«
kosta 0,9 prosent í hækking
av
kommunuskattinum.
Men við kostnaðarmeting-
ini av barnaverndarøkinum
hevði eldraøkið kosta 4 til 5
prosent í hækking av
kommunuskattinum, og tá
høvdu tey lágløntu veruliga
merkt svian av hesum
politikki.
HPS hevur úttalað seg
um barnaansingarøkið og at
systkinaavsláttur skal gev-
ast í barnaansingini. Hetta
er sjálvsagt ein góður tanki
hjá barnafamiljum, men
tað, sum kommunurnar ikki
vita, er, hvør skal gjalda.
Eru tað kommunurnar, so
kann roknast við at barna-
ansingin verður enn dýrari
fyri tann einstaka, ella skal
kommunuskattaprosenti
hækkast, tí gjaldast skal
tað.
Tað er at gleðast um, at
HPS í Dimmu 3. mars sig-
ur, at eldrarøkt er ikki
búgvið til at leggja út á
kommunurnar
í
óðum
verki,
sum
undanfarna
samgonga ætlaði.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum
Bárður Nielsen hevur lovað
skattalætta og ein táttur í tí
ætlan er at hækka botn-
frádráttin. Við at hækka
botnfrádráttin
fáa
tey
lágløntu eitt sindur í sín
part, men verður tað eftir
sama leisti, sum undan-
farna samgonga nýtti, so
verða tað kommunurnar,
sum koma at verða við
sviðusoð.
Tí við at hækka botn-frá-
dráttin hjá kommununum
skerjast inntøkurnar so
nógv,
at
kommunurnar
verða noyddar at hækka
skattaprosentið, og so er
einki vunnið, serstakliga
ikki hjá teimum lágløntu.
Somuleiðis er ætlan um
at víðka FAS-skipanina,
sum kommunurnar gjalda
fyri. Hetta er ein skipan við
vaksandi útreiðslum, sum
landið hevur álagt komm-
ununum, og tað er bert ein
kommuna í landinum, sum
fær nakra inntøku av hesi
skipan. Tað skuldi sjálvsagt
verið soleiðis, at landið
fekk allar inntøkur og
rindaði allar útreiðslur av
hesi skipan
Vinnuhúsið
Boðskapurin frá Vinnuhús-
inum er, at kommunurnar
eru so væl fyri, at tær sakt-
ans kunnu lækka komm-
unuskattin, so at tey lág-
løntu fáa eitt sindur av
lætta.
Hetta er sjálvsagt ynski-
ligt, men Vinnuhúsið má
gera sær púra greitt, at
kommunurnar
merktu
eisini sviðan av kreppu-
árunum, og tí liggur nógv á
láni. Somuleiðis merkja
nógvar kommunur í dag
eisini sviðan av vánaligari
fíggjarstýring í »gomlum
døgum«.
Kommunurnar hava ikki
loyvi til at taka meira í
skatti enn tað tær hava brúk
fyri, til barnaansing, skúlar,
vegir, kloakkir o. m. a og tí
er skattaprosentið tað, sum
tað er, hjá kommununum í
dag.
At Vinnuhúsið kemur og
sigur, at kommunurnar eru
so væl fyri, at tær bara
kunnu lækka skattapro-
sentið er ein óseriøsur
pástandur, sum einki hald
er í. Vinnuhúsið skuldi, um
tað meinar tað í álvara,
sagt, hvat kommunurnar
skuldi latið vera við at gjørt
fyri at lækka kommunu-
skattaprosentið, t. d. skuldu
kommunurnar skert barna-
ansingina, ikki bygt og
umvælt skúlar og so víðari.
Lat okkum fáa eitt boð.
Nýggja samgongan og kommunurnar
Hvat ætlar ABC-samgongan?
C
M
Y
K
11
10