hósdagur 18. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 54 - 18. mars 2004
Nr. 54 - 18. mars 2004
13
Ein avgerandi liður í
arbeiðinum at nøkta
tørvin á sjúkrarøktar-
frøðingum er at skapa
umstøður, sum
starvsfólkið trívist í,
og tí er ein virkin
starvsfólkapolitikkur,
ið setur trivnaðin í
hásæti fyrsta stigið á
leiðini sigur Jana
Dalsgaard, forkvinna
í felagnum fyri Før-
oyskar Sjúkrarøktar-
frøðingar, sum eisini
raðfestir útbúgving
og gransking sera
høgt
FORMANSVAL
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Verandi forkvinna í Fe-
lagnum
fyri
Føroyskar
Sjúkrarøktarfrøðingar, Jana
H. Dalsgaard stillar upp
aftur
til
formannsvalið
hesuferð. Hon ásannar, at
nógv av tíðini í farnu setu
er farin við málum, ið alt ov
leingi hava ligið á láni.
Samstundis fegnast hon
um, at hennara hjartamál,
nýggja sjúkrarøktarfrøð-
ingaútbúgvingin umsíðir
gjørdist veruleiki og sær
serliga fram til teir gransk-
ingarmøguleikar, útbúgv-
ingin letur upp fyri.
Støðið hækkað
Jana er sannførd um, at
nýggja Bachelorútbúgving-
in, er eitt tað størsta fram-
stigið innan sjúkrarøktar-
fakið í Føroyum í nýggjari
tíð. Ikki bara tí tað teoret-
iska og tað praktiska støðið
hækkar á vanligu útbúgv-
ingini, men eisini tí hon nú
gevur beinleiðis atgongd til
víðari lestur á kandidat- og
masterstigi.
Eitt av endamálunum við
nýggju útbúgvingini er
eisini at binda teori og
praksis saman í størri mun,
enn higartil hevur verið
gjørt. Eisini er tað av al-
stórum týdningi, at tann
granskingin,
ið
verður
gjørd, verður partur av tí
praktisku
sjúkrarøktini.
Hetta skapar eitt umhvørvi,
har sjúkrarøktarfrøðingar
alsamt verða stimbraðir til
at at menna sína vitan og
hava eyguni opin fyri
nýggjum
møguleikum
innan teirra fakøki.
Tørvur á sjúkra-
røktarfrøðingum
Sum øllum kunnugt, er
tørvurin á sjúkrarøktarfrøð-
ingum ovurhonds stórur.
Men tey fæstu geva sær far
um tær avleiðingar, hetta
álvarsmál hevur fyri ger-
andisdagin hjá fólki. Kann-
ingar aðrastaðni vísa, at
tørvur á sjúkrarøktarfrøð-
ingum hevur við sær størri
deyðiligheit, fleiri kom-
plikatiónir, longri innlegg-
ing umframt at starvsfólkið
mistrívist alsamt.
Ein avgerandi liður í
arbeiðinum at nøkta tørvin
á sjúkrarøktarfrøðingum er
at skapa umstøður, sum
starvsfólkið trívist í. Vit
sóu, hvat hendi á B6 í 2001,
og slíkt má ikki henda
aftur, sigur Jana. Fyrsta
stigið á leiðini at forða tí er
ein virkin starvsfólkapoli-
tikkur, ið setur trivnaðin í
hásætið. Við at løna fólki
samsvarandi
við
teirra
ábyrgd og útbúgving, vísa
vit teimum eisini størri
virðing. Her eru hendar
munandi ábøtur, og tað
arbeiðið heldur fram í
verandi
sáttmálasamráð-
ingum, samstundis sum
dentur verður lagdur á
meiri
frítíð
og
styttri
arbeiðsviku.
Samstarv
Jana ætlar at leggja nógva
orku í Sygeplejernes Sam-
arbejde i Norden, SSN.
Tað hevur ótrúliga stóran
týdning at kunna læra av
royndunum hjá øðrum og
fáa íblástur aðrastaðni frá,
sigur Jana. Samstarv við
onnur lond er alneyðugt
fyri allatíðina at hava fing-
urin á pulsinum, ikki minst
í etiskum málum, har
spurningarnir
eru
við-
kvæmir og áskoðaninar
ymiskar.
Skyldur
Sjálvt um arbeiðsuppgáv-
urnar hjá sjúkrarøktarfrøð-
ingum eru broyttar, eiga vit
at minnast til at tær grund-
leggjandi fevna um 4
ábyrgdarøki:
at
fremja
heilsu, at fyribyrgja sjúku,
at endurskapa heilsu og at
linna líðingum. Jana minnir
á, at sjúkrarøktarfrøðingar
hava skyldu til at nýta og
betra sína vitan og dygdir
innan hesi 4 øki, og at ein
tílík skylda eisini fevnir um
gransking.
Samanhald og sam-
starv eru alneyðug
fyri at limirnir kunna
økja sína tilvitan um
teir fjøltáttaðu møgu-
leikar, ið eru í yrkin-
um sigur Æna Rein-
ert, deildarleiðari á
psykiatriska ambula-
torinum, ið er annað
valevni til formans-
valið í felagnum fyri
Føroyaskar Sjúkra-
røktarfrøðingar
FORMANSVAL
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Æna Reinert, deildarleiðari
á psykiatriska ambulator-
inum, er annað valevni til
formansvalið í í FFS. Hon
hevur verið nevndarlimur í
felagnum í 12 ár.
Æna vísir á, at stóra lima-
talið í felagnum krevur, at
limirnir leggja seg eftir at
vera meir sjónligir fyri hvør
øðrum. Yrkisøkið er breitt,
og tí er samanhald lykla-
orðið, um allir limirnir
skulu kenna seg væl, sigur
hon. Samanhald og sam-
starv eru eisini alneyðug,
fyri at limirnir kunna økja
sína tilvitan um teir fjøl-
táttaðu møguleikar, ið eru í
yrkinum.
Felags tulkingar
Æna metir, at hon nokk er
tann limurin í felagnum, ið
hevur hollast royndir, tá tað
ræður um sáttmálasamráð-
ingar. Samráðingarnar hava
fylt nógv í farnu setu og
gera tað framvegis. Æna
bjóðar seg nú fram at leiða
hetta arbeiðið í eini áhald-
andi roynd at betra um
lønar- og setanarviður-
skiftini hjá øllum sjúkra-
røktarfrøðingum.
Sáttmálin er ofta ógvu-
liga torskildur, sigur hon.
Hetta viðførur nógvar mis-
skiljingar og ymiskar tulk-
ingar til tær einstøku grein-
arnar. Æna hevur sett sær
fyri at arbeiða fram ímóti,
at felagið saman við Fíggj-
armálaráðnum fær felags
tulkingar til allar ivaspurn-
ingar.
Samstarv og
útbúgving
Æna hevur umboðað FFS í
Sygeplejernes samarbejde i
Norden, SSN, síðani felag-
ið gjørdist limur í 1998.
Hon hevur verið tann før-
oyski limurin, sum hevur
verið við til at tilrættaleggja
árligu fagpolitisku rástevn-
urnar hjá Norðurlendska
samstarvinum. Í yrkisblað-
num Vøka er fyrilestur hjá
Ænu í SSN endurprentaður,
har hon vísir á fleiri skeivar
gongdir innan føroyska fe-
lagið, sammett við hini
Norðurlondini.
Hon fegnast eisini um
nýggju
Bachelorútbúgv-
ingina í sjúkrarøktarfrøði,
men minnir á, at nýggja út-
búgvingin krevur í enn
størri mun, at sjúkrarøktar-
frøðingar við eldri útbúgv-
ingum fáa høvi og møgu-
leika at eftirútbúgva seg.
Starvsfólkapolitikkur
Æna vísir á, at eitt er at
orða ein starvsfólkapoli-
tikk, annað er at fremja
hann í verki. Veruleikin er,
at á flestu arbeiðsplássum
hjá sjukrarøktarfrøðingum
er starvsfólkapolitikkurin
als ikki settur í verk. Tað
einasta, ið er lagt fast, eru
setunarsamrøðurnar, ongar
starvsfólkasamrøður eru og
heldur ongin eldrapolitikk-
ur er á arbeiðsplássunum.
Hetta undrar Ænu, tí miðal-
aldurin á føroyskum sjúkra-
røktarfrøðingum er tann
hægsti í Norðurlondum.
Tað merkja vit longu nú,
og
spurningurin
um,
hvussu vit skulu ganga
ynskjunum hjá eldri sjúkra-
røktarfrøðingum um niður-
setta tíð á møti, gerst al-
samt meir bráðfeingis.
Tað kann ikki vera mein-
ingin, at hesin bólkur innan
okkara yrki skal taka til
takka við lappaloysnum.
Her má ein heildarætlan
orðast og setast í verk.
Ongantíð ov skjótt, sigur
Æna Reinert.
Samanhald er lyklaorðið
Trivnaður og út-
búgving í hásæti
Formannsval í FFS
Næsta leygardag verður aðalfundur í Felagnum fyri
Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar. Nógv stórmál eru
á dagskránni, umframt at teir 836 limirnir skulu
velja nýggja nevnd og forkvinnu.
Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar: – Tað hevur ótrúligan stóran týdning at kunna læra
av royndunum hjá øðrum og fáa íblástur aðrastaðni frá
Mynd Anna V. Ellingsgaard
Æna Reinert, deildarleiðari á psykiatriska ambulatorinum: -
Vit mugu betra um lønar- og setanarviðurskiftini hjá øllum
sjúkrarøktarfrøðingum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
18. mars. Aleksander, deyður umleið ár 250. Úr Alexandriu og endaði sum biskupur í Jerusalem. Fleiri ferðir
varð hann atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði ein natúrligan deyða, varð blóðvitni uttan blóð,
sum tikið verður til.
Góði Edvin.
Tað kom mær dátt við fríggja-
morgunin at frætta, at tú var farin
um sýnina, har ikki vendist aftur, at
okkara prát á kaiini fyri stuttum,
har tú fortaldi mær, at tú skuldi til
Danmarkar at leggjast undir skurð,
skuldi blíva okkara seinasta, hevði
eg ikki væntað.
Eg spurdi teg tá, um tú var bang-
in fyri hesi álvarsomu støðu, sum lá
fyri framman, men tú svaraði líka
knappur sum altíð: »Bangin, bang-
in fyri hvørjum, je eg eri ikki
bangin, men hopi at tað fer at
ganga gott«.
Tað gekk ikki, sum vit vónaðu og
ynsktu fyri teg góði vinur, men tú
hevur fingið frið og er komin heim
til tann æviga staðin, har einans er
gleði og sorgin ei finst.
Títt hjarta sló fyri tínum kæru og
fyri tíni heimbygd, og minnist eg,
hvussu glaður tú altíð var og erpin,
tá tú fortaldi um, hvussu ríkur tú
var – ikki í pengum, men at tú
hevði so nógv at takkað fyri – tína
konu, børn og abbabørn, sum tú var
so sera góður við og sum høvdu alt
at siga fyri teg – tú vardi um og tók
tær væl av tínum lítla kongaríki.
Heimbygdin Vág og hennara
vælferð lá tær nær, og var tú altíð
sera áhugaður í øllum, sum gekk
fyri seg á kaiini og nærumhvørvin-
um, tí tú vildi bygdini alt tað besta,
og tú segði mangan við meg, at
gekk tað skipum og virkjum væl,
so gekk tað eisini bygdini og fólk-
inum væl, og tað var umráðandi
fyri teg at síggja bygdina blóma,
meðan tað eisini píndi teg, tá tú sá
tað gekk ímóti.
Tú var bersagdur, segði tingini
sum tey vóru, ja rætt og slætt
kallaði ein spaka fyri ein spaka, og
tað sóu eg og mong við mær stórt
virði í, tú var erligur sum fáur, ein
visti altíð hvar ein hevði teg.
Vit øll, sum kendu teg, eru vorð-
in fátækari, nú tú ikki er millum
okkum longur, Vágsbygd er vorðin
fátækari uttan teg, men minnini
kann ongin taka frá okkum.
Eg eri glaður fyri at hava kent
teg, góði Edvin, og saknurin verður
stórur ikki at fáa teg á vitjan og fáa
eitt hugnaligt lívligt prát yvir ein
kaffimun við teg aftur – tað var
nakað serligt.
Hóast aldurmunurin var stórur
okkara millum, so var bylgjulongd-
in okkara millum í lagi, og sinn og
hugburður tín vóru ung.
Tykkum, sum hava mist ein góð-
an mann, pápa, verpápa og abba,
ynski eg, at Harrin má styrkja og
styðja í stóru sorg tykkara.
Tá síðsti stormur er riðin av,
á ljósu strondum eg lendi,
tá skal eg skoða, hvat Harrin gav
til tey sum aftur ei vendu;
ei nakar hugi tað skilja kundi,
ei nakað eyga tað síggja mundi,
hvat har hann hevur teim goymt
Lat akker falla! Eg náddi havn,
farvæl tú ótrygga bylgja!
Eg leggi meg í hans kærleiksfavn,
sum trúgvur mær vildi fylgja.
Hoyr, kendar røddir meg blíðar
kalla,
nú stilt mítt akker man niður falla
í tryggu, sælu hvíldarhavn.
Við hesum fátøku orðum lýsi eg
frið yvir vin mín, Edvin Størm.
Johan Dahl
Til minnis um vin mín
Edvin Strøm
Tøkk
Fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Maria Hermansen
Leynum
doyði og varð jarðað, vilja vit takka.
Prestunum Ingu Poulsen Dam og Hera Joensen.
Sangarum, berarum, kirkjutænarum, gravarum
og øllum, ið hjálptu til við ervinum.
Somuleiðis heimarøktarum, ið vóru um hana
ta tíðina hon var óhjálpin.
Tøkk fyri blómur og kransar, og tøkk tit, ið fylgdu
henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Børnini
Hósdagin 18. mars
letur Pól Hentze í
Havn upp listafram-
sýning í Smiðjuni í
Lítluvík
Á framsýningini er 12
oljumálningar við føroyska
landslagnum sum mynda-
evni.
Pól sigur, at hann sum
ein trúgvandi maður er ser-
liga hugtikin av Guds
skaparverki, og vónar hann,
at tað sæst aftur í málning-
unum.
Hann fær íblástur úr
náttúruni og frá næmingun-
um á skúlanum, bæði tað
sum teir gera og t.d. teirra
andlitsbrá. Honum hevur
altíð dámt sera væl at tekna,
og hevur hann havt fram-
sýningar á fleiri bygda-
stevnum í Sandoynni. Í fjør
hevði hann eisini fram-
sýning í Smiðjuni. Honum
dámar eisini væl tónleik og
spælir nógv gittar.
Pól er 47 ára gamal og
ættaður úr Skopun. Hann
tók læraraprógv á Føroya
Læraraskúla í 1984 og
hevur verið lærari við
Sandoyar Meginskúla og í
skúlanum á Ziskatrøð í
Klaksvík.
Hann
hevur
eisini verið lærari á Skála
og í Ørebro í Svøríki. Síðan
1998 hevur hann búð í
Havn og verið lærari í Hoy-
víkar Skúla.
Hann
er
giftur
við
Bjørgu, f. Mortensen, úr
Havn, og tey eiga tríggjar
døtur.
Framsýningin letur upp
hósdagin 18. mars og er
opin til og við mikudagin
24. mars, allar dagar frá kl.
16.00 – 20.00
Pól Hentze í Smiðjuni
Sum liður í útbúgving síni
sum goymslukvinna innan
bilbranchuna ger 21 ára
gamla Signhild Wolles úr
Havn, sum er í læru á eyka-
lutagoymsluni hjá D.B.
Bilum, longu nú høvuðs-
uppgávuna, sum hon skal
verja á Mommark Handels-
kostskole í august. Læru-
tíðin er úti í desember
2004.
Signhild Wolles fór í
læru hjá D.B. Bilum, sum
goymslukvinna innan bil-
branchuna, 3. desember
2001. Lærutíðin er til-
samans trý ár. Hesa tíðina
skal hon tríggjar ferðir í
tvær vikur á Mommark
Handelskostskole í Suður-
jútlandi, nærhendis Sønd-
erborg, har hon umframt
vanliga skúlan eisini hevur
nakrar vallærugreinar sum
t.d. logostik og space-
manegment.
Endaliga
próvtøkan
verður í august. Uppgávan
hjá Signhild gongur út upp
á, at hon skal gera eina rit-
gerð um marknaðarføring
av eysturríksku Banner
akkumulatorum, sum tey
umboða.
Banner fyritøkan byrjaði
í 1937, og er hon millum
tríggjar teir størstu akku-
mulatorframleiðararnar í
heiminum. Millum annað
vóru Banner teir fyrstu, ið
gjørdu turrbattaríir. Har
umframt framleiða teir
eisini universalbattaríir við
fýra polum, sum ger tað
møguligt við einans 5
battarímodellum, at nøkta
tørvin til heili 900 ymisk
bilsløg. Við hesum ný-
skapandi akkumolatorsniði
spara vit goymslupláss,
men vit kunnu framvegis
útvega viðskiftisfólki okk-
ara tað bestu hjálpina, sigur
Signhild.
Lærumeistari hennara er
Carsten Ottosen hjá D.B.
Bilum.
Signhild er dóttir Elsu og
Karl Wolles í Havn.
Signhild Wolles, D.B. Bilar:
Ger høvuðsuppgávu um
marknaðarføring av
akkumulatorum
Signhild Wolles á goymsluni hjá D.B. Bilum. Hon ger eina
ritgerð um marknaðarføring av Banner akkumulatorum sum
høvuðsuppgávu
Mynd: Álvur Haraldsen
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
13
12