Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 16 l 16. apríl 2012 6 vikutíðindi Kapping um sangleik Havnar Sjónleikarfelag skrivar út kapping um sangleik fyri børn, har støðið verður tikið í barnarímunum hjá Hans Andrias Djurhuus. Ætlanin hjá Havnar Sjónleikarfelag er at fram­føra henda sangleik á heysti 2013. Næsta ár eru 130 liðin ár síð­ ani Hans Andrias Djurhuus, skald, varð borin í heim. Hans Andrias er kendur fyri yrkingar sínar, bæði fosturlandssangir og sálmar, men serliga barnarímurnar standa fram­ vegis sum ein varði í bók­menta­ søgu okkara. Kappingin snýr seg um at skriva eina barnasangleik, sum nýtir barna­rímur í leikgongdini. Ein nevnd, samansett av yrkis­ fólki og limum úr nevndini í Havnar Sjónleikarfelag, gera av hvørt virð­ isløn verður latin. Virðislønin er 25.000 kr. Dynamit við nýggjum sangi Poppbólkurin Dynamit í Klaksvík er nú aftur aktuellur við nýggjum sangi. Herfyri sendu teir sangin “Eg eri klovnur” í umfar, og nú í vikuni var aftur nýtt at frætta frá teimum. Hesaferð er tað sangur, sum Jens Aksel Heldarskarð hevur skrivað. Sangurin eitur “Hví gongur Tom altíð skid”. Mikkjal Hvannastein hevur framleitt sangin, og Erik Biskopstø hevur tikið upp og ljóðblandað. Sangurin verður ivaleyst at hoyra á útvarpsrásunum komandi tíðina. Hægri lønir Annan ársfjórðing á rað vuksu lønirnar, og var farni ársfjórðingur tann besti til lønir í fýra ár. Annan ársfjórðing í ár vóru útgoldnar 1.763 milliónir kr. í lønum og var hetta 33 milliónir meira enn fyrsta ársfjórðing. Framgongdin er nærum 2%. Í nýggja hugnaliga miðstaðarøkinum í Sandavági er Sp/f Carro, sum er ein nútímans og væl útgjørdur bilverkstaður. Tað er Niels Nattestad, ið eigur og rekur bilverkstaðin, sum varð stovnaður í 1992 og sostatt hevur 20 ár á baki. Hjá Carro verða allar umvælingar gjørdar, bæði mekaniskar og skaðaumvælingar. Bilarnir eru nógv broyttir hesi seinastu árini, og tað krevur nógv av starvsfólkunum at kunna umvæla nýggju bilarnar. Verkstaðurin lýkur øll krøv, og starvsfólkini verða javnan dagførd við tí nýggjasta, sum kemur fram á tøkniliga økinum. Á verkstaðnum eru testarar til t.d. motorstilling og feilfinning eins og 4-hjólsútmátingartól. Carro ger umvælingar av øllum bilmerkjum. Verkstaðurin er nýliga settur í stand, og har er pláss fyri 5-6 bilum samstundis. Verkstaðurin hevur lakkeringskabinu og tekur sær av øllum skaðum bæði privatum og tryggingarskaðum, sum verða sýnaðir á verkstaðnum. Carro innflytir eisini brúktar bilar úr Týsklandi av flest øllum merkjunum. Talan er um góðar vælhildnar bilar. -Vit bíleggja eykalutir on-line. Um vit t.d. bíleggja um morgunin hava vit eykalutirnar á middegi. Eisini hava vit dekk í flest øllum støddum á goymslu. -Vit leggja dent á góða tænastu, og at kundin kennir seg væl. Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum, um okkurt er áfatt við bilinum ella at koma til eftirlit við bilinum, sigur Niels Nattestad stjóri í Sp/f Carro. Carro – góð tænasta í 20 ár Í Sandavági er ein væl útgjørdur bilverkstaður við allari útgerð til mekaniskt arbeiði eins og umvælingar av skaðum. Vit leggja dent á góða tænastu, og at kundin kennir seg væl, sigur Niels Nattestad stjóri í Sp/f Carro Manningin á Carro f.v.: Rúni Joensen, Niels Nattestad og Rógvi Steintún