Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 62

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 14 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Philip Noel-Baker (nummar fýra frá vinstru) úr Bretlandi er einasti heiðursmerkjavinnari í OL, sum eisini hevur fingið eina Nobel-heiðursløn. Á leikunum í Antwerpen í 1920 vann hann silvur í 1500 metra renning, og í 1959 fekk hann Nobel-friðarheiðurslønina. London verður fyrsti býur, sum hýsir leik­ unum tríggjar ferðir: 1908, 1948 og 2012. Tá Pál Joensen fer útí í olympiska svimjihylinum í London og Jón Bjarnason spentur fylgir við uppi á turrum, er talan um eina ta størstu ítróttarhendingina, nakar føroyingur nakrantíð hevur verið partur av. Teir báðir vita tað og tað gera vit onnur eisini, so tí fara vit øll at fylgja væl við, hvussu leikur fer í OL, anno 2012. Síðstu fýra árini hava Pál og Jón gjørt alsamt meira um seg kring allan heimin, og tað hevur ferð eftir ferð vakt miklan ans, hvussu ein svimjari úr Vági soleiðis kann blanda seg upp í heimselituna og teljast millum teir allarbestu, tá umstøðurnar í heimbygdini verða havdar í huga. Hóast enn eingin 50 metra hylur er í Føroyum og Pál og Jón bara hava skúlahylin í Vági at venja í í gerandisdegnum, hava framstigini og úrslitini ikki latið bíðað eftir sær, men í øllum teimum stóru kappingunum hava ikki bara vit, men allur heimurin, verið vitni til alstóra frambrotið. Ultimativi dreymurin um at svimja í OL verður nú veruleiki, og eins væl og bæði Pál og Jón gleða seg og eru spentir, gera vit onnur tað sama. Landið alt fer at liggja lamið, tá svimjikappingarnar eru, tí tað man vera fáur, ið ikki vil síggja í sjónvarpinum, hvussu tað heila fer at spæla av. Vit vóna øll tað besta og gleða okkum, tí hesa stóru uppliving og avbjóðing unna vit øll teimum báðum so hjartaliga, tí hetta er úrslit av miðvísum arbeiði, har Jón hevur koyrt undir og lagt lag á og Pál tikið eftir og drivið á í vatninum, so teir í felagsskapi hava megnað at gjørt olympiska dreymin til veruleika. Á hesum næstu síðunum er eitt sindur av OL-viðkomandi lesitilfari, ið vónandi kann gera okkum øll enn meira forvitin og spent, nú olympisku summarleikirnir í London nærkast, og frá okkum í Miðlahúsinum er hetta eisini ein lítil heilsan: Góða eydnu, tit báðir! hilmarjan@sosialurin.fo Øll fylgja vit við Við einum fráviki í reglunum fyri svimjarar í altjóða kappingum fekk Pál Joensen møguleikan at sleppa við danska OL-hópinum til London, men annars at svimja víðari sum føroyingur Upprunaliga hildu grikkar olympiskar leikir frá 776 fyri Kristi føðing til 394 eftir Kristi føðing, og vóru hesir leikir ein átrúnaðarlig veitsla til heiðurs fyri gudin Zeus. Millum hesar leikirnar í forntíðini og til teir nú­tímans olympisku leikirnar, hava eis­ini stundum verið ymsir leikir. Onglendingar hildu leikir við olympiskum íblástri í tíðarskeiðunum 1612-1644 og 1664-1852, og eis­ini vóru leikir í Svøríki í 1834 og 1836, umframt í Kanada í 1844. Har­aftrat vóru leikir í Athen í 1859, 1870, 1875 og 1889, men teir duttu niðurfyri, tí ov illa var skipað fyri. Tað var fraklendingurin Pierre de Coubertin, ið tók stig til olympisku summarleikirnar, sum vit kenna teir nú á døgum, eftir at hann hevði verið til einar líknandi leikir í ensku bygd­ini Much Wenlock í 1890. Fýra ár seinni, í 1894, kallaði hann saman til fundar í París, har altjóða olympiska nevndin, IOC, var sett á stovn, og síðani vóru fyrstu leikirnir í Athen í 1896. Tankin við olympisku leikunum var at gera ítróttin meira sjónligan sum eitt amboð til uppaling, og eis­ ini hevði Pierre de Coubertin sum mál, at ítrótturin umvegis leikirnar skuldi geva tí einstaka menn­iskja­ num íblástur til at stremba eftir tí full­komna. Olympiska søgan í stuttum