fríggjadagur 13. juli 2012síða 70
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 16. juli 2012
22
OL-blaðið
Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu
við OL luttøkuni í London í summar
trygging.fo
Fleiri íðkarar enn
áskoðarar vóru
til olympisku
leikirnar í París
í 1900.
Christa Luding-Rothenburger úr gamla Eystur
týsklandi er einasti persónur, sum hevur vunnið
heiðursmerki í bæði vetrar- og summarleikum
sama ár, tá hon í 1988 vann gull í skoytu
renning í Calgary og silvur í súkkling í Seoul.
Gjøgnum árini hevur Katrin Dagbjarts
dóttir, ið fyrr hevði eftirnavnið
Johansen, verið mest vinnandi ÍSB-
svimjarin av øllum, við heiðurs
merkjum í bæði OL-, HM-, EM- og
NM-kappingum,
umframt
øðrum
kappingum við. Hon var sum svimjari
við til paralympisku leikirnar í New
York í 1984 og í Seoul í Suðurkorea í
1988, og síðani hevur hon eisini verið
við sum venjari.
– Tað var øgiliga spennandi at vera
við, og eisini gleðiligt, at ÍSB upp á
onkran máta hevur verið við til at víst
vegin. Eg haldi, at ÍSB og okkara úrslit
hava víst, at tað ber til hjá einum so
lítlum landi at gera seg galdandi. Vit
fingu víst, at smátt kann eisini vera
gott, sigur Katrin.
– Vit fingu víst, hvat skal til, og
tað kom heldur ikki av ongum. Aksel
Haraldsen var venjari hjá okkum, og
hann var langt framman fyri sína tíð,
tí hann gekk høgt uppí, at likam og sál
hingu saman, so tilvildin slapp ikki at
ráða, tá kroppur, kostur og alt skuldi
røkjast og ganga upp í eitt.
Tíðina sum ÍSB-svimjari minnist
Katrin bara gott aftur á, og tá hon
verður spurd, um tað ongantíð komu
nøkur prik frá øðrum, ið kanska hildu
seg hava eitt sindur meira upp á seg
enn tey, drálar hon eitt sindur, áðrenn
hon svarar:
– Tað einasta, eg minnist av slíkum,
er komið frá eitt nú svimjarum, ið ikki
vóru serliga góðir svimjarar sjálvir.
Tey, sum eru góðir svimjarar, hava jú
ikki brúk fyri at trýsta niður á onnur,
og eg haldi heldur ikki, at vit skulu
samanbera hetta og hatta, men
heldur duga at gleðast, tá tað gongst
onkrum væl, sigur hon.
Pál ótrúligur
Og sum so mong onnur, samgleðist
Katrin í hesum døgum eisini við Pál
Joensen, nú hann stendur framman
fyri síni størstu avbjóðing nakrantíð
og skal við til OL í London.
– Hetta er øgiliga stórt hjá Pál,
og vónandi kann tað lata dyrnar upp
hjá nógvum. Ikki minst kann tað geva
øðrum hugin at koma líka langt, og
tað verður sanniliga eisini spennandi,
hvussu tað fer at gangast. Tað er í øll
um førum fantastiska stuttligt, at ein
føroyskur svimjari er komin so langt,
sigur Katrin Dagbjartsdóttir.
– Ikki minst er tað stuttligt, at nú
verður hugsað longur, enn gjørt hevur
verið áðrenn. Fyrr hevur tað mesta
snúð seg um Oyggjaleikir, og alt
gott um tað, men tað ber eisini til at
fara víðari, og tað hevur Pál prógvað
sum besti norðurlendingur á 1500
metrum.
Somuleiðis heldur Katrin tað vera
undrunarvert, at Føroyar skulu hava
ein svimjara sum Pál, tí tað plagar at
krevja eina ávísa breidd, fyri at bara ein
slíkur skal kunna spyrjast burturúr.
– Pál er heilt ótrúligur, og hann er
besta prógvið fyri, at vit føroyingar
sum lítil tjóð saktsans kunnu gera vart
við okkum úti í stóru verð. Sjálvandi
hevur Pál eisini havt ein góðan venjara
og góðan stuðul, men tað skal eisini
til, tá so høg mál skulu røkkast, sum
at koma í eina OL-finalu, sigur Katrin
Dagbjartsdóttir.
hilmarjan@sosialurin.fo
– Tað var øgiliga spennandi at vera við, og eisini gleðiligt, at ÍSB upp á onkran máta hevur verið við til
at víst vegin, sigur ein hin mest vinnandi ÍSB-svimjarin gjøgnum tíðirnar, Katrin Dagbjartsdóttir
ÍSB-svimjararnir, Esther Gaard
Hansen og Heidi Andreasen,
saman við venjaranum, Katrin
Dagbjartsdóttir, tá tær í 2000 vóru
á paralympisku leikunum í Sydney.
(privatmynd)
Smátt er eisini gott