Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 77
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 77

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 29 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Tá leikirnir blivu settir í Melbourne í 1956, var tað ein 19 ára gamal unglingi, ið rann seinasta teinin við kyndlinum og festi í olympiska eldin. Í 60-unum bleiv Ron Clarke ein av bestu rennarum í heiminum, so tá kendu øll hann. Fyrsti íðkarin, ið bleiv burturvístur frá vegna brúk av ólógligum evnum, var svenski fimm­kemparin, Hans- Grunner Liljenwall, sum dumpaði so dyggiliga í doping­ eftir­litinum, tí hann hevði roynt at doyvt nervarnar við at drekka einar tvær sterkar øl undan kappingini. Góðan mentalitet Sum sagt, so hava Pál og Jón sam­ starvað í eini seks ár um svimjingina, og nú tann stóra løtan í OL er farin at nærkast, kann Jón staðfesta, at tað hevur verið »eitt fornoyilsi« at hava vant Pál hesi árini, tí hann er so lætt­ ur at arbeiða við. – Pál er ongantíð trupulleikin, men bara umstøðurnar, og tað hevur ver­ ið styrkin allan vegin ígjøgnum, at so hevur verið. Eisini samanborið við nógvar av frægastu donsku svimjar­ unum, vit hava vant saman við, hevur Pál skarað framúr. Fleiri av teimum hava verið ov bleyt til venjing, og tí eru tey eisini sáldað frá, nú tað veruliga ræður um at geva tað seinasta, tú eigur í tær, sigur Jón, ið ferð eftir ferð nevnir mentalitetin hjá Pál sum eina stóra styrki. – Eg má siga, at um eg dagliga var venjari hjá fleiri av hinum, hevði eg eisini blivið líka svakur, sum venjarin hjá teimum er blivin tað viðhvørt. Hin­ vegin er tað øgiliga sjáldan, at tað er neyðugt at fáa pulsin upp, tá tað snýr seg um Pál, tí hann er nógv meira irriteraður um tað enn eg, tá tingini ikki ganga eftir vild. Meðan dagarnir nú ganga, nærkast olympisku summarleikirnir alsamt, og Jón Bjarnason er púra greiður yvir, at tað er nú, alt skal ganga upp í eina hægri eind, tí royndirnar frá nógvum av teimum, ið »hava verið har« fyrr, hava víst, at tú veruliga mást og skalt vera klárur, skalt tú fáa tað úrslitið, tú fert eftir: – Eg dugi ikki at ímynda mær ann­ að, enn at tað ikki verður ringt at koma í finaluna á 1500 metrum, men tað ræður um at halda høvdið kalt og brúka ta rutinuna, sum er bygt upp hesi árini. Eg veit eisini, at í nógvar mátar talar alt ímóti, at tú kanst standa teg væl, tá tú fyrstu ferð ert við til einar olympiskar summarleikir. Undan­tøkini eru øgiliga fá, men Pál má gjarna vera eitt av teimum! Síðstu skjótt tveir mánðirnar hevur OL-vinnarin á 1500 metra teininum í frísvimjing frá leikunum í Beijing í 2008 vant saman við Pál og teim­ um. Tað er Oussama Mellouli, sum er úr Tunesia, emn í nógv ár hevur vant í Los Angeles í USA. – Hetta hev­ur verið sera spennandi, og vit kundu ikki droymt um ein betri svimj­ara at vant saman við, nú olymp­isku leikirnir nærkast, sigur Jón Bjarnason. Oussama Mellouli vann sum sagt OL-gull í 2008 og var heims­ meistari á 1500 metrum í 2009, men bleiv so skaddur í 2010. Í desember tað árið kom hann aftur til HM á stuttgeil og vann gull, men bleiv aftur skaddur í fjør. Nú royn­ir hann so enn eina ferð at koma fyri seg aftur, so hann kann endur­vinna gullið á 1500 metrum í London. – Eg havi verið sera glaður fyri at vant saman við Pál, tí venjingin hevur givið nógv. Pál er øgiliga stabilur og sterkur undir venjing, og uttan iva er hann sterkasti svimj­ari í heiminum, tá tað kemur til at svimja arm, sigur Oussama Mellouli, ið altso bara hevur rós til okkara fremsta svimjara, ið hann um góðar tvær vikur skal kappast við. OL-vinnarin um Pál