Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 80

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 29 l 16. juli 2012 32 OL-blaðið Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu við OL luttøkuni í London í summar trygging.fo Olympiska flaggið og búmerkið, sum eru teir fimm ringarnir á hvítari bakgrund, gjørdi olympiski undan­ gongu­maðurin, Pierre de Coubertin, í 1914, og fyrstu ferð flaggið veittraði yvir leikunum, var í Antwerpen í 1920. Ringarnir ímynda teir fimm heimspartarnar Fyrsti íðkarin, ið vann gull­heiðursmerki á fimm fylgjandi summar­leikum, var bretski røðarin, Steven Redgrave, í 2000. – Pál skal halda seg til sítt egna og ikki lata seg órógva av nøkrum av tí nógva, sum hendir í sambandi við leikirnar. Nógv verður gjørt burtur úr næstan øllum, so har er nógv sum kann órógva, men Pál skal bara hugsa um tað, sum hann dugir at gera, so skal tað nokk gangast honum væl. Hesi eru ráðini, 34 ára gamla Katrin Olsen hevur at geva Pál Joensen, nú hann skal í holt við sína størstu ítróttaravbjóðing nakrantíð. Katrin veit, hvat hon tosar um, tí hon hev­ur sjálv staðið í støðuni, tá hon í 2008 sjálv onnur var í hálvfinaluni í lættvekts-dubultscullara í Beijing, og so­statt var fyrsti føroyski íðkari, ið var við til einar olympiskar leikir. – Eg havi alla tíðina hildið, at Pál og Jón hava havt fatur í nøkrum heilt serligum, og teir duga øgiliga væl saman. Pál hevur enn ongantíð skuff­að meg við sínum avrikum, og eg trúgvi upp á eitt flott úrslit, sigur Katrin, ið longu nú heldur, at Pál er komin øgiliga langt og at øll orsøk er til, at hann kann vera errin av sínum av­rikum. – Tað er flott longu nú, men eg veit eisini, at hann er onkra heilt aðra­staðni, enn at hann bara heldur, at tað er flott bara at vera við. Hann er miðvísur og hevur upp á ein máta fingið meira frið til tað í longri tíð. Svimjingin er eisini einstaklingaítrótt, meðan Juliane og eg høvdu nógv meira eina innanhýsis kapping alla tíð­ina, og eitt nú vistu vit ikki so langt framman­ undan, at tað skuldu vera vit báðar, sum vóru í bátinum í Beijing. Vóru ikki so góðar Katrin Olsen og Juliane Elander Ras­mussen um­boðaðu í august 2008 saman Danmark í lættvekts- dubultscullaranum, har tær lættliga stóðu royndina inn­leið­andi, men ikki megnaðu at koma víð­ari úr hálvfinaluni. Í staðin endaðu tær í B-finaluni, sum tær tó vunnu sann­ før­andi, hóast tað var lítil uggi. – Tað er nokk so ymiskt, hvussu eg minnist aftur á tað, men í øllum førum var okkara egna úrslit ikki so stuttligt at minnast. Vit vóru í avgerandi løtuni ikki so góðar, sum vit høvdu vónað, men sjálvt um B-finalan kanska ikki telur so nógv, eri eg upp á ein máta stolt av, at vit megnaðu at vinna hana, sigur Katrin, tá vit biðja hana hugleiða um dagarnar í Beijing. – Í aðrar mátar var tað sjálvandi ein fantastisk uppliving at vera við til OL, og dagarnar eftir okkara egnu kapping sóu vit ítrótt um dagin, gingu í býnum og sóu og upplivdu eina rúgvu. Tað ráddi bara um at duga at njóta tað, tí tað er øgiliga stórt at vera við til OL, og vit noyddust bara at leggja okkara egna vónbrot til viks. Katrin Olsen fortelur, at bara tað, at skula fara til olympisku summar­ leikirnar, var ein øgiliga long og drúgv tilgongd, sum tók henni kanska eini seks, sjey ella átta ár. – Tí var hetta ein partur av lívi mín­ um í langa tíð, samstundis sum tað var meira tað, sum ikki var sjálvt OL, ið fylti mest. Vit høvdu øgiliga góð World Cup-úrslit, og eg kann eisini nevna til stuttleika, at í hasi B-finaluni í Bejing vunnu vit millum á teimum, sum vóru heimsmeistarar árið fyri, sigur Katrin, ið endurtekur, at tað alfa og omega er, at tú ikki letur teg órógva. Bara tann fyrsta – Tað hendir so øgiliga nógv, tá OL nærkast, at lítið skal til fyri at missa fokus. Við teimum góðu úrslitum, vit høvdu havt frammanundan, hildu vit tað vera púra realistiskt, at vit fóru eftir heiðursmerkjum, sigur hon. – Men brádliga vóru vit ikki við í finaluni, so tá alt skuldi avgerast, vóru vit slett ikki har, sum vit høvdu hildið, at vit skuldu vera. Aftaná haldi eg, at eg dugi at síggja, at vit neyvan heldur høvdu fingið heiðursmerki. Katrin dylur ikki fyri, at hon upplivdi tað sum nakað stórt, at hon sum føroyingur var við til olympisku summarleikirnar í 2008, men at hon longu tá heldur ikki var í iva um, at fleiri føroyingar fóru at koma so langt, og at hon bara var tann fyrsta av fleiri. – Eg havi vitað um Pál, síðani tað byrjaði at hoyrast um henda unga vág­bingin. Eisini havi eg tosað eitt sindur við Jón her og har, so eg havi vitað, at hetta fóru teir at klára. Og eg haldi tað vera øgiliga stuttligt, at teir higartil eru komnir so langt við sínum góða samstarvi, sum teir eru, sigur Katrin Olsen, ið ikki longur rør við báti í olympiskari stødd, men saman við vin­kon­um og fyrrverandi bátsfeløgum frá eitt nú Jarnbardi rør við Herningi í master­kappingini. – Vit rógva tvær ferðir um vikuna og tað er fínasta slag. Beint áðrenn OL í Beijing tók Katrin prógv sum lækni, og hevur hon arbeitt síðani. Nú er hon so í Før­oy­um og verður í august liðug við barsils­ farloyvi, so hon akkurát klárar at fylgja við, hvussu gongst Pál í London, áðrenn hennara arbeiðsligi ger­andis­ dagur byrjar aftur. hilmarjan@sosialurin.fo – Eg havi alla tíðina hildið, at Pál og Jón hava havt fatur í nøkrum heilt serligum, og teir duga øgiliga væl saman. Eg trúgvi upp á eitt flott úrslit í London, sigur Katrin Olsen, sum í 2008 sum fyrsti føroyingur var við til OL í Beijing Má ikki lata seg órógva – Vit vóru í avgerandi løtuni ikki so góðar, sum vit høvdu vónað, sigur Katrin Olsen um OL í Beijing í 2008, tá tað ikki eydnaðist henni og Juliane Elander Rasmussen at rógva seg í finaluna Mynd: Polfoto