fríggjadagur 13. juli 2012síða 84
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 29 l 16. juli 2012
36
OL-blaðið
Vit ynskja Pál Joensen góða eydnu
við OL luttøkuni í London í summar
trygging.fo
Tað var franski undirvísarin og søgumaðurin, Pierre de Coubertin,
sum í 1894 legði lunnar undir olympisku leikirnar og rørsluna, tá
hann kom við uppskoti um at taka uppaftur gomlu, griksku siðvenj
una við leikum fjórða hvørt ár í meira nútímans útgávu. Coubertin
var forseti í altjóða olympisku nevndini, IOC, frá 1896 til 1925.
Fyrstu ferð summar
leikirnir aftur vóru í
einum býi, sum hevði
hýst teimum áður,
var í 1924 í París
Síðani 1984 hava føroyskir svimjarar
kvalifiserað seg til paralympisku leik
irnar á hvørjum ári. Onkuntíð hava
fleiri svimjarar verið við og onkuntíð
bara hin eini, og í ár er tað bara 23
ára gamli Ragnvaldur Jensen, sum er
ættaður av Sandi, ið hevur svomið so
mikið góðar tíðir, at hann sleppur við
til paralympisku leikirnar í London,
sum verða frá 29. august til 9. sep
tember.
Sum svimjari hevur hann ígjøgnum
árini verið við til bæði EM- og HM-
kappingar, umframt aðrar kappingar
undir IPC, og tað var í EM-kappingini í
Týsklandi í fjør, tá hann vann bronsu,
at hann fekk so mikið góða tíð í 100
metra bringusvimjing, at tað gav eitt
pláss í paralympisku leikunum.
– Ragnvaldur hevur svomið í nógv
ár, og hesi gott og væl tvey árini, eg
havi verið venjari hjá honum, hevur
hann í øllum lutum tikið seg fram,
sigur venjari hansara, Rúni Gaardbo,
ið tey flestu munnu kenna sum fót
bóltsdómari, men sum eisini fæst
sera nógv við svimjing og hevur verið
høvuðsvenjari síðani 1995.
– Sjálvt um hann hevur roynt eitt
sindur av hvørjum, so eru hetta hans
ara fyrstu paralympisku leikir, so hetta
verður sera spennandi. Um vónirnar,
so kunnu vit siga, at um tað gongst
væl, kemur Ragnvaldur í hálvfinaluna,
og um tað gongst øgiliga væl, kann
hann fáa eitt finalupláss. Men so skal
alt ganga upp, so hann verður millum
átta teir bestu, ið sleppa allan vegin í
finaluna. Tað er tó ikki ómøguligt.
Rúni sigur, at Ragnvaldur gongur
høgt upp í svimjingina og er íðin undir
venjing. Umframt at venja í hylinum
einar seks til átta ferðir um vikuna,
ger hann eisini nógv við styrkivenjing,
so tilsamans man talan vera um eina
10 venjingar hvørja viku.
Nógv skal til
At fáa so góðar tíðir, at tað røkkur til
paralympisku leikirnar, er í sjálvum
sær eitt gott avrik, ið ikki er blivið
minni við árunum, tí sum við øllum
øðrum ítrótti, er framgongdin stór
hjá teimum bestu, so tað skal alsamt
meira og meira til, fyri at sleppa upp í
part heilt har frammi. Tað sigur Katrin
Dagbjartsdóttir, ið sjálvur hevur verið
við til fleiri paralympiskar leikir, fyrst
sum svimjari og síðani sum venjari.
– Fyrr var tað soleiðis, at kláraðu vit
kravtíðirnar í einari grein, so kundu vit
sleppa at svimja við í fleiri kappingum.
Tí ber til at siga, at vit sum svimjarar
vóru priviligeraðir, tí vit sluppu við til
nógv fleiri kappingar, enn tey gera í
dag, nú krøvini bara blíva harðari og
harðari, sigur Katrin.
– Av tí sama er verri og verri hjá
okkum at hava svimjarar við millum
teir allarfremstu. Vit vóru so nógv, tá
eg svam sjálv, at vit høvdu ikki bara
eina góða elitu, men eisini eina breidd.
Hetta krevur nógva og miðvísa venj
ing í áravís, so vit mugu bara vóna, at
Ragnvaldur kann geva íblástur, so enn
fleiri halda seg framat.
Paralympisku leikirnir í London,
sum eru aftan á summarleikirnar har,
eru eisini sera stórir, tí ikki færri enn
4.200 ítróttarfólk úr 160 londum eru
við, og kappast verður í 20 ymsum
ítróttargreinum. Eisini hesum leikum
geva fjølmiðlar stóran ans, tí væntandi
verða umleið 6.500 fjølmiðlafólk til
staðar, umframt at tvær milliónir at
gongumerki eru sett til sølu.
Kappast verður á fleiri leikvallum,
sum eru gjørdir burturav til OL og
paralympisku leikirnar, harav olympiski
leikvøllurin er tann størsti, við
plássi fyri 80.000 áskoðarum. Og tá
Ragnvaldur skal svimja sína kapping,
verður tað í sama hyli, sum Pál Joensen
hevur svomið sínar kappingar nakrar
dagar frammanundan, í eini stórari og
flottari høll, við plássi fyri túsundtals
áskoðarum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fremsti ÍSB-svimjarin í løtuni, 23 ára gamli Ragnvaldur Jensen, skal til paralympisku leikirnar í
London frá síðst í august til fyrst í september, har hann skal kappast í 100 metra bringusvimjing
Ragnvaldur
eisini til London
Ragnvaldur Jensen, sum skal umboða Føroyar á paralympisku leikunum í London eftir OL, svam seg
til plássið í EM-kappingini í Týsklandi í fjør, tá hann vann bronsu í 100 metra bringusvimjing
Mynd: Álvur Haraldsen