Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 96
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 96

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 16 l 16. apríl 2012 48 G! Vikutema Hamferð Heimsins endi, kirkjuklokkur, svart­ir klædningar, og álvarsom andlit. Ongin ivi er um at føroyski dóm­málms­bólk­ urin Hamferð fer at kasta langar skugg­ar á sandin tá hann fyrstu ferð spælir stóra pallin upp seint á kvøldið á G!. Bólkurin er enn ungur, men hevur longu veri á fleiri konsertferðum ígjøg­ num evropa saman við stórum tung­ málmsnøvnum sum t.d. Moonsorrow, Crimfall og okkara egnu víkingum úr Týr. Lagt verður eisini upp til eina ekslusiva konsert á G!, og er hendan eisini tann síðsta, áðrenn teir skula spæla á Wacken Metal Battle finaluni á Wacken festival 1.august. Við løgum sum “Ódn” og “Aldan Revsar Eitt Vargahjarta”, kunnu fólk ikki kenna seg heilt trygg á sandinum, men flott og hugtakandi er tað. Marius Marius breyt ígjøgnum í Føroyum táið hann sum einans 16 ára gam­ al frontmaður í bólkinum Flux hitt­ aði við lagnum Mr Headless í sam­ bandi við Prix Føroyar finaluna í 1999. Marius hevur seinastu árini flutt seg yvir í meira akustiskan og fólka­kendan tónleikastíl, har hans­ ara allarstørstu styrkir fáa høvi at blóma – sangskrivarin og sangarin Marius. Marius hevur fingið góðan vind í seglini og spældi m.a. á Iceland Airwaves og Canadian Music Week í fjør, Spot í ár og hevur júst verið á síni fyrstu konsertferð í USA. Dánjal Dánjal á Neystabø er næstan vorðin eitt húsarhaldsnavn í Føroyum. Kanska serliga ígjøgnum Ævintýraferðina, sum hann og Búi Dam hava fingist við. Men seinastu árini hevur Dánjal eisini veruliga sligið sítt navn fast á norðurlendska tónleikapallinum. Í desember 2011 kom onnur solo pláta hansara, The Bubble, út. Tónleikurin er melodiskur fólkatónleikarokkur, har tað høga lýriska flogið hjá Dánjali verður stuðlað av hansara eyðkendu rødd, løttum klarinettum og rútmum, sum toga teg í annan heim. Benjamin Heimasíðan hjá G! kallar hann eitt av mest týðandi tónlistarfólkunum í Føroyum í løtuni. Inntil fyri stuttum mundi Benjamin vera mest vera kendur sum framúr góði og úttykksfulli guitarleikarin hjá Eivør, Hanus G, Petur Pólson og Guðrið Hansdóttir. Men hetta seinasta árið hevur Benjamin gjørt vart við seg sum framleiðara av trimum av teimum bestu føroysku fløgunum í 2011, Transit hjá Petur Pólson og fyrstu útgávuna hjá Gipsy Train, og ikki minst hansara egnu fløgu, Ghost With Skin, ið hann, umframt at framleiða, eisini hevur skrivað øll løgini á, eins og hann syngur og spælir guitar og onnur ljóðføri á henni. Gypsi Train Ein tann mest dámdi bólkurin á føroyska tónleikapallinum seinasta árið, er Gypsi Train. Blásarar, ráir gittarir og fangandi rytmir, og teir fáa tað til at rigga. Teir eru spáddir til at blíva nýggju “Boys In A Band”, vóru tilnevndir til planetheiðurslønir fyri bæði Ársins bólk og Ársins nýggi bólkur í fjør, og hava veri á konsertferð í íslandi fyrr í ár. Vilt tú hava eitt vilt upp­livilsi, ger teg kláran til føroyska sigoynaratokið. SAKARIS Maðurin handan verkætlanina, SAKA­ RIS, er ungi havnamaðurin Sakaris Emil Joensen. Tónleikurin hjá SAKARIS er poleraður og popputur og fær íblástur frá stórsligna og synth-lødda 80´ara dramapoppinum, nútíðar electro­framleiðslum og nostalg­isk­ um telduspæltónleiki. Til G! hevur Sakaris lova eina feita elektro-veitslu til áhoyrarnar, har ið hann, við fult mannaðum bólki, fer at borðreiða við spildurnýggjum tilfari av komandi fløguni hjá sær. Frostfelt Frostfelt er vakra og dreymakenda soloprojektið hjá Líggjas Olsen. Sjálv­rann­sakandi einstaklingurin gav út debut­fløguna "I Have A Tv Set" í 2011. Líggjas er helst best kendur sum annar av oddamonnunum í Deja Vu. Við sær í Frostfelt hevur Líggjas tikið nógvar av somu dygdunum, sum vóru til staðar í Deja Vu, m.a. vökru melodiirnir og sorgblídni. Men í Frostfelt hevur tónleikurin fingið meira kant og kropp. Stílurin er eitt væl­eydnað bland av klaverbaseraðum singer­songwriter tónleiki við tí meira elektroniskt grundaða. 200 Guitar, bass og grefligt kjaftaslit. Tónleikur við lyftari longutong og illsligum hugburði! 200 er ein av best spælandi livebólkum í landinum, og ein av teimum ið hevur longstu G! traditiónirnar. Sosialurin 34 18 00 Stiðjagøta 10 · FO- 100 Tórshavn Tel. 35 38 97 · www.weihe.fo Regnsett Frá Helly Hansen til kvinnur og menn kr 999,00 Dart telt ”Pop up” telt 3 pers. kr. 749,00 Dart telt ”Pop up” telt 2 pers. kr. 649,00 Viking stivli Til gentur/kvinnur Retro High kr.425,00 Viking stivli Til gentur/kvinnur Kicks, lágur stivli. kr.399,00 Fjallastivli Svartur gummi­ stivli kr. 465,- Regnsløg Eingangs regnslag kr. 20,00 Regnsløg Úr PVC kr. 99,00 Vit hava... Tjøld Soviposar Liggiundirløg Pløkkar Gaffatape ...og nógv annað, tú hevur brúk fyri. Alt til festivalin fært tú hjá Jógvan Weihe Regnsett til børn Frá Helly Hansen Kr. 649,00 Regnsett Frá Helly Hansen til kvinnur og menn kr 500,00