Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-13, síða 97
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juli 2012síða 97

‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 16 l 16. apríl 2012 49 G! Vikutema Savna góð minnir saman KGB (IS) Hann var hús-DJ í legendariska Sirkus í Reykjavík og hevur hitað upp fyri Hot Chip og Bjørk. KGB er ein veteranur á íslendska klubbpallinum og hevur hildið Reykjavík dansandi og dandandi í áravís sum ein av best umtóktu plátu­snúrarum JPFT Soun­ d­system (DK) JPFT SoundSystem er eitt DJ- kollek­tiv við støð á Christiania. JPFT SoundSystem byggja mo­bilar ljóðskipanir (sound sy­stem) burt­ ur úr burturkasti og endur­nýtslu­ tilfari. Hoyr og síggj JPFT SoundSystem í Grundini. Monkey Rat (FO/CAN) Anti jantelóg, sex, og stríð, guitar- riff og nú eisini sól, reggae og Amsterdam. Hesi eru bert nøkur av eyðkennunum við bólkinum MonkeyRat, ið verður at síggja á G! Festivalinum í ár, samstundis sum tey geva nýggja fløgu út. Arnold Ludvig og Anna Iachino eru høvuðspersónar í funky, rock, jazz- inspireraða bólkinum. Nanook er ein av best dámdu bólk­un­ um í Grønlandi júst nú. Bólkurin gav sína fyrstu fløgu út í 2009. Fyrsta fløgan, Seqinitta Qinn­ gorpaatit (Okkara sól skínur á teg) kom út í september 2009, og gjørdist eitt stórt hitt í Grønlandi. Hetta hevði við sær at bólkurin varð nógv umbiðin kring Grønland og í øðrum londum næstu tvey árini. Samstundis sum teir túraðu, skrivaðu brøðurnir sangir til eina nýggja fløgu, ið var útgivin í fjør undir heitinum “Ai Ai”. Eisini her hittaði Nanook stórt í heimlandinum. Framførslan á G! Festivalinum er partur av teirra Nordic Tour, ið fevnir um aðrar festivalar í finnlandi, íslandi og heimlandinum. Nanook (GL) Eivør Við fangandi sangskriving, ganda­ kend­ari rødd og ovurmáti av karisma hevur Eivør lagt Føroyar fyri sínar føtur sum bert fáur ann­ ars hevur megnað. Eivør steðgar tó ikki har, men flytir seg støðugt innan tónleikaheimin, bæði stilist- iskt og geografiskt. Altíð á ferð út á nýggjar víddir. Seinni í summar gevur Eivør út nýggja fløgu. Á G! spælir hon løg av komandi fløguni eins væl og løg frá undanfarnum útgávum. Eivør man teljast millum mest royndu tónleikarar í Føroyum, við mongum hundraðtals konsertum bæði í og uttanfyri føroysku landoddarnar. Frændur Frændur eru legendariskir í Føroy­ um. Teir hava sítt heilt egna kapitt­ ul í føroysku rock-søguni og neyvan hevur nakar bólkur havt fleiri hitt, og neyvan hevur nakar bólkur selt fleiri fløgur í Føroyum, enn júst Frændur. Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen hava altíð verið kjarnin í Frændum, og fara teir, saman við øðrum á palli at levera eina minniliga kon­ sert á G!, har øll syngja við. Hogni Hogni ella Högni Lisberg, sum vit eisini kenna hann sum, hevur júst lagt seinastu hond á fjórðu plátu sína, sum eitur "CON MAN", og sum er gjörd í samstarv við walisiska fram­leiðaran, James Thomas, ið Högni eisini gjördi seinastu plát­ una, "Haré! Haré!", saman við. Con Man kemur út um hálvan juli. Högni spælir á G! við einum væl­ mannaðum bólki, har hövið verður at hoyra bæði nýggj lög og lög, sum fólk kenna framanundan. Plátusnúrarin, framleiðarin og sang­ skrivarin Rosa Lux spretti sum lista­ fólk á vári í 2011 tá hon gav út nógv róstu fløguna 'Monsters', ið m.a. fekk 5 stjørnur í Gaffa, 4 hjørtu í Politikken og kom í uppskot til eina langa røð av virðislønum, m.a. Gaffa Prisen, DMA, Steppeulven, Axgil. Rosa Lux seldi gull við staklagnum 'Min Klub Først' feat. Alberte & Josefine Winding. Hoyr Rosu Lux í Grundini á G! í ár Rosa Lux (DK) Ìslendsku Momentum er ein bólkur við eldhuga sum fyrsta vápni, í leit­an­ini eftir sínum egna ljóði. Tað er tungt, myrkt og sýrað. Gjøgnuført óhugna­ ligt. Bólkurin eru í løtuni á konsertferð saman við Synarchy, sum partur av Ferðin Til Heljar hugtakinum, ið byrj­aði í fjør við Skálmøld og Hamferð. Fram­ førslan á G! er tann síðsta á ferðini, og verður eitt satt upplivilsi fyri tey, ið dáma tónleikin tungan og gátuføran. Momentum (IS) Úr Washington DC koma amerikonsku Serpentine við frískari blanding av saxofon, violin og klavertónleiki. Mann­ingin telur m.a. Charlie Pilzer, ið summi kenna sum bassist frá før­ oysku Spæli­monnunum frá gamlari tíð. Ser­pentine kemur á G! í samstarvi við fólka­tón­leikara­stevnuna. Serpetine (US) Svøbsk er ein danskur bólkur, ið er virkin kring allan heimin. Svøbsk spæl­ir eina lívliga blanding av har­ moniku, violin og sangi, ið veru­liga skapar jaliga stemning. Svøbsk kemur á G! í samstarvi við fólka-tón­leikara­ stevnuna. Svøbsk (DK) Villu Vesti er tann kendasti saxo­fon­ leikarin í Estlandi. Hann kemur á G! at spæla saman við Kára Sverri­son og Kristian Blak. Villu Veski spælir á G! í samstarvi við fólka­tón­leikara­ stevnuna. Villu Veski (EE)