fríggjadagur 13. juli 2012síða 98
‹ fyrra síða allar 100 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 16 l 16. apríl 2012
50
G!
Vikutema
Amster
dam
Klezmer
Band (NL)
Eitt tað stuttligasta og uttan iva
lívligasta ískoytið til G-skránna í ár,
man vera teir víðagitnu Amsterdam
Klezmer Band. Kendi hollendski
ummælarin, Stan Rijven, sigur
soleiðis um bólkin:
“Blanda ein skamt av klezmer
við eitt klípi av ska, koyr síðani
eitt skot av Balkan og ein vet av
gypsy, krydda við eini súpuskeið
av jazzi og rívan av punki, koyr
síðani alt í blendarin, og voilá, tú
hevur uppskriftina uppá Amster
dam Klezmer Band. Teirra feita
vørumerkta útgáva av klezmer
balkan grabbar um hvítanýruni á
øllum sum hoyra teir. Tá blásararnir,
kontrabassurin, harmonikan og
áslátturin ganga saman í pulserandi
grøvan, ið er full av listlærdari, um
enn ráari orku, so fáa teir veruliga
áhoyraran at sveitta.”
Amsterdam
Klezmer
Band
verða á skránni seint leygarkvöld,
men fara harumframt at hava
eina verkstovu hósdagin áðrenn
festivalurin byrjar fyri teimum, sum
hava áhuga fyri klezmer tónleiki.
Hymns
from
Nineveh (DK)
Sambært Gaffa vóru tey ”Besti
nýggi bólkurin í Danmark í 2011”.
Ummælarin hjá Politikken segði um
teirra Roskilde 2011 framførslu,
at ”Hymns from Nineveh gik på
scenen og skabte en af de Ros-
kilde-koncerter, man lever og
ånder for”. Við árslok útnevndi
Gaffa sjálvnevndu fløguna hjá
Hymns From Nineveh sum hina
bestu yvirhøvur í Danmark í fjør.
Sjálvur kallar bólkurin tónleikin
fyri andakts fólkapopp. Kristna
bakgrundin hjá Jonas H. Petersen
hoyrist aftur í sorgblíðu lögunum,
ið snúgva seg um trúgv, vónloysi,
longsul, trongd, gleði og sorg.
Aftrat sær á pallinum hevur
sangarin Jonas H. Petersen sjey
fólk, sum fullgerða livandi fram
førslurnar. Tað riggar so mikið
væl, at ummælarin á enska tón
leikaritinum Mojo segði seg darra
av ovfarakæti eftir at hava hoyrt
bólkin á SPOT festivalinum í fjør.
Ein av størstu poppstjørnunum í
Svøríki júst nú, Veronica Maggio, er
eitt av høvuðsnøvnunum á G! í ár.
Í februar í ár vann hon vann tríggjar
Grammy: "Ársins poppnavn" - "Ársins
komponistur" og "Ársins teksthøv-
undur". Hon var nominerað til ikki
færri enn sjey av slagnum.
Í August í fjør vann hon tvær Rock
bjarnir: "Ársins kvinnuligi live-artistur"
og "Ársins svenska lag".
Stutt eftir vann hon tríggjar Gaffa
virðislønir: "Ársins svenski soloartistur"
- "Ársins svenska útgáva" og "Ársins
svenska hitt".
Í Føroyum hava vit hoyrt mest
til løgini "Måndagsbarn" og "Jag
Kommer", tað seinna er av hennara
triðju fløgu, Satan i Gatan, sum kom
út í fjør. Hendan útgávan var millum
mest seldu fløgur í Svøríki í fjør, og
hevur higartil selt meira enn dupult
platin.
Veronica Maggio leggur sína mildu,
gentusligu rødd omanyvir tann eitt
sindur garagukenda poppin, ið førir
saman eyðmjúkar gittarar og trumm
ur, motownsligar strúkarar og glint
andi elektronisk ljóðprýði. Stutt sagt
kann tónleikurin, Veronica spælir,
helst kallast lætt íoyrafallandi poppur
við dýbd í.
Veronica Maggio (SE)
Retro
Stefson (IS)
Arnar Eggert, ein av fremstu tón
leikaummælarum í íslandi, sigur
soleiðis um Retro Stefson:
”Retro Stefson hevur leingi verið
besti livebólkur í Íslandi... tey eru
før fyri at vinda mannamúgvur við
túsundtals fólkum um fingurin.”
Bólkurin spældi sína fyrstu ko
nsert í 2006, tá limirnir vóru 14, 15
og 16 ára gamlir. Síðani er bólk
urin vorðin ein hin best um-tókti
bólkurin í Íslandi.
Fyri einum árið síðani fluttu lim
irnir í bólkinumtil Berlin. Ímeðan
bólkurin hevur hildið til í Berlin,
hava tey spælt yvir 100 konsertir
í Týsklandi, Hollandi, Belgia, Dan
mørk, Noregi, Eysturríki, Sveits,
Kroatia og Onglandi.
Retro Stefson er ovurhonds
orkumikil alternativur rokkur við
íblandaðum afrikanskum rytmum,
funk elementum og hvørjum av
sínum
Í summar kanst tú fáa ein
smakk av Retro-Stefson-veitsluni,
tá ið bólkurin vitjar G! Festival
hóskvøld.
Black
Crow King
Handan Nick Cave íblásta navnið
Black Crow King, goymir seg ein
heimur av gotiskum rúmklangi,
skitnum guitara og groovutum rokki
nakað í tráð við gamalt The Cure og
Grinderman. Á odda fyri bólkinum
stendur Símun Skorastein úr Leir
vík, ið afturat sær hevur brøðurnar
Lamhauge úr Gøtu á trummum og
bassi. Bólkurin bleiv nummar 2 í
Sement kappingini fyrr í ár.
Guðrið
Hans
dóttir
Fólkatónleiksíblásti poptónleikurin
hjá Guðrið Hansdóttir vinnur sær
alsamt fleiri fjepparar. Guðrið hevur
havt høvuðssæti í Íslandi seinasta
árið ella so, har hon veruliga hevur
bitið seg fast millum virdu artist
arnar har yviri, samstundis sum hon
hevur túrað dúgliga bæði í USA og
Europa. Samanumtikið hevur henn
ara yrkisleið neyvan fyrr havt so
nógv flog sum júst nú.
Guðrið Hansdóttir spælir á G! í
samstarvi við fólkatónleikarastevn
una.
Hann, ið kanska fer at savna allarmest
fólk á gøtusandi í summar, verður
danski Tim Christensen, ið framførir
leygarkvøldið á G! saman við bólki
sínum The Damn Crystals.
Tim slóg ígjøgnum sum 20 ára
gamli oddamaðurin í Dizzy Mizz Lizzy
í 1994, og hevur hildið sær ovast á
donsku popp- og rocktindunum síð
ani.
Føroyingar kenna helst serliga væl
friðarliga og vakra lagið ”Righ Next To
The Right One” sum var eyðkennislag
í sjónvarpsrøðini, Nicolaj og Julie.
Eisini eru fleiri av løgunum bæði frá
Dizzy tíðini og hansara soloplátum
mestsum vorðin fólkaogn.
Tim Christensen hevur sterkar røtur
í tí klassiska og bretska rokkinum.
Tú hoyrir ávirkanina frá Beatles, Led
Zeppelin o.ø. Tónleikurin hjá Tim er
popputur og trallutur uppá tann góða
mátan hóast talan ofta er um nokkso
harðan rocktónleik.
Tim Christensen & The Damn Cry
stals hava fingið framúr liveummæli
í seinastuni, so lagt er upp til ársins
rockbrak, leygarkvøldið á G!
Tim Christensen and
The Damn Crystals (DK)
Amerikanski John Grant er kanska hitt
kendasta navnið á G! í ár.
Sambært tónleikatíðarritinum Mojo
átti John Grant bestu útgávuna í 2010,
yvirhøvur. Ummælarin hjá BBC skrivaði
soleiðis á heimasíðuna hjá BBC: ”one
of the most deeply satisfying debut
albums of recent times”.
Jón Tyril, ið leggur skránna hjá G! til
rættis varð eisini rættiliga sannførdur
fyrstu hann ferð hoyrdi John Grant, og
skrivaði soleiðis um tað :
”John Grant blásti meg um koll frá
fyrsta tóna. Bara røddin í sær sjálv
um, var nóg mikið til at taka meg av
fótum. Tað var sum at hoyra Frank
Sinatra, so gott tamarhald var á, og
so góða fyllu hevði røddin. Síðani var
tað tekstirnar - tað hvassa og beiska
skemtið, undirliggjandi øðin og blíða
sorgin í sangunum, sum allir vóru húð
leyst sjálvbiografiskir. Alt hetta borið
fram við vøkrum melodium og eini av
vakrastu røddunum eg nakrantíð havi
hoyrt.”
John Grant (US)
Tjúkt og vælsvingandi reggae, dance
hall og ragga er í brennideplinum seint
fríggjakvøld, táið reyði kapteinurin
trínir pallin.
Kapten Röd vann í januar í ár tær
báðar hægst mettu heiðurslønirnar á
ársins P3 Guld galla í Svøríki: ”Årets
artist 2011” og ”Guldmicken/Årets
liveakt 2011”.
Í juli 2011 kom næsta fløgan hjá
Röd á marknaðin. Serliga lagið ”Ju
mer dom spottar” var væl móttikið
og var millum mest spældu løgini í
svenskum útvarpi í 2011. Í Januar í ár
vann Kapten Röd so tær báðar mest
umráðandi virðislønirnar á stóra P3
Guld heiðurslønartiltakinum – ”Årets
artist 2011” og ”Guldmicken/Årets
liveakt 2011”
Livebólkurin, ið Röd hevur við á G!
er settur saman av elituni úr svenska
reggae umhvørvinum so tað ræður um
flætta sær dreadlocksirnar, ræsa sær
fiskin og taka stóra ballpappírið fram
tá tann reyði fær alt at danda og anda
í takt.
Kapten Röd (SE)
Lív og levnaður í multi-mentanarliga
keypmannahavnar-býarpartinum,
Nørrebro, hevur fyri kortum fingið hitt
nærum perfekta ljóðsporið við Raske
Penge, hvørs rapp um gerandislív
flýtur omaná einum grundfesti av
sólbakaðum Jamaica rútmum.
Hesin dancehall eygnasteinurin
hevur í seinastuni herjað bæði
útvarp og netmiðlar við staklagnum
"Rundt". Ein sangur, ið ómakaleyst
ber fram djúptøkna heimspeki og stór
hugskot, alt meðan hann í roynd og
veru snýr seg um at fara at keypa
inn í grannalagnum. Virkni danski
dancehall-pallurin hevur sjálvdan
ljóðað so feskur sum her.
Raske Penge verður at hoyra og
síggja í Grundini í ár.
Raske Penge (DR)