mánadagur 16. juli 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2012 · Nr. 81
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Til fyri umleið tveimum
mánaðum bar til at ringja
til bilstøðirnar og fáa tær
at senda ein bil fyri seg í
Rúsuna at keypa.
Tey, sum brúktu hesa
tænastu, vóru oftast fólk,
sum drukku í meira lagi og
ikki koyrdu sjálv. Tað vóru
eisini tey, sum bara lógu inni
og drukku og ikki vóru før
fyri at fara út.
Men nú er henda tænasta
ikki til longur. Í hvussu er ber
ikki til at ringja til bilstøðir
nar Auto og Bil og biðja tær
senda ein bil i Rúsuna eftir
einum fløsku ella báðum
tveimum.
- Hatta hava vit gjørt av
okkara eintingum, sigur Sig
vard Joensen, stjóri í Auto.
Moralskar orsøkir
Hýruvognsførararnir í Auto
høvdu leingi tosað um at
steðga tænstuni serliga av
moralskum orsøkum.
- Tað var heldur ikki ser
ligt at skula koyra inn í túnið
hjá fólki og so dragsa posar
inn til teirra, sigur Sigvard
Joensen.
Hann vendi sær til Bil,
og har tóku eisini allir hýru
vognsførararnir undir við at
gera eina slíka avgerð.
- Sum millum fólk sum
heild er hugburðurin millum
hyruvognsførarar til rús
drekka broyttur, sigur Jógv
an Thomsen, stjóri í Bil.
Himmalskt
Báðir siga teir, at hýruvogns
førarar mangan kendu seg
illa, tá ið teir keyptu rús
drekka
fyri
fólk.Teimum
dámdi einki art fara í Rúsuna
at keypa og enn verri at skula
fara við fløskunum.
- Tað er himmalskt at vera
sloppin frá hasi koyringini,
sigur Sigvard Joensen.
Teir siga, at nøkur fólk
hava verið óð, tá ið tey hava
fingið at vita, at eingin hýri
vognur kundi fara í Rúsuna
fri tey. Men tær flestu aftur
meldingarnar hava verið po
sitivar. Serliga hava tað verið
avvarðandi, sum hava verið
fegin.
Sigvard Joensen sigur, at
um nakar brýtur avtaluna,
fær tað avleiðingar á stað
num. Tað er út úr felagnum
beinanvegin.
Báðir stjórarnir nevna,
hvussu týdningarmikið tað
eisini er fyri umdømi hjá
hýruvognsførarunum, at teir
ikki longur gera slík ørindi
fyri fólk. Nógv fólk hava havt
ilt av, at teir hava hjálpt alko
holikarum at fáa hendur á
rúsdrekka. Nú sleppa teir
undan øllum illgitingum.
Koyra framvegis
fólk í Rúsuna
Hýruvognsførararnir kunnu
koyra fólk í Rúsuna at keypa
og heimaftur, men teir fara
ikki inn í Rúsuna at keypa
fyri tey. Og koma fólkini út
aftur úr Rúsuni og einki hava
fingið, tí tey einki hava fing
ið, so verður tað so.
- Vit hildu tað vera okkara
moralska skylda at gevast
við at keypa sprutt fyri fólk,
sigur Jógvan Thomsen.
Hann leggur aftrat, at
bilstøðin krevur, at allir bil
førarar skulu hava reina
revsiváttan, og at teir halda
tagnarskylduna.
Hvørgin kennir nakað til,
at hýruvognsførarar keypa
rúsdrekka inn undir seg og
selja víðari, tá ið Rúsan er
stongd. Teir hava tó hoyrt,
at tað er hent onkuntíð fyrr
í Havn.
Tað eru aðrir hýruvogns
førarar í Havn enn teir, sum
koyra hjá Bil og Auto. Hvønn
politikk hesir hava við at
keypa ella ikki keypa úr
Rúsuni, vita stjórarnir ikki.
Teir vita heldur ikki,
hvussu bilførarar aðrastaðni
enn í Havn gera, tí teir hava
ikki sett seg í samband við
bilstøðir aðrastaðni í landi
num.
randi@sos.fo
Randi Jacobsen
Tað byrjaði við heima
síðuni Steðga pedofili í
Føroyum, at onkur var
nevndur við navni sum
pedofilur.
Navnið varð tikið av
heimasíðuni, tí gjørt
varð vart við vandan
fyri at verða meldað
fyri ærumeiðing.
Síðan eru gjørdir
afturlatnir bólkar, har
bæði nøvn og myndir
eru av fólki, sum verða
umrødd sum pedofilar.
Tað er annars eisini
hent aftur, at nøvn
hava verið nevnd á al
mennu heimasíðuni.
Onkur fólk hava
meldað til kriminal
politiið, at tey eru
hongd út, og hetta er
lagt fyri løgfrøðingar
nar at taka støðu til
møguliga skuldseting.
Summi hava rikið
fram undir, um ikki
politiið
kann
gera
okkurt við at steingja
heimasíður, har fólk
kenna seg hongd út.
Men so einfalt er
tað ikki, tí tað krevur
ein altjóða rættarúr
skurð.
- Okkara ráð eru, at
um fólk kenna seg út
hongd, so kunnu tey
melda innihaldið til
Facebook. Um fleiri
fólk gera tað, kundi
tað hent, at tey, sum
umsita Facebook, taka
stigið,
sigur
Hildur
Hentze, virkandi leið
ari á kriminaldeildini
hjá politinum.
Skulu fólk melda
innihaldið, gera tey tað
við at trýsta á tann
hjólið uppi á síðuni í
høgra borði.
Givnir at keypa
sprutt fyri fólk
TAXA Hýruvognsførararnir á bilstøðunum Auto og Bil í Havn hava
gjørt felags samtykt, at eingin teirra skal fara í Rúsuna fyri fólk at
keypa. Orsøkin var bæði moralsk og fyri at bøta um umdømið
Kunnu
melda til
Facebook
Um fólk
kenna seg
úthongd á
Facebook
fyri at hava
gjørt seg inn
á børn, eru
ráðini hjá
kriminal
politinum:
Meldið
síðuna til
Facebook
Randi Jacobsen
Tá ið portal.fo bar tíðindini
um, at Árni Brattaberg hevði
boðið upp á festið í Fámará,
komu nakrar viðmerkingar.
Hesar viðmerkingar vóru
so ófantaligar, at tær vórðu
tiknar av síðuni aftur.
Viðmerkingarnar høvdu
samband við, at Árni Bratta
berg hevði festið til fyri 12
árum síðan.
Durita, dóttir Árna Bratta
berg sá viðmerkingarnar,
áðrenn tær vórðu strikaðar,
og í lesarabrævi í blaðnum
í dag øtast hon um muruna
í fólki, sum skriva slíkar
viðmerkingar og harvið bera
víðari slatur og sleyg.
- Tað er undarligt at verða
áskoðari og síggja, at ong
in tekur til mótmælis. Hvør
orsøkin er, eri eg i iva um,
men, tey sum velja at fyri
halda seg still, kunnu helst
hugsa um tað eina løtu.
Ímeðan, kann eg hugsað um
ta mongd av fólki, sum hava
sitið væl rundan um borðini
hjá ommu og abba minum og
foreldrunum i ¾ øld, skrivar
Durita Brattaberg.
Hon skrivar, at virkisfýsni,
áræði, tolni, úthaldni, styrki
og ábyrgd skal til hjá teim
um, sum leggja rygg til at
bróta uppúr nýggjum. Tey
hava ein dreym um at skapa
nakað nýtt og sjáldan ella
ongantíð eru tað lættir vinn
ingar, sum dríva verkið. Slík
fólk eru í øllum londum,
og serliga í smáum, sum í
Føroyum, er brúk fyri slóð
brótarum. Oftast kemst á
mál
hjá
slóðbrótarunum,
men sjálvsagt eru dømir um,
at ikki kemst á mál.
- Tíverri, er mín fyribils
niðurstøða, at Føroyar kann
vera landið, har alt ov fá
ynskja hvør øðrum at eydn
ast, men tað er mín sann
eisini landið, sum ikki letur
fólk miseydnast. Hvat kemur
burturúr, har tað ikki ber til
at eydnast og ikki ber til at
miseydnast, kundi verið eitt
annað evni at varpa ljós á.
Hon endar lesarabræv sítt
við upplýsingini um, at hon
ikki er millum teirra, sum
reika á facebook.
Dóttirin øtast og vamlast
Kjak Durita Brattaberg, dóttir Árna Brattaberg, sum hevur boðið upp
á festið Fámará, ógvast við útspillingina av familju hennara